Ziska Jacobsen: Rópini frá teimum neyðstøddu gav nýggja megi

2. partur

Í undanfarna partinum varð endurgivin frásøgnin hjá Erik Lassen, sum gevur lesaranum ein farra av, hvussu menn hava upplivað hesa hending. Ein kann undrast á, at tað yvirhøvur vóru so nógvir mans, sum hóraðu undan eftir fyrst at hava neyð­hildið sær eina heila nátt. Síðan at koma í land og uppá bakkan, og aftaná tað tann langi teinur at ganga til hús.
Norðoya Forminnasavn hevur fingið til vega veðurmátingar har á leiðini hesar báðar lagnudagar 26. og 27. mars 1930. Mátingar vóru gjørdar í Grindavík, Vest­mannaoyggjunum og Eyrarbakka fleiri ferðir um dagin.
Her sást, at hitin hevur ligið um frostmarkið og niður í 4 kuldastig. Tað hava verið kavaælingar, og ein slíkur hevur verið, tá skip­ið sigldi á. Skrásetingarnar vísa, at tað hevur verið upp til vindstyrki 9, 21-24 m/s í Vestmanna­oyggjun­um, men á Eyrabakka, sum er á leiðini, har Ernestina fór á land, var vindstyrkin 6, 11-14 m/s av landnyrðingi. Tað kunnu tó hava verið avvik mikllum mátingarnar. Lufttrýstið lá í øllum støðum um 1000 mb.
Hetta bendir ikki á, at tað hevur verið av mesta vindi og kulda, men kortini nóg mikið til, at tað hevur kenst sera kalt hjá monn­un­um í teirri støðu teir vóru í.

Sjóforhoyrið
Tann 5. apríl, stutt eftir, at mann­ing­in var komin heim aftur varð sjóforhoyr á sýslu­mans­skrivstovuni í Klaksvík.
Sjórætturin var mannaður soleiðis, at Norðoya sýslumaður var formaður, meðan Hans Erik Olsen og Johannes Jacobsen vóru sjórættarlimir.
Sjóforhoyrið er í síni heild prentað sum serprent og givið út av Norðoya Fornminnafelag. Tað fæst í bókahandlum.
Nærum allir av manningini vórðu avhoyrdir. Fyrstur at verða avhoyrdur varð skiparin Johan David Joensen, Dávur í Gerðum.
Skipið lá jú bakk, og ætlanin var at sigla inn móti landi og síðan at venda út aftur sum vanligt er, táið tað verður ligið bakk. Men tað gekk nógv skjótari móti landi enn skiparin roknaði við. Hann helt orsøkina vera streymurin móti landi, sum hann seinni hevði hoyrt var serliga harður hetta kvøldið.
Skiparin helt so, at tað var tíð at venda, og hann gav boð um at starta motorin. Men hetta var júst ov seint, og úrslitið kenna vit.
Her kann eisini verða skoytt uppí, at okkurt av Ernestinu kom heim til Føroya og er framvegis til.
Aftaná fyrsta partin í hesi røð varð eg gjørdur varur við, at Eli Eltør hevði ein krampa av skipinum heim við, og hann var í varðveitslu hjá abbasoni við sama navni í Havn.
Tað er hugsandi, at Eli hevur verið verið ein av teimum, sum dagin eftir fóru at hyggja eftir vrakinum. Hann kann so hava funnið krampan í einum vrakpetti og hevur tikið hann heim við sær.

