? Tit skulu ikki finna tykkum í øllum

? Tað er neyðugt at tey eldru sjálvi gera vart við tað, tey eru ónøgd við. Skulu tit verða vird, mugu tit sjálvi vinna tykkum virðing

 

? Tit eiga ikki at góðtaka, at summi kanska halda, at tykkara tíð er farin. Tit eiga ikki at góðviljað at góðtaka, at tann siðaarvur, hugsunnarháttur, ið hevur ment hetta samfelagið, fer fyri skeyti.

Landstýrismaðurin í Almannamálum, Kristjan Magnussen vil hava pensionistarnar at gera meiri vart við seg og tað, tey eru ónøgd ið, tí teir politisku flokkarnir megna tað ikki sjálvir at bøta stórvegis um støðuna.

Tá ið hann setti eldradagin á Tvøroyri leygardagin, segði hann, at skulu umstøðurnar hjá teimum eldru broytast til tað betra, er tað neyðugt, at tey eldru sjálvi gera vart við seg og brúka allar møguleikar yvirhøvur at gera vart við seg og at ávirka politikarar.

? Einasti máti at verða virdur er at vinna sær virðing, segði hann.

Hann helt annars at tað tóktist sum um tey eldru ikki rættiliga hættaðu sær at blanda seg uppí almenna kjakið um, hvussu tey hildu, at tey yngru umsótu tað samfelagið, tey høvdu lagt lunnar undir.

? Eg veit, at tit hava tykkara tankar um tær ógvusligu broytingarnar í samfelagnum, nú tað broytist so skjótt, at báði ung og eldri hava ilt við at síggja meiningina við øllum broytingunum, og mong spyrja seg sjálvi, um nøkur vón er fyri framman.


Gott at tit hava áræði

Annars gleddist landsstýrismaðurin um, at tey eldru høvdu orku og áræði at at skipa fyri einum tiltaki sum hesum.

? Í dag tykist tað sum um politikarar renna undan at taka støðu til, um vit skulu hava ein virknan eldrapolitikk ella ikki.

? Hetta gongur ikki í longdini, tí vit skulda tykkum at geva til kennar, um tað skal verða samfelagið, sum stingur út í kortið, ella um polikararnir skulu blanda seg sum minst uppí og lata tykkum sjálvi leggja tykkara eldraár til rættis sum frægast.

Kristjan Magnussen segði, at eftir hansara tykki var neyðugt, at tað almenna legði ein virknan eldrapolitikk til rættis so at fólk trygt kunnu líta fram ímóti teirra ellisárum.

? Politikkurin má verða ítøkiligur, báði frá landsins myndugleikum og frá kommunnalum myndugleikum.

Kristjan Magnussen vísti á, at tey eldru verða fleiri og fleiri eftir fólkatalinum.

? Fleiri og fleiri liva longri og hava rímiliga góða heilsu. Men tað eru eisini mong, sum eru uppslitin av einum longum og strævnum arbeiðslívi.

? Tað er tí rættiliga stórur munur á teimum eldru, báði fíggjarliga, likamliga og sálarliga.

? Tí má eldrapolitikkurin avspegla munin á teimum eldru.


Tryggja rímiliga pensión

Kristjan Magnussen segði, at eitt høvuðsmál eru eftirlønirnar.

? Alt fleiri og fleiri hava sínar egnu eftirlønarskipanir, sum kanska eru góðar hjá tí einstaka.

? Men tað eru eisini mong, sum framvegis bara hava fólkapensiónina at liva av.

? Og tað er heldur eingin loyna, at pensiónin er afturútsigld fíggjarliga seinastu nógvu árini.

Hann helt, at tí máttu politikarar tryggja teimum, ið einki annað hava, eina so góða pensión sum gjørligt.

? Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin er ein lítil bati, helt landsstýrismaðurin, sum tí helt, at tað var so sum so við samhaldsfestinum, tá ið grunnurin skar øll yvir ein kamb og ikki betalti teimum meiri, sum einki høvdu og teimum minni, ella einki, sum høvdu sínar egnu pensjónir. Tað var í hansara verð tað beint øvugta av at vera samhaldsfastur

Hann segði, at í samgonguskjalinum stendur, at miðjast skal ímóti at seta á stovn lógarbundna eftirløn, livstrygging, einkjupensión, einkjumannapensjón og avlamispensjón.

Hann segði, at almanna- og heilsudeildin í Tinganesi hevur tikið málið upp og er farið undir arbeiðið at framtíðar pensjónsskipanunum.

Hann kann hann tó púra einki ítøkilig siga um, hvat úrslitið verður.

Annars helt Landsstýrismaðurin, at tað almenna áttið at farið undir ein virknan íbuðarpolitikk, sum skuldi miðja ímóti, at fólk búðu heima sum longst, men so mátti primera heilsutænastan leggjast til rættis eftir tí.

T.d. var neyðugt við heimahjálp alt samdøgurið og at fólk fingu rætt til ráðgeving og fíggjarligan stuðul til neyðugar broytingar í heiminum.

Somuleiðis helt hann, at størri dentur átti at verðið lagdur á tað uppsøkjandi arbeiði so at eisini tey, sum ikki gera vart við seg sjálvi, kunnu fáa munadygga ráðgeving og munagóð tilboð.

Og so kundi hann hugsa sær, at vit skipaðu eitt kæruráð, sum kundi t.d. viðgjørt kærumál hjá teimum eldru.

Hann setir stórar vónir til ætlanirnar at umskipa húsalánsgrunnin so at hann kann verða við til at byggja eldraíbúðir, báði til røsk og brekað.

Men hetta krevur so, at fólk sleppa gamlari vanahugsan um, at tað ber bara til at búgva í egnum húsum alt lívið.

? Tað kann verða ringt at fara frá tí, ein kennir seg tryggan við. Men tíðir broytast og hann væntaði, at tey fóru at taka undir við hesum, tá ið tey ásanna fyrimunirnar av at kunna skifta ein stór og dýr sethús um við eina minni íbúð, sum er lagað til tørvin hjá tí einstaka.


Ráðstevna

Kristjan Magnussen segði, at hann ætlaði sær at skipa fyri eini politiskari ráðstevnu fyri at tvinga politikarar at taka viknan lut í eldrapolitikkinum.

Henda ráðstevna skuldi báði fevna um pensjónir, íbúðarpolitikk og onnur mál.


Frá arbeiði til pensjón

Landsstýrismaðurin helt, at sera viðkomandi spurningur, ið er neyðugur at taka upp politiskt, er skifti frá arbeiði til pensjón, og, hvussu politikarar kundu stuðla uppundir, at ellisárini gjørdust virkin.

Hann helt, at tað kundu kanska verðið gjørt við tilboðum um ymisk mentanartiltøk, háskúlauppihald og onnur undirvísingartilboð, stuðul til at menna vitjunartænastuna og stuðul til ymisk dagtilhald.

Sjálvum dámdi honum ikki mátan, sum brúktur varð, táið fólk fara úr starvi fyri aldur.

? Í dag arbeiðir tú, í morgin ert tú óbrúkiligir.

Hann segði, at hann skilti ikki, at pensjónistar høvdu góðtikið hesa mannagongd.

? Tað hevði verið menniskjansligari um arbeiðsplássið og tann fráfarandi kundu funnið ein máta at trappa arbeiðstíðina spakilga niður at seg við tilveruna sum pensjónistur fyri at gera yvirgongdina so lagaliga sum tilber.