Tað eru danski presturin Kristine Hestbech og føroyska Randi Meitil, studentaskúlalærari, sum hava tikið stig til eina pílagrímsferð síðsta vikuskiftið í mai. Upprunaliga var ætlanin at seta mark fyri 25-30 luttakarar. Men bert eitt samdøgur eftir at blaðið kom á gøtuna við søguni, hava heili 55 fólk longu teknað seg.
- Hetta er sera spennandi, men fólk kunnu enn tekna seg, tí so fáa vit eina hóming av, hvussu stórur tørvurin er, sigur Kristine Hestbech, sum roknar við, at tær fara at skipa fyri tveimum pílagrímsferðum, so øll 55 sleppa við.