Útvarpssamrøða við Ziska Jacobsen 1971
Ziska dámdi ongantíð at tosa um hendingina við Ernestinu og so avgjørt ikki alment. Hetta var tað vanliga, tá menn høvdu verið úti fyri slíkum dramatiskum hendingum.
Tó er til skjals ein útvarps­samrøða, sum táverandi útvarps­maðurin Árni Absalonsen hevði við hann 1971.
Tá var Ziska 71 ára gamal, og søgan um, hvussu hetta eydnaðist, er henda:
Árni var farin til Klaksvíkar at vitja. Har var hann farin til Eskild Norðbú at klippa sær. Eskild var sonur motorpassaran á Ernestinu, Poul Joensen, hvørs heilt serligu søgu vit eisini greiða frá í kom­andi parti.
Eskild spyr tá Árna, hví útvarpið ikki gjørdi eina samrøðu við Ziska um hendingina við Ernestinu. Árni svaraði, at Ziska var einki fyri at tosa um hesa hending. Hann visti, at Niels Juel Arge hevði roynt at fáa eina samrøðu við Ziska, men tað hevði ikki eydnast.
Tá helt Eskild, sum var væl skorin fyri tungubandinum, at hann hevði ofta tosað við Ziska um hetta. Hann ivaðist ikki í, at hann skuldi fingið Ziska at sagt útvarpinum frá hendingini.
Longu sama kvøld ringir Eskild til Árna, sum var staddur heima hjá foreldrunum í Klaksvík og sigur við hann: “Eg eri inni hjá Ziska, og hann hevur játtað at greiða frá tilburðinum.”
Árni sigur, at tað var av berari tilvild, at hann hevði band­upptak­ara hjá sær. Tað vóru bert nakrir metrar millum húsini, og Árni var skjótur oman til Ziska. Men hann var púra ófyrireikaður, tí hann hevði ikki roknað við hesum.
Vit fara nú at endurgeva hesa samrøðuna nærum orðarætt. Vit fáa váttað ta myndina, vit hava av einari beskednari hetju. Einki reyp, kanska mótsatt. Her er tó ikki rættuliga alt við. Ziska fortaldi fyri Eskild, at tá hann hevði svomið í land av Ernestinu, var hann fullkomiliga lúgvaður og føldi seg ikki føran fyri at taka sær nakað til. Men tað, sum gav honum nýggja megi, var, tá ið hann hoyrdi rópini hjá sínum framvegis neyðstøddu feløgum umborð á sundurknústa skipinum.
Í samrøðuni greiðir Ziska fyrst frá, at hann var 13 ára gamal, tá hann fór til skips á fyrsta sinni.
Um hesa minniligu ferðina við Ernestinu sigur hann, at teir komu yvir á Suðurlandið fyrst í mars mánaða. Teir høvdu fyri tað mesta fiskað á Selvogsbankunum, men so hendir hetta tann 26. mars, at teir fara á land.
Tað serliga við hesi frásøgn er sjálvsagt, at her fáa vit hana frá sjálvum høvuðspersóninum, og hetta er sjálvsagt eisini kensluborið.
Útvarpið endursendi annars hesar báðar frásagnir júst 80 áradagin fyri hendingina seinasta fríggjadag. Men nú eru so báðar samrøðurnar aftur á prenti.
Endurgevingin er stórt sæð orða­røtt, sum Ziska greiddi frá henni.

Vit geva Ziska orðið:
Vit høvdu fiskað eitt sindur tann dagin, men lítið. Vit hálaðu av og góvust at fiska fyri illveður.
Tað varð lagt inneftir. Tað var ligið inneftir, og tað var meira at kallað illveður. Tað var eitt ordiligt illveður, ja. Eg arbeiddi í lastini. Vit vóru nakrir mans í lastini. So var tað við eitt vekk, at tað varð rópt, at vit fóru á land. So fóru vit upp, vit sluppu uppaftur.

Var tað myrkt tá?
Tað var myrkt, ja. Tað var um 10 tíðina. Eg veit ikki: Tað gekst ikki væl at sleppa upp hjá nógvum. Eg veit ikki, hvussu allir sluppu upp aftur.

Og tit sóu einki, hvussu
tað sá út á landi?
Nei, nei, tað var heilt myrkt og tjúkt í kavaroki tá og nakað nógvur vindur. Eg fór so ongantíð niður undir aftur. Eg fór fram á bógvin beinanvegin, og tað fóru teir flestu. Tað var einki at gera. Skipið var farið á land, tað var einki at gera við tað. Sum vit stóðu har, fór ein maður nú og annar tá, so tað var ringt skil, einki soleiðis stuttligt. Tað vísti seg at vera leingi til dagur kom, náttin var long. Bestimaðurin og eg, vit stóðu tilsamans og ein annar maður, Sigmund Brest úr Skúvoy, og vit hildu í hvønn annan. Jóan Magnus (bestimaðurin), hann fór avstað, hann fór á sjógv. Og eg mátti so sleppa honum. Tað var ikki nakað sum æt. So, tað var eitt grúiligt tumultur, sum tá var, og einki kundi gerast fyrr enn tað lýsti. Eg veit ikki.
Hann (skiparin) snakkaði so við meg um at prøva at fara í land. Eg dugdi væl at svimja, men tað var ikki tespuligt at fara. Mær hevði dámt betur at farið leysur, men tað hildu hinir ikki.

Og tá var tað blivið ljóst?
Ja, tá var tað blivið ljóst. Tá sást land, og tað var berg fyri, kann mann kalla. Har var ein urð, og til alt held var fjøra, men tað var nógv brim.

Var tað langt í land?
Ja, tað var nokkso langt. Eg fór so. Eg dugdi væl at svimja, so tað hugsaði eg einki um.

Tygum svumu nógv sum yngri?
Grúiliga nógv, ja, ja. Tað vóru nógvir javnaldrar hjá mær, sum svumu nógv. Ja, so fór eg at prøva. Jú, tað gekst illa at sleppa á land, men tað endaði við, at eg slap á land.

Og høvdu tygum enda á tygum, tá ið tygum komu á land?
Nei, tá hevði eg ikki enda á mær. Eg loysti endan av mær, tí hann darvaði meg so nógv. (Ziska hevði enda á sær, tá hann byrjaði at svimja.)

Men tygum fóru ikki aftur á borði alíkavæl?
Nei, ikki aftur á borði.

Tá ið so tygum komu uppá land, hvussu var so at koma upp?
Tað var ringt at koma upp. Tað var grúiliga strævið at koma úr briminum upp í urðina. Tað var ringt. Men sum sagt, eg slapp upp. Tað var leingi, tað var tað, men eg slapp uppá land. Teir róptu so grúiligt úti frá skipinum, tað hoyrdi eg, men eg hoyrdi lítið, hvat tað var. Men sum eg forstóð, knýttu teir eitt bjargingarbelti í eina línu at reka í land, og eg sá tað. Tað kom inn ímóti landi hetta bjargingarbeltið. Tað gekst illa at fáa tað, men til alt held var ein fiskihaki komin har. Hann var nokkso langur, og eg fekk í bjargingarbeltið. So skundaði eg mær at gera fast um ein stein, ein klett. Tað tók eina góða løtu, so nú koma teir, nú kemur onkur í land, tað sá eg.

Teir komu í land eftir endanum?
Ja, eftir endanum. Vindurin var nú grúiliga nógvur, men tað vísti seg fyri mær, sum um at tað bleiv minni brim tá fjøra bleiv. Eg veit ikki, hvør ið kom aftaná annan, tað veit eg ikki.
Men eg fór so at royna alt fyri eitt, tá nakrir vóru komnir, at fáa at vita, hvussu vit skuldu sleppa upp. Har var so grúiliga høgt, høgur bakki. Skalvurin var so stórur, men eg slapp upp ígjøgnum kavan.
Tað vóru forskelligir sum lyftu meg, sum hjálptu mær upp. Eg veit ikki, eg var grúiliga illa komin, og eg minnist til tað, tá eg kom upp á bakkatromina. Tá var nokk so langt millum kavan og bakkan, tað var opið niður ímillum. Eg veit ikki, so skavaði eg og skavaði og skavaði. Tað endaði við, at eg slapp upp, men eg var grúiliga illa fyri.

Tað vóru kanska fleiri sum vóru illa komnir?
Ja, teir vóru illa komnir, men tað máttu teir vera.

Og hvussu nógvir mans vóru tit so sum bjargaðust?
Vit vóru 17.

Tað vóru so níggju, sum fórust?
Ja.

Kláraðu allir menninir seg, allir teir sum komu á land?
Illani, vit máttu seta tveir eftir, søgdu teir. Eg var uppí teimum fyrstu, og teir royndu at fáa meg heim fyrst. Tann eini doyði. Summir vóru næstan naknir, summir vóru skóleysir.

Teir hava ikki fingið tíð
at lata seg í?
Nei, tað vóru ringar umstendig­heitir, og tað var so ringt í sjónum.

Og høvdu teir so hingið hálv­naknir í rigninginum alla náttina eisini?
Ja, tað kann man kalla. Tað vóru fáir, sum vóru í oljuklæðum. Eg var so ikki í oljuklæðum. Eg hevði onga húgvu, tað minnist eg væl. Eg hevði arbeitt í lastini, og eg fór beinanvegin upp í rigningin.
Og so fór eg niður aftur, tí eg visti ikki, hvar eg skuldi vera. Alt kundi fara hvørja løtu. Tað var meira brim enn so.

Tá tit komu upp – har var jú einki hús fyri?
Einki hús var fyri, nei. Men vit vistu, hvar vit skuldu ganga, tí vit vistu hvar vit vóru. Tað var farið vestur eftir.
Vit sóu fýrtornið á Selvogs­nesi fyrst. So bleiv gingið, so bleiv gingið, og so komu vit til hús, sóu nøkur hús. Tað var so nógvur kavi.
Vit vóru grúiliga væl móttiknir. Og eg fór so í song beinanvegin. Eg visti so ikki meir, hvat ið gekk fyri seg tá. Og eg minnist væl til, tá eg vaknaði upp aftur, var seingin full av ull. Har var grúiliga smáligt í tí húsinum, sum vit komu til. Men rímiligt, tey royndu hvat tey kundu.

Skipið var tað liggjandi so leingi tit sóu?
Ja, so leingi vit sóu. Men tað fór vist nakað skjótt. Vit fóru nakrir sum orkaðu út aftur morgunin eftir. Tá var hvørki eitt ella annað at síggja. Vit funnu trý lík har. Tað var einki at gera við

Hvussu komu tit so heimaftur?
Vit komu við Verdandi, Elias Sofus Hansen í Norðragøtu førdi hana. Hann var inni á Tórleifs­høfn, og hann kom eftir okkum. So førdi hann okkum til Grindavík. Har komu bilar eftir okkum og koyrdi okkum til Reykjavík. Vit fóru so heim við Drotningini.
(Her kann skoytast uppí, at á ferðini heim var skipað fyri innsavning millum yvirmenn og ferðafólk til kransar “til dem af os, der ikke naaede Fædrelandet i levende live,” sum tað verður sagt av heimildarmanni.)

Ziska, tygum fingu fleiri heiðurstekin fyri hetta bragdið?
Ja, eg fekk fleiri heiðustekin. Eg fekk eitt gullur frá ministeriinum.

Tað var sjófartsministeriið?
Tað var sjófartsministeriið. Og so fekk eg eina medalju frá Carnegiefondin.

Og tygum fingu pengar eisini?
Ja, pengar eisini.

Beskeðin hetja
Her endar samrøðan,. Tað er týðiligt, at Ziska ikki hevur hug at tosa um tann heiður, sum er vístur honum. Hetta beskedni ger hann tó ikki til eina minni hetju. Men hann fekk millum annað 800 kr frá Carnegiegrunninum. Hetta var ein heil ársløn hjá fiskimanni tá á døgum. Her kann eisini verða skoytt uppí, at Ziska frá teimum, sum komu frá hendingini við lívinum, fekk eina myndabíbliu og eina ljósakrúnu, sum framvegis er í familjuni.

Koman til Reykjavík
Her kann eisini nevnast, at menn­inir komu til Grindavík við Verdandi kl. 7 á kvøldi og komu til Reykjavíkar við bili kl. 10. Tveir av teimum komu at búgva á sjómansheiminum hjá Frelsunar­herinum í miðbýnum, meðan 15 komu at búgva á Hotel Hekla. Hetta var sama hotellið, har manningin á Acorn búði aftaná sorgarleikin har umborð í 1928. Hetta var meðan teir bíðaðu eftir at sleppa avstað aftur.
Líkini vóru sett inn í eitt kapell. Her helt ein prestur talu yvir teir deyðu, og manningar á føroyskum skipum, sum lógu á Reykjavík vóru eisini til staðar. Tá var eisini sungin sangur við eini heilt serligari søgu. Hann var nevnuiliga funnin uppi á tí deyða Jógvan Thomassen. Honum og hansara sangi greiða vit frá í komandi parti.
Í Reykjavík máttu teir eisini keypa klæði. Tað var Sámal Ellingsgaard úr Miðvági, sum skipaði fyri hesum. Teir keyptu í part fyri upp til kr. 100, og rokningin varð send donsku sendistovuni í Reykjavík.
Tryggingin kann so neyvan hava tikið við, tí tá menninir koma heima aftur verða teir kravdir eftir hesum pengum. Tað var ymiskt, sum tað var goldið, tí heilt fram til 1934 fara hesar innkrevjingar fram. Hesa tíðina høvdu fiskimenn ikki pening til slíkar eykarokningar. Onkur fekk at enda sína skuld eftirgivna.

Viðurkenning frá Stauning
Tann 17. november 1930 skriv­ar Thorvald Stauning, sum tá umframt at vera forsætis­málaraðharri eisini var sjóvinnu-og fiskimálaráðharri bræv til Hjalmar Ringberg, amtmann, har millum annað verður sagt eftir fyrst at greitt verður frá bjargingarbragdinum hjá Ziska:
“I denne anledning skal man, ved at meddele, at Ministeriet for Søfart og Fiskeri har besluttet at tildele Fisker Peter Ziska Jacobsen en Erindringsgave som Paaskønnelse for den af ham ved den omhandlede Lejlighed udviste modige og behjertede Optræden, anmode Hr. Amtmanden om at ville være ulejliget med at tilkalde den paagældende Fisker og overfor ham give udtryk for Regeringens Paaskønnelse af og Tak for den af ham ved den omhandlede Lejlighed udførte Redningsdaad samt at overrække ham det Dem her i Ministeriet under 13. d.M. overleverede Guldur med Inskription som et Minde om Begivenheden.
Det tilføjes, at man vilde sætte Pris paa at modtage Med­del­else om Errindrinsgavens Overrækkelse.


Th. Stauning
/Emil Krogh



---------------


Hvør var Ziska?

Tað er ein partur av hesi søgu hvør ið
Ziska var. Greitt verður bæði frá ættini og honum sjálvum


Ættin
Pápi Ziska var sonur tann í Norðoyggjum so væl kenda Gøtu Jákup. Um hann skrivar J. Símun Hansen um húsini ”Millum Garðanna.”
Hjá Høgna Jákupi, (teir vóru trý­menningar) var leingi ein húskall­ur, sum æt Jákup Jacobsen. Hann giftist í 1882 við Marin Malenu Fr. Ziska, dóttir Kristoffer Ziska í Gerðum. Hann fekk eina trøð burtur av Oyrarhaga millum Oyrar og Gerðargarð. Hann bygdi um somu tíð hús, hjall og neyst. Eini tíggju ár seinni fóru húsini av vindi. Tá bygdi hann eitt sindur norðari eina langa lon, sum í 1916 varð niðurtikin.
Tá fluttu tey til Klaksvíkar og bygdu á Fløttinum. Ein grundin mundi vera, at Gøtu Jákup var so óheppin at missa annað beinið og sat tí óhøgliga úti á Oyri.”
Gøtu Jákup var næstelsti sonur í Tjørnustovu í Norðragøtu, sonur Jákup og Siggu Malenu, ættað úr Lorvík. Tann elsti, Óli Jákup, gekk burtur, 37 ára gamal og ógiftur, við Nólsoyinginum í 1884 á Fuglfjarðaboðunum á veg heim av útróðri. Beiggi Ziska, Óla Jákup, kendur í Klaksvík sum ”Ekspress”, varð uppkallaður eftir honum.
Jákup var tískil borin til garðin, men hann segði hann frá sær av orsøkum, sum ikki er so lætt at skilja í dag. Víst segði pápabeiggi hansara Óla Jákup eisini garðin frá sær, men hetta var tí, hann hevði gift seg til ein størri garð í Skúvoy. Men at siga garð frá sær, um hann enn var lítil, fyri at velta upp úr nýggjum í nærum oyðimørk, má hava verið sjáldsamt.
Kanska er frágreiðingin tann, at tá var farið at loysa seg at rógva út, og tað slapst av við fiskin í Klaksvík. Kanska hevur tað eisini talt við, at bóndadótturin úr Gerðum, kona hansara, var roknað fyri at vera viljasterk og hevur kanska ikki viljað flutt til Gøtu.
Tískil tók næsti beiggin, Absa­lon, við garðinum í Gøtu. Hann er nú farin úr ættini vegna dugna­loysi hjá tí, sum nú stóð til at festa.
Sostatt var tað Millum Garðar­nar, at Jákup og Marin Malena búsettust at dyrka upp úr nýggj­um. Jákup var tiltikin at vera raskur, og tað er ikki smávegis av dyrkaðum lendi, sum liggur eftir hann. Jákup fekk hetta stykkið frá verfaðirinum, sum neyvan roknaði við at nakað kundi fáast burtur úr tí kortini. Hann gjørdist púra býttur, tá ið hann sá úrslitið. Tað sigst, at Jákup var eins raskur og ágrýtin at velta eftir, at hann misti annað beinið. Hetta forðaði honum heldur ikki í at gerast av raskastu útróðrarmonnum.
Børnini hjá Jákupi og Marin Malenu vóru Jákup, Christoffer, Jógvan, Óli Jákup, Markus. Sigga g. Mikkelsen, Oluffa g. Niclassen, Ziska og Hjalmar. Hetta er blivin ein ótrúliga stór ætt, sum hevur gjørt seg galdandi á nógvum økjum bæði í Klaksvík og Føroyum annars.
Ziska kom sjálvur at gerast av bestu svimjarum. Hann fekk roynt seg í svimjing á Borðoyavík, har tey jú búðu.
John Reid Bjartalíð skrivaði um beiggjarnar Millum Garðarnar, at frá tí, teir dugdu at halda i árina, vórðu teir hildnir til bátin. Allir gjørdust teir havsins synir burtur av og komu at roynast sum rættir menn.

