sagt tað í 15-20 ár, men tit hava snorksovið. Marjus Dam, formaður í Kommunufelagnum, var bersøgin við politikararnar á valfundi í Havn fríggjadagin. Har umrøddi hann trotið á kommunulæknun, tí tað er [...] verða 50 kommunulæknar kring landið. Og tað lovaðu allir flokkarnir við plikt og bót, at teir tóku undir við. Umboðini fyri allar flokkarnir svaraðu nevniliga, at tað vildi teirra flokkur avgjørt gera. [...] beinleiðis kreppa á tí økinum. Tað eru 34 kommunulæknastørv kring landið, men bara 18 størv eru sett og restin er mannað við skiftandi avloysarum. Avleiðingin er, at túsundtals fólk hava ongan fasta lækna
annar kundi kanska hugsað sær, at lækkingin gekk yvir longri tíð, men saman kunnu vit tó fegnast um, at hetta var byrjanin til nakað, sum fer at gera tað liviligt hjá okkum øllum, bæði vinnulívi og teimum [...] kommunurnar og størru havnirnar. Hóast fleiri mótstríðandi áhugamál millum onkrar av pørtunum, so var ein vilji til at finna loysnir. Málið er ikki heilt einfalt, tí á aðrari síðuni vilja vit øll hava
merkja ongin ábyrgd. Fyri tað næsta er tað fíggingin. Eg siti sjálvur við landsroknskapinum og samskifti dagliga við stovnar, og ganga teir sjálvsagt høgt upp í sína játtan. Tað skulu teir eisini, tí leiðarin [...] Kann tað vera rætt, at eitt barn við avbjóðingum kann detta niðurímillum í skipanini, tí ósemja er um, hvør stovnur eigur ábyrgdina av barninum? Nei, tað sigur bæði vit og hjarta, at hetta er ikki í lagi [...] undir Almannamálaráðnum og Barnaverndartænastan undir kommununum. Tað eru serliga tvær avbjóðingar, sum henda støða førir við sær. Fyri tað fyrsta verður høvuðsuppgávan “at hjálpa barninum” pettað sundur
uppmerksami hyggjarin mundi haraftrat leggja merki til, at sendingin byrjaði fyrri og var væl longri enn 10 minuttir. Her var ístaðin talan um eina nýggja og øðrvísi sending við práti og livandi myndum av einum [...] føroyskum tilfari verður send. Soleiðis var eisini sunnudagin, sum var 1. sunnudagur í advent, tá henda heldur øðrvísi andaktin – ella prátið um dagsins prædikutekst – var á skránni. Farna sunnudag mátti andaktin [...] sum varð hildin í SALT á Drelnesi. Men tá so prátið hinvegin byrjaði klokkan 21:04, vardi tað hinvegin væl longri enn vanligt. Máttu hyggjararnir bíða eitt sindur eftir hesi nýggju andaktini, so fingu tey
til landsfundin, sum var í mars í ár. Hetta hava vit viljað í longri tíð, og serliga nú er tað av týdningi, tí gerandisdagurin er dýrkaður so nógv. Løgtingið skal ikki avgera løn - tað skulu fakbólkarnir [...] og teirra fakfeløg. Løgtingið skal ikki avgera arbeiðsvikuna - tað skulu fakbólkarnir og teirra fakfeløg. MEN, tað sum vit kunnu og vilja geva, er ein frádrátt. Grundin til, at hetta er ein skynsom loysn [...] rátt til starvsfólk innan økið - hetta merkir, at starvsfólkini fáa 10.000 kr. meira um árið. Jú, tað tykist kanska ikki sum nógv, men vit kunnu ikki góðtaka, at hesir fakbólkar allatíð verða niðurraðfestir
árum síðani var tað mett at vera ein tjóðskaparlig vanlukka í Danmark tí tað manglaðu kommunu200 læknar. Tað svarar til, at tað manga tveir læknar í Føroyum. Her hendir bara púra einki, men tað mugu poli [...] Føroyum eru tað túsundtals fólk, sum ikki hava fastan kommunulækna. Bara í Havnini eru tað eini 2.000 fólk, sum ikki hava fastan kommunulækna. – Tað eru 34 kommunulæknastørv í Føroyum, men tað er bara 18 [...] Tað hevur alstóran týdning, at fólk hava ein fastan kommunulækna. Tað staðfesti Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, á valfundi, sum Felagið Fyri Yngri Læknar í Føroyum, skipaði fyri í gjár. Hann
Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Vit eru komin longri á leið. Men hygg kring teg og síggj veruleikan. Tað eru hópin av borgarum, sum ikki hava somu atgongd, sum flestu okkara. Til skúla og [...] Skammsøga okkara Einaferð útfluttu vit okkara egnu borgarar, tí fá ella eingi tilboð vóru til teirra. Eg var sjálv smágenta, tá vit góvust við hesi ómenniskjaligu “loysn”. Minnist, tá hesi byrjaðu at flyta heim [...] samfelagnum, so til ber at kæra um mismun. Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Er tað rímiligt, at eitt barn, ið ber brek, ikki sleppur í skúla altíð, tá onnur børn sleppa? Nei! Vit mugu
Suðuroynna um fýra ár! Tað var í 1986, at bróðir mín Hanus Vang og eg skrivaðu fýra greinir um at fáa landsverk at gera tunlar til Vágar, Klaksvíkar, Sandoynna og Suðuroynna. Víst var á, at við hóvligum [...] ár. Royndirnar hava víst, at tað er lætt at gera undirsjóvartunlar í Føroyum. Ein av okkara fremstu landmátarum, Jóannes í Dali, hevur gjørt eina skitsu, sum vísir at tað ber til at gera eina byrging frá [...] ikki bjóða suðuroyingum at vera ein forfjónaður partur av okkara samfelag ein dag longri enn neyðugt. Verðin er stór, og tað eru nógv altjóða byggifeløg, sum dag um dag leita eftir nýggjum verkætlanum. Vit
ein spyrja, um 10 ár er ein long starvstíð í sama stað? Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er sera hørð og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv. - Og 10 ár [...] beiði kann tykjast væl longri enn 10 ár á eini skrivstovu. - Tí hátíðarhalda vit eisini 10 ára starvsdagarnar. Men aftrat tí hava vit ein 25 ára og ein 35 ára starvsdag – og tað er ikki smávegis. Eg haldi [...] Petra hevur sera sterkan rættvísissans og vil borgarunum tað besta. Hon gongur sera høgt upp í reinføri og talar at, tá ið okkurt er, sum tað ikki skal vera. Hon er konstuktiv og dugir væl at vegleiða
2-2, og so kundi Spania anda lættan í hinum dystinum. Í 85 minutti var tað eisini Havertz, sum setti fótin á eitt innlegg til 3-2. Nú var Týskland á rættari kós, men teir skuldu tó skora seks ferðir afturat [...] hinum dystinum, endaðu týskarar á triðja plássi. Spenningur var í dystunum, tí sum tíðin leið stóðu øll liðini av og á til at koma víðari. Men tað endaði við at Japan og Spania drógu longru stráini og sluppu [...] Rica fekk tamarhald á verjuni, og tað fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki. Sjálvt um Týskland hevði tamarhald á støðuni og stýrdi ímóti sigri, so kom tó trýst á inni í øðrum hálvleiki. Tí tá javnaði