Síðani verða forkláringstrupulleikarnir hjá darwinismuni gruggaðir við skriving um, at onkur følir trongd til at prógva, at Várharra er til osfr. Spurt verður, hví vit skriva hesar greinar, og eisini verður [...] v.m. Tað er tað, sum greinar okkara í tinghelluni gera. Um hetta er at gera gjøldur burtur úr tí gudsfatan, sum nógv trúgvandi fólk hava og harvið objektivera trúnna, so meti eg, at mergjaði sálmurin [...] løgdu áherðslu á, at darwinisman á mongum økjum hevur álvarsligar forkláringstrupuleikar, og her vóru ítøkilig dømi nevnd. Tað er ikki pláss at endurtaka hesi dømi, men eg vil undirstrika, at tað finnast fleiri
eg líka siga, at orsøkin til at eg kalli tað ethno-funk-o-logi er at funk per definition er tann sálarfulla, spirituella, heita, humanistiaka kenslan sum kemur fra trummuni, dansinum og frá at lovprísa [...] vant minst 500 ferðir, so eg kann siga tað rætt í kvøld. At fáa eina heila fjøld her í Montreal at syngja okkurt á kinesikum, er ein máti at siga takk til fólk í Kina fyri at hava lært meg eitt evarska lítið [...] sæð allan tónleik sum er til. Ein av størstu trupulleikum í okkara tíð er kenslan av at vit ikki kunnu læra nakað nýtt. Um ein fær grønt ljós og fær at vita at man hevur hegni og at man kann, ja so verður
í Miðvági at gera. Men hvussu er og ikki, so ganga drápini hampiliga væl í Sandavági. So mikið væl, at líkt er til, at teir ætla at halda fram at drepa grind har. Hesaferð hendi tó tað, at grindin fór [...] rætt sum í Grindavísuni, at :...travle de gaa paa den flade Strand de Hvaler at nummerere. Sýslumaðurin hevði úr at gera. Hann tosaði í fartelefon og skipaði fyri. Um tað var hann ella ikki, sum hevði [...] skjótt kann vera hjá einum, sum ikki hevur gonguvit, at koma fyri ein knív so ella so, um ikki ein sterk hond er, sum tekur í og setir á grótkastið við greiðum boðum um at verða sitandi. Men alt gekk bæði
framtíðini at royna eitt sindur hvørjum. Hetta vikuskiftið sleppa suðringar ein túr aftur í hálvfjersini og fram í hálvfemsini. Næstu ferð verður tað kanska nakað heilt sum vit fara at borðreiða við, siga teir [...] Hetta hendir á Tvøroyri, tá teir fara at spæla til dans í TB-húsinum leygarkvøldið. Tað var eisini á Tvøroyri, at bólkurin var stovnaður fyri 20 árum síðani. Teir sum stovnaðu bólkin vóru, Páll Lave, Pætur [...] Deiggj seinastu 20 árini, men tann núverandi manningin er næstan tann sama, sum tann sum spældi fyrstu ferð í 1981. Teir, sum spæla við komandi vikuskiftið, eru Páll Lave, Pætur Dam, Fróði Vestergaard,
deildarleiðaran, sum tí mátti standa opin. Nógvar samtalur Tað er í so nógv at siga, at deildarleiðarin hevur skrivstovu. Hon situr inni í einum rúmi, sum áður var kanningarrúm, og sum nú umframt skrivstovu [...] ringar, at skjótt er at missa yvirblikkið. Tá kunnu skjótt gerast mistøk, sum í ringasta føri hava katastrofalar avleiðingar, sigur Jóna Sigmundardóttir. Hon heldur, at tað átti at borið til at flutt onkur [...] sigur Jóna Sigmundardóttir, sum sær fyri sær, at støðan á B8 skjott verður líka ring sum á B7, tí tann deildin verður noydd at taka ímóti sjúklingum, sum rúm ikki er fyri á B7.
amtmaðurin Dahlerup, sum fekk alt løgtingið ímóti sær í 1860, og sum tískil fór úr embætinum og av landinum. So mikið hevði løgtingið kortini at siga tá! Føringatíðindi skrivar, at Jóan Petur var framhyggin [...] einum at skilja tilfarið. Hetta kundi vera neyðugt, tí professararnir kundu vera so turrisligir, at tað var ringt at skilja tað, sum teir greiddu frá. Í 1952 var Demmus liðugur og tók prógv sum løgfrøðingur [...] doyði í 1890, at hann »talaði stutt og greitt, stóð altíð uppá tingsins rætt og æru, og uppá tað, sum hann helt vera rætt«. Knút Wang skrivaði í Dagblaðnum, tá ið Demmus fylti 50 ár, at tað, sum kundi sigast
tykjast mongum at vera langt síðan, og tað er løgið at hugsa sær, at Demmus longu tá fór at nærkast teimum seksti, og at hann hevur gingið sum klokkan at kalla líka síðan. Umframt yrki hansara sum løgfrøðingur [...] blánar. Kríggið gjørdi, at føroyingar sluppu ikki uttanlands at nema hægri lesnað uttan onkur hendingi, sum fór til Íslands. Men í 1945 loysnaði, og Demmus fór til Danmarkar at lesa løgfrøði. Í Havn hitti [...] stuttligt at práta við hann, dámligur og fryntligur, sum hann var. Altíð var hann til reiðar at geva okkum yngru góð ráð, og fingu vit eisini at vita, um okkurt var, ið hann helt minni um. Vit, sum ikki sluppu
og segði, at sær dámdi einki, at ein realkreditstovnur koma higar at fíggja sethús. Ein slíkur stovnur kom ikki at taka sama atlit til lántakaran, sum ein føroyskur vil gera, um tað kom at standa á f [...] eisini víst seinni. Annars var Atli góður at samstarva við. »Eg plagdi at siga honum, hvørjar ætlanir eg hevði og svarið var vanliga, at tað var í lagi, 'ger sum best'.« Aftaná valið í 1978 var samgongan [...] aðharrunum. Tann upphædd, sum kom úr Føroyum, var metta at vera 1,5 mill.kr. Í Føroyum tyktist lítil áhugi at vera fyri hesum »kultursentri.« Tað var onkur felagsskapur, sum var beinleiðis ímóti. Eitt
tíðir løna fólki sum ber seg ábyrgdarleyst at. At handla ábyrgdarfullt og royna at fáa stovnin at rigga skilagott og rationellt verður ikki lønt. Sum oftast verða tílíkir persónar mettir sum trupuleikar og [...] við at framleiða fyribyrgjandi heilivág. Lítil áhugi er eisini at menna seg innan ávís læknayrki, eitt nú eru ikki nógv sum velja at gerðast gynekologar. Tað førir bert til eitt ótal av kærum, sum at enda [...] mynstur sum tó gerst alt klárari. Tað eru løgfrøðingarnir sum sita báðu meðin borðið. Teir eru heilt avgerðandi tá tað lobbyarbeiðið fer fram, sum skal fáa politikarar at skilja tað neyðuga í, at gerða
avtalurætti, at apan er við at finna heim aftur til Nyrup, og at tað eftir øllum at døma verður tann danski skattaborgarin, sum fær eina rokning at gjalda til føroyska skattaborgaran fyri ein handil, sum fyrrverandi [...] sigur forstjórin í den Danske Bank, Knud Sørensen, at tað bara er møguligt, at frágreiðingin kemur. Hann sigur við Politiken, at tað er ikki vist, at tað verður nøkur reaktión frá bankans síðu um Grønbor [...] og hann er ikki so vísur í, at nakað verður at frætta frá bankanum yvirhøvur. Hvat, ella um nakað, er komið undan kavi, sum hevur broyt fráboðan bankans, vil hann ikki siga. Knud Sørensen vil als onga