Neistin ikki fatur í aftur. Í hálvleikinum var støðan 19-13 til Kyndil, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, var Kyndil frammanfyri við 10 málum, 29-19, men [...] men tá tók Neistin sær um reiggj, og hóast tíðin var ov knøpp og munurin ov stórur til at fáa nakað stig burtur úr dystinum minkaðu teir nógv um Kyndlaleiðsluna seinastu 10 minuttirnar. Kyndil gjørdi trý [...] trý mál hendan partin av dystinum, meðan Neistin gjørdi heili 9 mál. Endaliga úrslitið var 32-28 til Kyndil.
Kl. 14 mikudagin var tingfundur ásettur. Á skránni vóru munnuligir fyrispurningar og málið um Framtaksgrunnin. Av tí at eitt broytingaruppskot ikki var liðugt skrivað, var fundurin slitin í slakan tíma [...] ikki var løgfrøðiliga í lagi. - Ætlanin hjá løgmanni var tá, at málið skuldi aftur í fíggjarnevndina, men tá vísti eg á, at fíggjarnevndin ikki kundi viðgera mál, sum liggur í tinginum. Hetta var nú mál [...] segði Óli Jacobsen. Suni Jacobsen segði, at fíggjarnevndin hevði havt tveir møguleikar í at velja. Var hann skrásettur undir lógini um vinnurekandi grunnar, so kom hann undir Erhvervs- og Selskabsstyrelsen
svaraði løgmaður. Henrik Old var ikki nøgdur við svarið, og helt fyri, at visti ikki at so var, men at tað hevði bøtt um tónan í tingsalinum, um tingfólkið ikki soleiðis var rikið út, og noyddist at ganga [...] hesum máli, og gav Henrik Old rætt. Tað hevði hægst kostað einar 10 - 20 sodavatn eyka, um tingfólkið var boðið við. Jógvan I. Olsen, tingformaður, tók samanum og greiddi frá mannagongdini viðvíkjandi almennum
hormonikuni! Kjølfestið var tó altíð í tí baltiska og norðurlendska. Sjálvt tá ið teir leitaðu til Spania, samantvunnu teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett. Humor [...] hjá teimum, og salurin sat í heilum og flenti. Hýrurin var góður, tá teir at enda lokkaði fólk aftaná sær út úr salinum, meðan teir spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur [...] hevði fólkatónleik at bjóða uppá. Tey høvdu øll eins nógv rætt, sum tey høvdu skeivt, tí at tilfarið var ein samankókaður pottur av vitbornum spæli við tónleikasløgum. Teir løgdu út við at spæla modernaðan
Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti. Men tølini yvir arbeiðsleys hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær [...] í meirluta. 1. november í fjør stóðu 980 kvinnur skrásettar sum tøkur og 657 menn. Nú 1. november var talið av arbeiðstøkum monnum minkað heilt niður í 383, men framvegis eru 812 kvinnur tøkar á arbei
Petersen svaraði, at tað er stovnurin, sum setir starvsfólkið, og ikki Landsstýrið. - Bert ein umsøkjari var til starvið, og hann er ikki útbúgvin veðurfrøðingur.Av tí at vit vita, at ein føroyingur er útbúgvin [...] Hann helt, at Finnbogi Ísakson í sínum spurningi gjørdi mannamun á fólki, og vísti á, at tað ikki var loyvt at gera mannamun á fólkasløgum.
ringdi til hansara úr útlondum mikudagin við tíðindunum. Hann fekk tó herfyri varhugan av, at okkurt var á vási, tí hann hevði frætt, at teir høvdu spurt í útvarpuinum eftir handritum hansara til sendingarnar
løgini, og í heilum halda, at eydnan er eina aðrastaðni. Fyrsta søgan í »Dóttir av Proteus«, »Hellan«, var endurminning frá ungum barnaárum, somuleiðis er »Deldavatn«. Søgurnar eru á ein hátt líkar, tær siga [...] og hann giftist eisini Katharinu, men síðani frættir hon ikki nógv frá honum: »Og fimm ár seinni var alt samband teirra millum slitið, hóast tey ongantíð vórðu skild. Grímur á Nesi gjørdist skald og [...] hon spyr hann, hví hann ikki bíðaði. Men tá svarar Grímur til, at tað hevði verið til fánýtis, tí so var hann bara komin aftur. Og børnini hjá teimum báðum eru yrkingasøvnini. Hvussu víkur og vendir, so er
Suðuroyar at spæla sunnudagin. VB tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara
honum, var hansara politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan, sum eisini var hansara [...] hevði lært hann. Tað var tann umsorgan, hann vísti sínum egnu systkjum, tað var umsorganin, hann vísti sínum børnum, og tað var umsorganin hann vísti sínum abbabørnum. Bjarni var ein vitandi maður, hvørs [...] segði hesum heimi farvæl. Bjarni Wiberg Joensen var føddur 18. des. 1926, og var hann elstur av seks systkjum. Foreldrini vóru Astrid og Karl Joensen. Bjarni var bert tólv ára gamalur, tá mamman doyði, og kom