Ziska sjálvur
Ziska giftist í 1923 við Johonnu Johansen av Vágheygnum. Hon var dóttir Lisu og Lamba Johann, kendur útróðrarmaður. Sagt varð, at Johanna var óføra røsk og fryntlig.
Tey áttu 9 børn:
Anna g. Høgnesen, Margit g. Joensen, Poulina g. Jacobsen, Johan, Hjørdis g. Hansen, Elinborg g. Mortensen, Hergerð g. Samuelsen, Benrosa g. Joensen og Jákup, kendur kokkur.
Fyri nakað nógvum árum síðani var hildin ein ættarstevna hjá eftirkomarunum hjá Gøtu Jákup. Her var gjørd ein yrking um øll børnini hjá honum, og um Ziska varð m.a. yrkt:

Ziska var úti fyri mongum hendingum av ymiskum slag,
við Sigurfari, Ernestinu, gloymt ei verður tað.
Mist mótið hevði Sigga um sín góða, kæra mann
og Sigmund sendi fløskupost, sum norðmaður so fann.
Eftir Sigurfari, Ziska ringar keypti tá
misti sín við Ernestinu, aldri ringin aftur sá.
Arbeiðsformaður hjá Kjølbro og álítandi hann var.
Á súkklu og til gongu leiðin ofta út til Oyrar bar.

Sigurfarið
Ábendingin til Sigurfarið vísir til eina aðra dramatiska hending, sum Ziska var við í, og hana greiðir Ziska sjálvur frá í Havið og Vit:

