Sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eld í einum háhúsi í Kupyansk í Kharkiv-landslutinum, sum var millum støðini, sum í gjár vóru rakt av russiskum dronum og rakettum. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Zelenskyj eftirlýsir svar úr USA eftir russisk álop

Deyðiligu álopini í Ukraina eru svarið hjá Putin til altjóða diplomatisk átøk, sigur Zelensky.

Sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eld í einum háhúsi í Kupyansk í Kharkiv-landslutinum, sum var millum støðini, sum í gjár vóru rakt av russiskum dronum og rakettum. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, biður USA, Evropa og restina av heiminum um at leggja nýtt trýst á Russland eftir eina røð av blóðugum álopum, sum hava kravt mannalív í Kiev og øðrum býum í Ukraina.

Tað segði Zelenskyj í einum uppslag á sosiala miðlinum X í dag.

- Trýstið á Russland er framvegis ikki nóg mikið, og dagligu russisku álopini móti Ukraina prógva tað, skrivar hann.

Seinastu vikuna hevur Russland lopið á Ukraina við yvir 1460 sokallaðum gliðbumbum, 670 dronum og fleiri enn 30 rakettum.

Í dag vaks talið av deyðum eftir álop á býin Kryvyi Rih í gjár til 20. Níggju av teimum dripnu eru børn. Harumframt fingu 75 skaða.

- Hesi álopini eru svar frá Putin til øll altjóða diplomatisk átøk, segði hann og vísti til russiska forsetan, Vladimir Putin.

- Hvør av okkara samstarvsfeløgum - USA, alt Evropa, allur heimurin - hevur sæð, at Russland ætlar at halda fram við krígnum og drápunum. Tí má trýstið ikki lættast.

Zelenskyj krevur svar frá USA, eftir at hann segði, at Russland vrakaði eitt uppskot um vápnahvíld, sum USA hevði lagt fram.

- Ukraina hevur tikið undir við amerikanska uppskotinum um fullkomna og treytaleysa vápnahvíld. Putin noktar. Vit bíða eftir svari úr USA. Men higartil hevur eingin reaktión verið, sigur hann í kvøldrøðu síni til ukrainarar.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, stuðlar ukrainska starvsbróður sínum.

Hóast amerikanskar og evropiskar royndir at fáa eina vápnahvíldaravtalu og at enda eina friðaravtalu í Ukraina, so heldur Russland fram við at "drepa børn og sivilfólk", sigur Macron.

- Neyðugt er við vápnahvíld sum skjótast. Og sterk tiltøk, um Russland framhaldandi roynir at keypa tíð og nokta frið, sigur hann.

Franski forsetin leggur afturat, at hóast Ukraina hevur góðtikið amerikanska uppskotið um fullkomna vápnahvíld, so heldur Russland fram við krígnum við endurnýggjaðari styrki uttan at hugsa um sivilfólk.

 

/ritzau/AFP 

 

Sløkkiliðsfólk arbeiða við at sløkkja eld í einum háhúsi í Kupyansk í Kharkiv-landslutinum, sum var millum støðini, sum í gjár vóru rakt av russiskum dronum og rakettum. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix