afturat. Í 1959 vantaði okkum serlæknar Galdandi lógv arð í 1959 sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Henda fyriskipan ger undantak fyri einari av berandi greinunum í lógini, til vit í Føroyum [...] er grundarlagið fyri, at føroyski politiski myndugleikin loyvir fosturtøku í einum tíðarskeiði í graviditetinum, har sjálvt lond, har fosturtøkan er frí, ikki geva slíkt loyvi? Hetta er ein av spurningunum [...] hægri í Føroyum (16 vikur) enn í grannalondum okkara? 2) Hvør er frágreiðingin til at føroyska lógin enn, 38 ár eftir ígildissetanina, er í gildi sambært einari kongaligari kunngerð, ið var ætlað at vera
skipanina. Vit mugu tó ikki gloyma, at høvuðstrupuleikin er, at ongin ognarjørð er í Havn, og lítil ognarjørð er á øðrum stórplássum, eitt nú í Klaksvík. Loysnin er tí at selja í øllum førum teir hagapartar [...] lærubøkur í búnaðarfrøði. Sum Dalsgarðsslagnum líkt segði hann bersøgin sína hugsan: »Búmaðurin eigur ikki at vera so einoygdur, at hann bert hugsar um at trysta prísirnar upp á sínum vørum uttan at minnast [...] ið ikki ber til at verja í einum opnum, demokratiskum marknaðarbúskapi. Jarðargrunnurin byggir á eina misfatan um, at lagalig fígging er grundarlagið undir einum rationellum rakstri ? hetta er ikki so
stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at hóast Martin Hendriksson framvegis er stjóri á dótturfelagnum í Føroyum, veit leiðslan í Reykjavík ikki, hvar hann er staddur, annað enn, at hann er í Gøteborg í Svøríki [...] Stjórin í Ísbú í Reykjavík, Jens Valdemarsson, sigur við Sosialin, at teir eru harmir um, at felagið skyldar fleiri føroyingum pengar. Men hetta ætla teir at fáa avgreitt fyrsta dagin, sigur hann. Tað [...] Tað hendir ikki tað stóra á Ísbú Føroyum í løtuni, sigur Jens Valdemarsson. Men um felagið Ísbú í Føroyum verður niðurlagt, vil hann ikki siga. Og Martin Hendriksson er framvegis stjóri í Ísbú í Føroyum,
fiskavirkinum í Oyndarfirði, sum Ísbú byrjaði í, og menn, sum vilja fara undir nýtt virksemi í húsinum. Sosialurin veit, at talan er um millum aðrar Martin Hendriksson, sum var stjóri í Ísbú í Føroyum. Saman [...] fram. Men hann hevur ongan hug at gera viðmerkingar til hetta málið. Hann vísir til stjóran og virkisleiðaran í Ísbú, hóast hann samstundis leggur dent á, at tað er ikki Ísbú, sum fer undir nýggja virksemið [...] og koma seinni í vikuni, verður sagt. Samráðingarmaðurin, vit hava tosað við, er ikki heilt nøgdur við tað, sum staðið hevur í Sosialinum um virksemið hjá Ísbú í Oyndarfirði. »Har er ikki alt rætt,« sigur
sagt verður, at grundupphæddin í pensionini er skattafrí. ? Tað er rætt, at pensionistar betala ikki landsskatt. ? Men í nógvum kommunum noyðast teir at betala kommunuskatt. ? Tað kemst av, at tá ið pensionistar [...] ikki í, at gongdin var tann sama í útjaðaranum annars. ? Tvs, at úrslitið verður, at fjøldin av eldri veksur munandi, og tað setir politikarum krøv. ? Nei, kreppan er ikki av enn, verða ikki stór tiltøk sett [...] sum hann ikki vil út við enn, fyrrenn landsstýrið og pensionistafelagið hava tosað saman um tey. Neyðugt at hittast Hetta er aðru ferð at eldradagur er í Føroyum. Hin var í Norðurlandahúsinum í 1993. Ætlanin
? Tit eiga ikki at góðtaka, at summi kanska halda, at tykkara tíð er farin. Tit eiga ikki at góðviljað at góðtaka, at tann siðaarvur, hugsunnarháttur, ið hevur ment hetta samfelagið, fer fyri skeyti. [...] ætlanirnar at umskipa húsalánsgrunnin so at hann kann verða við til at byggja eldraíbúðir, báði til røsk og brekað. Men hetta krevur so, at fólk sleppa gamlari vanahugsan um, at tað ber bara til at búgva í egnum [...] Einasti máti at verða virdur er at vinna sær virðing, segði hann. Hann helt annars at tað tóktist sum um tey eldru ikki rættiliga hættaðu sær at blanda seg uppí almenna kjakið um, hvussu tey hildu, at tey yngru
eitt nú at útvega sær føroyskar samarbeiðspartnarar, soleiðis at føroyska vinnan kann hava møguleika fyri at mennast. Tað er ikki nokk bara at hava strámenn í Føroyum. Vinnan her skal takast við í útviklingin [...] við í menningini av oljuvinnuni á føroyskum øki. Sofus Gregersen heldur tað vera av stórum týdningi, at oljufeløgini og kontraktorfeløgini longu nú fáa at vita, at ein treyt fyri at vera við er, at tey [...] vóru ikki færri enn 100 norskar fyritøkur við. Sofus Gregersen sigur, at tað at so nógvir føroyingar eru við á messuni og so tað, at føroyskir myndugleikar longu hava sett út í kortið og sagt, at allar
aftur um, sum var í meira lagið, tá hugsað verður um, hvusu gott avrikið hevði verið til tá. Sensatión VÍF byrjaði sera illa í seinna dystinum, og tey sum óttaðust, at VÍF?arnir ikki fóru at orka tað sama [...] sama, sum teir gjørdu dagin fyri, høvdu nakað at hava sín illgruna í fyrstu løtuna. VÍF?arnir gjørdu nógv mistøk, og spælið gekk illa. Teir komu ikki fram at til veruliga avslutningar, og rumenska liðið kom [...] aftur í dystin, teir minkaðu um munin til tvey mál við seinasta kastinum í fyrra hálvleiki, tá Rógvi Nielsen tveitti bóltin um allan vøllin og í málið. Eftir steðgin var sama skil hjá VÍF, sum í fyrra
vikuna. Men hetta gav teimum ongan fyrimun reint kropsliga. Vit hava vant rættiliga hart seinastu vikurnar, tí vit vistu, at skuldu vit yvirhøvur klára at fylgja við, so máttu vit vera í toppformi, sigur [...] avrikið hjá okkum. Vit hava nú víst, at føroysk lið kunnu standa seg í Europa, og vit eiga at taka fleiri avbjóðingar á okkum. Fyrsta avbjóðingin hjá Inga og VÍF verður tó í heimligu kappingini, sum byrjar [...] tveir óneyðugar feilir í seinna hálvleiki, segði Ingi Olsen við Ítróttarsosialin eftir dystin. Ingi stríddist fyri fleiri, hann var altíð í verjustøðu, fangaði bóltar, setti skjótálop í gongd og var sjálvur
Føroyskur hondbóltur í altjóða høpi er ikki nakað, sum vit uppliva á hvørjum ári. Í Europa-Cup er langt ímillum luttøkurnar, og landsliðsarbeiðið hevur ikki verið støðugt í langar tíðir. Í fjør spældu vit tveir [...] við hesum. ? HSF átti at skipa fyri landsliðssamlingum í vetur, tí tað kostar einki at venja. Vit skulu arbeiða fram móti onkrum, og úrslitið hjá okkum vísur, at vit hava fólkið til at spæla altjóða dystir [...] føroysk lið við í Europa-Cup og landsliðsarbeiðið tikið uppaftur. ? Um sigurin hjá VÍF ikki kann fáa feløgini og Hondbóltssambandið at vakna, og taka við fleiri altjóða avbjóðingum, so veit ikki eg hvat kann