Miðskeiðis í november mánaða 1919 fóru vit seks í tali eftir Sigurfarinum, men so striltið gekk at sleppa avstað, at fýra fóru heim aftur til jóla. Ikki fyrr enn 19. januar sluppu vit av Reykjavík. Vit vóru bert tveir føroyingar. Umframt meg sjálvan, skiparin Sigmund í Árnafirði (giftur við Siggu, systir Ziska), og so fýra íslendingar, sum vildu sleppa til Føroya. Fyrsta dagin var veðrið gott, men um kvøldið ruskaði hann beint ímóti, og tað helmaði ikki í aftur.
1. februar fingu vit botn við Føroyar, men tá kom rætt ódnarveður lágt við kavaroki. Bummurin brotnaði, hon fór at leka, so dúrkið í lugarinum fleyt. Provianturin gekk undan og brennið við. Til alla lukku var farmurin fyri ein part matvørur, kremkeks, rosinur og kjøt. Tað var einki tvíbýti í tí. Antin máttu vit svølta í hel ella máttu vit seta á farmin. Bummurin var sagaður sundur til brenni, og klædningurin í lugarinum mátti eisini í eldholið. Í hesum veðrinum róku vit inn í brimið í Meðalandsbuktini, sluppu tó út aftur og hildu norð við landinum.
Ætlanin var at seta inn á Seyðisfjørðin, men komnir út fyri fjørðin, var illveðrið aftur á kroppinum og ólíkindi at seta inn. Men vit hildu kortini á og komu inn í øllum góðum. Tann 27. februar ankraðu vit inni í firðinum. Báturin var so illa farin, at hann mátti lappast saman aftur við segldúki, áðrenn hann kundi setast út. Vit vóru væl móttiknir av íslendingum, sum bóru okkum heitan mat, ið vit ikki høvdu smakkað í langar tíðir. Her lógu vit í 12 dagar, fingu proviant og brenni men ongan bumm. Fýra norðmenn, ið vóru rýmdir av dampara, ið lá á firðinum, komu heim við okkum. Hesa ferð gekk betur, men vit høvdu tó fimm dagar um ferðina og vóru á Klaksvík seinnapartin 16.mars. Tó var ikki sloppið enn. Spanska sjúkan gekk í Íslandi, og vit máttu vera liggjandi umborð í 10 dagar, so vit sluppu ikki i land fyrr enn 26. mars, tá ið smittuvandin var av. Tá høvdu vit verið burtur í fýra mánaðir.
Vit blakaðu ein fløskupost á ferðini. Hann var funnin í Noregi og førdi til langt samband millum finnararnar av fløskupostinum og familjuna hjá skiparanum.

Tíðin eftir Ernestinu
Tá ið Ziska doyði í 1985 skrivaði John Reid Bjartalíð fylgjandi um Ziska:

Í 1931 fór Ziska aftur til skips sum bestimaður við tí nýggjs skipinum Skálanes, sum hansara gamli skipari Dávur í Gerðum hevði latið bygt í Frankaríki. Hann var leingi bestimaður við Dáva og var væl dámdur umborð á sama hátt sum í heimalívinum, tað var Ziska.
Hann strevaðist undir krígnum bæði sum siglingarmaður við ísfiski til onglandsmarknaðin og sum útróðrarmaður.
Táið Klaksvíkar Útróðrarfelag var stovnað undir krígnum, kom hann í nevndina. Komin nakað væl upp í árini gjørdist hann arbeiðs­­for­maður hjá Kjølbro. Hann átti fólka­tykki, lættur var hann á sær og kimiligur, væl­sint­­ur og sum fuglurin á morgun­­stund­­ini. Nógv royndur sum yvir­maður umborð á skipi, so hann átti møgu­leik­arnar at leiða fiska­arbeiði, sjálvt um hann var farin um tað besta. Til bar. Ziska roynd­ist góður maður í lítla sam­felag okkara, eingin ivi um tað. Hann var sínum heimi ein góður húsfaðir.
Lítið er at ivast í, at sum tann trúgvi kirkjugangari hann var, so var tað ein holl og dygg lívsstyrki at seta sítt álit á Harran. Tað gjørdi Ziska.
Tað seinasta lívspetti kom at kennast hesum mæta kappa stríggið, tí hann fekk ringa heilsu at stríðast við. Ikki óhugsandi, at ovmikið hevur staðið á viðhvørt. Nú er tú sloppin til hvíldar í tí ævigu sælini aftaná væl útint foldarlív. Tú legði góð og dygdar­rík minni eftir teg, tínum børnum til æru, næstringum og okkum mongu, sum kendu teg, til gleði.

Onnur minni
um Ziska
Ziska verður framvegis mintur við virðing. Ein busta av honum stendur í svimjihøllini í Klaksvík og minnir tey ungu ættarliðini um hendan úrmælingin, sum lærdi at svimja undir heilt øðrum umstøðum enn tey.
Ein abbasonur Palli Ziskason hevur eisini verið virkin í svimjing og hevur verið formaður í svimjisambandinum.
Norðoya Bjargingarfelag fekk fyri nøkrum árum síðani ein bjargingarbát, og hann varð eisini kallaður Ziska.
Tað er í ár 110 ár síðan Ziska varð føddur. Hann verður ikki gloymdur


Komandi partur
Í komandi parti verður ein heilt sjáldsom søga um sangin, sum var funnin í lummanum á tí deyða Jógvan Thomassen.
Eisini verður greitt frá sera sjáldsamari tekning av Ernestinu við eini eins sjáldsamari søgu