ósemjuna, eftir at Ísrael fríggjakvøldið í síðstu viku leyp á fleiri hernaðarmál í Iran. Trump sigur eisini í røðu síni í nátt, at Iran nú skal binda frið. Annars fer USA eftir øðrum málum í Iran, sigur forsetin [...] verkið í Iran er fullkomiliga og totalt oyðilagt, sigur forsetin. Fyrr í nátt framdi USA loftálop móti teimum trimum kjarnorkuverkunum Fordow, Natanz og Isfahan í Iran. Hetta er fyrstu ferð, at USA legst [...] grava seg 61 metrar niður í jørðina, áðrenn tær bresta. Bumban verður mett at vera tað kraftmiklasta vanliga vápnið. Í røðuni, sum vardi næstan fýra minuttir, gav Donald Trump ikki fleiri smálutir um álopini
góðu evnum at lesa spælið. Nikolei Johannesen hevur ikki verið við fyrr í ár. At hann í kvøld var aftur á miðvøllinum kann fara at vísa seg at vera styrkur. 1-1 í kvøld var fyrsta stigið hjá TB í seks vikur [...] bóltin í málið. Tíggju minuttir frammanundan hevði málskjúttin avloyst Tóka H. Johannesen. Hetta var 11. ferðin, at Thomas Bjørn Miezan var á besta liðnum hjá EB/Streymi, og hetta var fyrsta ferðin, at hann [...] Tønnesen í TB málinum. Thomas Thinggaard hevði fyri aðru ferð ábyrgdina av TB liðnum. Í fyrra førinum endaði tað við 3-0 heimatapi ímóti Víkingi. Nýggi venjarin arbeiðir við at menna liðið. Í kvøld var
til mál, og í næstsíðsta minutti var tað Dávid Høgnason Viderø, sum staðfesti trivaliga 3-0 heimasigurin. Hetta var fjórða ferðin í ár, at 16 ára gamli Dávid Høgnason Viderø var málskjútti í næstbestu deildini [...] Tað vendi heilt øðrvísi í Gundadali í kvøld, enn støðutalvan annars legði upp til. Gestirnir í B71 vóru undan ferðini undir fjørðin næstfremst, meðan næstbesta liðið hjá B36 var aftast við fýra stigum [...] onkra ferðina á træverkinum, men tað eydnaðist ikki sandoyingum at skora. B36 vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Á B36 liðnum vóru fleiri spælarar, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Eitt nú Tobias
tað er, at tað at spara í vælferðartænastunum ofta í síðsta enda vísir seg at kosta enn meir, bæði fyri tann rakta og fyri samfelagið. Skal sparast er alneyðugt, at tað ikki gongur út yvir dygdina í tænastuni [...] milliónir krónur í sparingum finnast í 2026, 90 í 2027 og 125 milliónir í 2028. Hon sigur, at tey hava longu funnið 72 milliónir króur. Men tað skal sparast meira enn so. Játtannarkarmarnir siga, at tað skulu [...] sparast 160 milliónir í 2029 og 195 milliónir í 2030. Sambært fíggjarmálaráðfrúuni krevur hetta nýskipanir, sum hon nevndi nøkur dømi um í útvarpssamrøðuni, har hon tó legði dent á, at hetta stóð fyri hennara
AB spenti álopsbogan í botn, og 07 Vestur var væl skipað í verjupartinum. Fyrr í ár vann AB 1-0 í Sørvági, og aftur í dag eydnaðist tað AB at vinna við einum máli. Málskjútti í síðsta minutti var Bjarki [...] undan hesum kappingarárinum flutti aftur til barndómsfelagið, eftir at hann í fýra ár var í B36. Hetta var fjórða málið hjá Bjarka í ár, og tað varð skorað við brotssparki, sum Bjarki sjálvur vann. AB [...] Ørsted Thorstensen átti uppleggið. Hetta var sjeynda málið í ár hjá Dánjali, sum er AB toppskjútti. So sá tað út til, at tað var sloppið hjá AB, men soleiðis varð tað ikki. Tíggju minuttir undan leikloki
