in høvdu teir tikið alla leiðsluna frá Kyndli, og tá lá líkasum í luftini, at vestmenningar vóru komnir fyri seg, og fóru at halda fram í seinna hálvleiki. Men tað skuldi ikki verða. Sjálvt eftir ein vánaligan [...] hálvleiki, at teir løgdu rættiliga til brots aftur frá byrjan av í seinna hálvleiki. Bárður Johannesen skoraði fýra ferðir á rað við júst somu uppskrift (her vóru VÍF¹arnir nakað seinir at verja fyri), og hóast [...] hjá Kyndli ger, at liðið nú er væl við í oddinum. Teir liggja saman við VÍF og H71 heilt har frammi, og næstu umførini fara at skilja menninar frá dreingjunum, tí tað fara neyvan fýra lið at liggja í oddinum
trupul, eisini tann at velja nevndir, ráð v. m., har menn og kvinnur eru javnt umboðað. Tað er tí av áhuga hjhá okkum ta fáa at vita, hvussu landsstýrið ber seg at fyri at tryggja, at kynini bæði eru javnt [...] góðtekur heldur ikki, at brotini ikki verða rættað. Marita Petersen vil eisin hava at vita, hvat seinni er hent í málinum. ? Tað hevur áhuga fyri bæði løgting og almenning at fáa at vita, um landsstýrið [...] hesum nevndum, ráðum v. m. At enda vil Marita Petersen hava at vita, hvørjar mannagongdir landsstýrið nýtir, tá nevndir í fyrisitingarligum høpi verða settar, so trygd er fyri, at § 8, stk. 1 í lógini um
undirvísingarmálum upplýst, at hann fer at taka stig til at umskipa nevndina at gera útbúgvingarpolitikk og nevndina, ið skla gera uppskot til nýggja læraraútbúgving soleiðis, at tær lýka treytirnar í ja [...] frá, at hann tekur við hesum sjónarmiði, og løgmaður fer at boða Javnstøðunevndini til fundar í næstum fyri at leggj aein afasta mannagongd til rættis, tá ið landsstýrið velur nevndir, soleiðis, at eingin [...] kommunumálum boðað frá, at tey fýra umboðini í Býarskipanarnevndini, ið hann velur, beinanvegin verða vald av nýggjum, soleiðis at í minsta lagi tvey av hesum verða kvinnur, og at hann fer at biðja Føroya Kommunufelag
vinningum. Lions Club skipar fyri onkrum og Grønir Skótar fara at selja candyfloss og poppkorn, og teir fara eisini at selja jólapynt, sum børnini hava gjørt - hetta bara fyri at nevna okkurt. Á marknaðardegnum [...] sum stendur fyri tiltakinum. Tað eru nú nógv ár síðani, handlar á Skálafjørðinum tóku seg saman í handilsmiðdepilin fyri at gera handlarnar meiri sjónligar. Síðani hevur miðdepilin staðið fyri ymsum tiltøkum [...] ferðum. Og tað skerst ikki burtur, at eystari armur á Skálafjørðinum er ein veruligir handilsmiðdepil. Sunrid Olsen, sum er formaður í handilsmiðdeplinum, sigur, at tað eru útvið 50 handlar av øllum sløgum
óhugsandi, at fólk skulu krevja, at tey skulu sleppa undan at flyta seg í aðra bygd at arbeiða, sigur hann. Formaður javnaðarfloksins heldur avgjørt, at er vilji til staðar, ber tað væl til at liða almenna [...] tí hon er so dýr at flyta til virkið. Tað er órímiligt, at skúvoyingurin betalir 30 oyru meiri fyri hvønn litur av olju. Og tað er órímilgt, at ein bygdarskúli skal betala meiri fyri internetið, enn ein [...] sins, nær ætlanin er at reisa málið. Hann sigur, at útjaðarin í Føroyum verður eitt høvuðsevnið hjá Javnaðarflokkinum til komandi val. Og koma vit soleiðis fyri eftir valið, at vit koma í samráðingar
