ára gamal. Men nú er “lívstekin” frá honum, tí í brævasavninum hjá Poul Müller eru nøkur brøv frá Hans Christiani, og siga tey eitt sindur um, hvat ið er viðurfarist honum. Hesi brøvini eru frá árunum 1898 [...] Í arbeiðinum við hesi greinarøð eru eisini komin undan kavi brøv, sum Hans Christian árini 1921-1925 skrivaði úr San Fransisco til systir sína Petru Olsen. Hesi brøv eru mest um persónlig viðurskifti. [...] áhugaverdur persónur. Lívið í Grønlandi Nú verður komið aftur til Grønlands. Umrødda brævaskifti millum hesi systkini lýsir lívið hjá føroyingum í Grønlandi. Her eru eisini nógv brøv, sum Poul hevur fingið
har Niðri. Tey fingu 7 børn: Per Martin, Palli, Niclas, Karl, Nikael, Karl, Frida og Símun. Eftir eru nú Símun, sum býr í Gøtu og Frida, sum býr í Havn. Hon er júst blivin 90 ár. Nikael fór 17 ára gamal [...] fríska luft. Eftir eina tíð kendi Nikael seg so mikið væl, at hann var roknaður fyri at vera frískur. Komin norður aftur til Gøtu keypti Nikael ein lítlan lastbil og koyrdi ymiskt fyrifallandi sum t.d. við [...] tuberklasjúklingar, og læknin Lynge trúði fult og fast, at hetta var lekidómur. Hetta trúði Magnussen nú ikki so nógv uppá, og hann helt ikki, at tað var so umráðandi við so nógvum gjóstri. Tá ið sjúklingarnir
royndini at fáa gongd á tunfiskaveiðu. Nú er gongd komin á. Eg havi onki fingið úr almennum køssum til hetta arbeiðið, men harafturímóti goldið nógv inn. Tað eru stórar upphæddir, sum japanar hava lagt [...] hevur verið at skipa fyri ymiskum royndarfiskiskapi, eitt nú eftir búrfiski. Búrfiskaroyndirnar hava tíbetur eydnast væl, og føroyingar eru einsamallir í beinleiðis veiðu eftir hesum fiski í Norðuratlantshavi [...] hetta er atkomuligt á Fiskirannsóknarstovuni fyri einhvønn, sum hevur áhuga fyri tí. So vítt eg veit, eru allar frágreiðingar frá royndarfiskiskapi, sum Fiski-rannsóknarstovan hevur skipað fyri, atkomuligar
eftirkomarar, sum kunnu spyrjast. Hetta er eisini so langt síðani, at tey flestu, sum kendu John eru deyð. Men tað finst tó ein sjófartsbók hjá John í ættini. Her sæst, at hann tann 22. juni 1925 mynstraði [...] um John. Her kann í fyrsta umfari ikki gerast annað enn at lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga. Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline [...] ------------------ Eitt 50 ára minni: Tummas úr Streymnesi gongur burtur við »Hanne S« Í hesum døgum eru 50 ár síðani, at tað seinast frættist frá danska farmaskipinum »Hanne S«, sum tá var statt sunnanfyri
eina spennandi ætt. Hesar ættir fara vit at umrøða í trimum Miðvikum. Johan Evensen var sum kunnugt ein av hesum kolonistjórum. Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit umrøtt foreldur hansara Amalia Sofía [...] Dimmalætting so seint sum í 1916, at Christian Evensen var komin til Havnar við báðum sildadamparum sínum Grana og Eiriki undan Íslandi, har veiðutíðin nú var av fyri árið. Tilsamans høvdu teir hetta summar fingið [...] Essery, Peter, Amy, Mona Rendall, Margrethe Cox og Frida Moore. Nær hann er fluttur til Hull vita vit ikki, men Peter, sum var næstelstur, var føddur í 1909. Tískil hevur hann helst búð í Hull, tá ið hann
Vit høvdu í ólavsøkublaðnum í 2007 eina samrøðu við Diin. Hetta var í samband við, at hann hevði koyrt bil, til hann var 98 ára gamal. Vit hava so ikki enn hoyrt um nakran líka gamlan bilførara. Bert hetta [...] Brynhild og Jóna. Brynhild býr í Danmark, meðan hinar búgva í Føroyum. Abbabørnini eru 10, og langabbabørnini eru 23, so væl er komið burtur úr! Tað verður ynskt Diinum hjartaliga tillukku við teimum [...] eisini tað, sum hendi í gjár, og hann fylgir sera væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum. Vit fara at tríva nakað aftur í greinina frá 2007 og koma annars inn á onnur viðurskifti, sum Diurin kann
í Sandoynni. At Hentzeættin er blivin stór sæst ikki minst av, at í telefonbókini eru 395, sum eita Hentze. Umframt eru øll tey, sum hava annað eftirnavn. Demmus byrjaði ungur sína yrkisleið Demmus fór [...] amur. Hann var leingi sjúkur. At endanum var hann tá ikki so beiskur í hugi og sinni. Friður var komin í sinnið. Verður farið longur aftur, so var pápi Jóan Petur, Johan Mikal (1787-1840). Hann var sonur [...] Effersøe, beiggja Rasmus. Demmus gjørdist so fulltrúi í trý ár hjá Leivi Lützen, soleiðis sum reglurnar eru. Í 1957 førdi hann trý mál fyri landsrættin, og kundi tá kalla seg landsrættarsakførari, og hann gjørdist
eitur »Vit eru Føroyingar«, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini »Kvæði fremsta framtakskappa landsins« (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur. Á hesu fløgu eru fleiri [...] Á fløguni eru trý løg av ljóði: 1) Super Audio 5.1 »surround« 2) Super Audio Stereo, og 3) vanligt stereo. Á fløguni eru sangir úr Bulgaria, Danmark, Íslandi, Amerika og eisini eru fleiri góðir [...] at hátíðarhalda stóra íkastið, sum høvundin hevur givið føroyskum máli og mentan. Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Elin Brimheim Heinesen
søgan um ta idealismu, sum Føroya ungdómur fyrr hevði, men sum hvarv. Hvør veit, kanska er hon komin aftur nú. ?Barnsins gaman? Gaman og leiku vórðu tá ikki keypt og kundu nóg illa keypast. Hjá børnunum [...] skal bara endast við tveimum teimum seinastu reglunum: ?Dýrmætan førning frá fedrum vit fingu í kova. Stórur er saknur, nú hesi í moldini sova.? Petur Jacob Sigvardsen hevur sanniliga sett teimum eitt virðiligt [...] Musikkmenn kundu kanska havt kallað hetta eitt tjóðskaparligt tema við variatiónum. Og variatiónirnar eru so nógvar í verkinum, at tær fáa illa verið fleiri. Tað er tí helst klókt at lesa yvirskriftir og
ikki, og eftir sum vit hava skilt, so hevur FS Vágar vunnið tey trý stigini. Vágaliðið hevur síðani síðstu støðutalvu gjørt eitt orduligt skarvslop. Teir hava fingið seks stig, eru farnir av 9. og fram [...] sigurin hjá fuglfirðingum hevur við sær, at teir hava vunnið bronsukrónurnar. HB er flutt niður, og nú bendir alt á, at KÍ, sum størsta partin av árinum annars hevur skikkað sær nógv betri, enn teir hava [...] fram á 5. plássið, og teir eru burtur úr øllum vanda fyri niðurflyting. Fyri næstniðasta plássið er tað av týdningi, at dysturin millum KÍ og TB, sum var útsettur hesa ferð, verður spældur. Liðið, ið endar