Úrslitið var, at fuglfirðingar vunnu 4-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta er størsti sigurin hjá ÍF í ár. ÍF hevur vunnið sjey dystir, spælt tveir javnar og tapt fimm dystir. Hetta var triðja ferðin [...] ferðin á rað, at ÍF fór av vøllinum við fullari úrtøku. ÍF er nú á fjórða plássi við 23 stigum. Dreymurin hjá ÍF er aftur at verða partur av bestu deildini, men í løtuni verður ikki roknað við tí møguleikanum [...] fyrr í ár vóru nógvir útlendskir spælarar á KÍ liðnum, sum hevur liðið seinastu ferðirnar og aftur í dag verið mannað við spælarum, sum eru uppaldir í felagnum. Undantakið millum teir fyrstu ellivu í dag
Húsgarð, sum so smátt er farin í holt við at seta húsini í stand, men hetta er eitt stórt og umfatandi arbeiði, sum fer at taka tíð. Tá tú kemur innar, sært tú skjótt, at hetta er ein gamal bústaður. Meðan [...] Húsgarði var og er framvegis í Syðrugøtu, og tað var í 1980, at farið varð í holt við at byggja nýtt fjós eystaru megin Fjarðará, og tað var í 1982, at neytini vórðu flutt norður. - Slakir 1000 áseyðir hoyra [...] tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. Hetta er ein hugnalig løta við borðið, og bæði Líggjas og Anfinnur hava nógv at siga frá, sum saktans kundi fylt nógvar síður í blaðnum í dag, tá
sín bil, fyri síðani at fáa stuðul at keypa nýggjan bil. Tað er sambært Almannaverkinum ikki óvanligt, at hetta kemur fyri.« Víðari stendur í viðmerkingum til uppskotið, at tey, sum hava serligar [...] til dømis í Suðuroy, 10.000 krónur um mánaðin, so tey kunnu leiga sær okkurt at búgva í í Havn, tí tey mugu vera í Havn, tá tey eru til arbeiðis í landsstýrinum – sjálvt um tey hava valt at búgva á bygd [...] umsøkjari ikki fær stuðul játtaðan, er tað lutvíst orsakað av, at umsøkjari ikki lýkur treytirnar, og lutvíst tí, at umsøkjari tekur umsóknina aftur. Endamálið er sparing Tað stendur púra greitt í við
Allir flokkar eru samdir um at hjálpa... Hon heldur ikki, at hetta eigur at gerast eitt hugsjónarligt stríðsmál millum flokkar. – Eg haldi bara, at allir flokkar vilja, at fólk við slíkum serligum [...] dóttir. – Hetta er fullkomiliga manglandi innlit í, hvat fólk ganga runt og dragast við. – Man sær, at við at hjálpa fólki at vera sjálvhjálpin, so sparir samfelagið pengar. – Hetta er at leggjast eftir [...] lága inntøku, og stríðast longu við at fáa endarnar at røkka saman. Tey, sum liva av eini fyritíðarpensjón og ikki hava annað, fara ikki at hava ráð til at keypa sær bil uttan almennan stuðul
Í dag hevur danski Javnaðarflokkurin tveitt Henrik Sass Larsen úr flokkinum. Fyrrverandi ráðharrin er ikki longur limur í flokkinum, sum hann var við til at standa á odda fyri í áratíggju. - Eg kann staðfesta [...] honum tó so mikið nær, at hann ikki vildi taka við boðunum, og hann valdi at vera verandi limur. Men hesa loysnina var forkvinnan í flokkinum og forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, ikki nøgd við. Hon váttaði [...] til Ritzau. Henrik Sass Larsen fekk boðini í dag. Javnaðarflokkurin hevur áður biðið fyrrverandi politikaran um at fara úr flokkinum, eftir at málið um at hava barnamisnýtslutilfar kom undan kavi. Hesum