vinir,¹ at tosa um medábyrgd og kom eisini við ábreiðslum, hóast hann samstundis helt, at ríkisfelagsskapurin ikki var í vanda. Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt - Tað er einki at dylja, at eg ofta [...] støðan hjá stjórnini ikki broytist, og hon heldur fram við at vera so negativ mótvegis føroyingum, er ikki óvist, at Vinstriflokkurin fer at royna parlamentarisku heimildina hjá stjórnini í hesum sambandi [...] - Eitt mark er fyri, hvussu langt kann farast, áðrenn ríkisfelagsskapurin kemur í vanda. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Per Stig Møller. Poul Nyrup Rasmussen fær ábreiðslur fyri, at hann ikki gav føroyingum
Tað er næstan ómøguligt at fáa føroyskan fisk fyri slíkan prís, at til ber at selja hann aftur í matvøruhandlinum, sigur danskur keypmaður, sum nú vil sleppa at keypa beinleiðis frá framleiðara í Føroyum [...] mánaðinum. Else Lang, sum eigur handilin, sigur, at tey kenna eitt sindur til Føroyar, men at hendan vikan, sum verið hevur, hevur ávirkað til, at tey nú royna at fáa føroyskan fisk beinleiðis frá framleiðaranum [...] Teir halda ikki avtalur, og tað ber ikki til at líta á.« Og hava tey so endiliga fingið fatur á fiski, er hann so dýrur, at at kalla eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum. Tað ber ikki til
frá ísraelskum felag, sum vildi hava hann at koma at spæla við teimum. Men hóast Jan Dam hevði áhuga í tilboðnum úr Ísrael, noyddist hann at siga nei. Orsøkin er at Jan Da, hevur tikið eina skrúvu, sum hann [...] sum noyddist at siga nei til ísraelsmenn. Ætlanin var at hann skuldi loysa skadda sweeparan hjá ísraelska 1. deildarliðnum av fram til 1. mai, tá hann eftir ætlan skuldi vera førur fyri at spæla aftur. [...] hann hevur havt sitandi í beinum, úr, og læknar hava rátt honum frá at spæla fótbólt aftur í ár. Jan er í løtuni í holt við uppvenjing við vektum og øðrum, og ikki fyrr enn næsta ár, skal hann fara undir
nú tilmeldaðir. Stórur áhugi er fyri hesari kapping og yvir 60 bátar fara at luttaka. Í faru viku vóru Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen fyri »Vestmenning« og umboð fyri Amerada Hess niðri í Cornwall [...] Eisini varð keyptur ein bátur, sum vestmenningar skulu hava at íðka við. Hann kemur til Føroya í næstum. Til sjálvan róðurin fara vestmenningar at læna ein bát á Scilly Oyggjunum. Wreck of Zanzibar er heitið [...] føroyska gerandisdegnum og verður henda bókin tískil nú týdd til føroyskt og fer Skúlabókagrunnurin at geva hana út í mai 98 um somu tíð sum kapprógvingin verður.
klokkan 17.30. Fyri einum knøppum ári síðani hevði manskórið konsert í kirkjuni í sambandi við, at hon fylti seksti. Í ár er eitt ávíst samstarv fingið í lag við skúlan har norðuri, soleiðis at manskórið og [...] og skúlanæmingar fara at býta konsertina sínámillum. Næmingarnir fara at hugna um við luciagongd og sangi. Manskórið fer bæði at syngja kendar og væl umtóktar jólasálmar eins væl og okkurt forkunnugt, [...] Manskórið á Skálafjørðinum havt jólakonsert í kirkjuni á Glyvrum. Umframt manskórið fáa fólk eisini høvi at hoyra seks gentur syngja í einum sangbólki. Millum teirra er Eivør Pálsdóttir, ið var við kórinum á