ÚTNORÐURRÁÐIÐ
Landstingsformaður Ole Lynge, formaður
Hvussu kann eitt menniskja fáa seg til at drepa ein kóp? Hvussu ber tað til, at menniskju drepa grind? Spurningar, sum hesir, eru vanligir millum fólk, ið eru uppvakin í stórbýum kring um í vesturheiminum. Fyri fólk í útnorði leiða tílíkir spurningar tó ikki til størri undran enn spurningurin um, hvussu nakar kann drepa eina kúgv ella eitt svín.
Í útnorði - sum er Ísland, Føroyar og Grønland - er siðvenja at veiða havsúðdjór.
At eta hvala- ella kópatvøst fellur okkum eins sjálvsagt, og tað fellur øðrum at eta svínakjøt, oksakjøt og ymiskan flogfena. At klæða okkum í ein kópaskinsfrakka er eins náttúrligt sum at nýta kálvaskinn ella oksaleður.
Veiðan er ein lutur í mentan okkara. Hon hevur sett sín avgjørda dám á okkara matvanar, okkara søgu og samleika. Somuleiðis hevur hon altíð verið ein partur av okkara tilerugrundarlagi. Tá veiðan hevur svikið, hava grýturnar mangan staðið tómar, og sjálvt í dag er veiðan fyri mong okkara eitt neyðugt ískoyti til lívsins uppihald.
Veiða er nakað serstakt, ið knýtur okkara fortíð saman við tíðini, vit liva í. Vit minnast hvussu tey, sum undan fóru, komu heim til húsa við fugli úr bjørgunum og kópum frá fyrðunum. Minnið um, tá vit á fyrsta sinni sluppu við at veiða, hvussu errin ein var, hvussu leikur fór fyrstu ferð, tú drapst eitt djór og harvið vart við at breyðføða familjuna.
Samstundis knýtur veiða fólkið í smáu samfeløgunum í útnorði saman í ein mentanar- og áhugafelagsskap. Frá gamlari tíð er tvøst býtt út til bygdarfólkið, og framvegis í dag fær gamal sum ungur eitt serligt andlitsbrá, tá grindaboð eru at hoyra.
Fyri fólkið í útnorði er veiða ein spurningur um at yvirliva og samstundis ein spurningum um aldargamlan mentanararv. Henda mentanararv ynskja vit at varða um og varðveita. Fleiri viðurskifti hótta tó veiðusiðvenjuna í útnorði:
Vandin fyri ov stórum veiðutrýsti er ein varandi hóttan móti stovnunum. Um veiðan ikki verður framd á ein burðardyggan hátt, verða djórsløg hótt, og møguleikarnir hjá komandi ættarliðum hvørva.
Virðingin fyri náttúruni hevur tó í nógv ættarlið eyðkent veiðumentanir í útnorði, samstundis sum fólkið í útnorði altíð hevur verið heft at náttúruni. Stuttskygdur grammleiki er nakað, sum fólkið í útnorði ikki kann loyva sær.
Ovveiða av ávísum stovnum er sostatt ikki størsta hóttanin móti veiðusamfeløgunum í útnorði. Lívfrøðingar halda neyvt eyga við stovnunum, og friðingar, kvotur o.a. verður ásett við vegleiðing frá serfrøðingum og vit atliti at burðardyggari veiðu.
Dálking er á mangan hátt ein størri hóttan móti veiðumentanini í útnorði. Tungmálmur og onnur eiturevni savnast í veiðudjórunum og hótta virðið av hesum sum mannaføði. Eisini livivánirnar hjá djórunum verða hóttar av dálking. Tað er torført hjá útnorðurlondunum einsamøll at gera nakað við eina tílíka hóttan. Tílík dálking hevur eingi mørk, og vit kunnu bert heita á ídnaðarlondini um at vísa hóvsemi og ábyrgd og framhaldandi royna at avmarka mongdina av umhvørvisskaðiligum evnum.
Misskiljingar og manglandi vitan til viðurskiftini í útnorði hava til tíðir eisini verið ein hóttan móti veiðumentanini í útnorði. Átøk móti kópaveiðu í Grønlandi, søkking av íslendskum hvalaskipum og tiltøk móti føroyska grindadrápinum eru dømi um hetta.
Hesi dømi vísa á týdningin av at hava eitt gott samskifti við umhvørvis- og djóraverndar-felagsskapir. Vit mugu sleppa undan, at íspunnar søgur og skeivar metingar seta dám á kjakið.
Stovnsvernd og vernd av havumhvørvinum eru mál fyri okkum øll - ikki minst fyri útnorðurlondini, ið fult og heilt eru heft at náttúruni og tí, hon hevur at bjóða. Vit síggja umhvørvisfelagsskapir sum okkara samstarvsfelaga. Okkara áhugamál er til allar tíðir at arbeiða fyri, at neyðug og álítandi vitan kemur fram um stovnarnar og teir vandar, sum hótta teir.
Útnorðurráðið hevur valt, at 2001 skal verða veiðuár. Tað er ábyrgd ráðsins at syrgja fyri, at ljós verður varpað á veiðumentanirnar í útnorði og harvið vera við til at upplýsa um okkara aldargomlu siðvenju fyri burðardyggari veiðu, sum enn er ein livandi partur av samfeløgunum. Vit ynskja samstundis at varpa ljós at tey viðurskifti, sum hótta hesa siðvenju.
Víst drepa vit kóp, og víst drepa vit hval - vit liva av náttúruni. Júst tí er eingin, ið hevur størri áhuga í varðveitsluni av einari reinari og burðardyggari náttúru, enn vit.
Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum tingini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Ráðið hevur valt 2001 at verða veiðumentanarár.
Í hesum sambandi verður skipað fyri ráðstevnu um veiðu á Akureyri 11. - 14. juni 2001.