Føroysk hondbóltsfólk vóru í góðum lag sunnukvøldið.
Og tað var tað einki at siga til.
Fyri eina ferð skuld vóru tað teir, sum tveita við bóltinum, sum fram um teir, sum sparka bóltar, sum høvdu skapt eina sensatión.
Og samanlíkning við størstu fótbóltsavrik vóru gjørd.
? Fyri hondbóltin er hetta eitt líka gott úrslit, sum tað, sum fótbóltsspælararnir fingu í Landskrona á sinni, heldur Sverri Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir innan hondbólt.
Hann var landsliðsspælari, tá harðast leikaði á, og hann hevur seinnu árini verið venjari, bæði hjá feløgum og A-landsliðnum.
? Úrslitið hjá VÍF var ótrúliga gott, og tað vísur hvussu væl vestmenningar eru fyri. Teir trúgva uppá seg sjálvar og hava ein fantastiskan vilja til at vinna.
? Tað gekk sera illa at byrja við í seinna dystinum, men teir góvu ongantíð upp. Hatta hevði einki annað felag klárað, heldur Sverri Jacobsen.
Sjálvandi meiri altjóða hondbólt
Føroyskur hondbóltur í altjóða høpi er ikki nakað, sum vit uppliva á hvørjum ári.
Í Europa-Cup er langt ímillum luttøkurnar, og landsliðsarbeiðið hevur ikki verið støðugt í langar tíðir.
Í fjør spældu vit tveir landsdystir móti Íslandi, men so datt alt niður fyri aftur.
Avrikið hjá VÍF er funnin fressur hjá teimum, sum vilja hava føroysk lið við í Europa-Cup og landsliðsarbeiðið tikið uppaftur.
? Um sigurin hjá VÍF ikki kann fáa feløgini og Hondbóltssambandið at vakna, og taka við fleiri altjóða avbjóðingum, so veit ikki eg hvat kann, sigur Sverri Jacobsen.
Og Ingi Olsen hjá VÍF tekur undir við hesum.
? HSF átti at skipa fyri landsliðssamlingum í vetur, tí tað kostar einki at venja. Vit skulu arbeiða fram móti onkrum, og úrslitið hjá okkum vísur, at vit hava fólkið til at spæla altjóða dystir, sigur hann.
? Men stóri trupulleikin er tað fíggjarliga, tí vit fáa einki fyri at luttaka, soleiðis sum fótbólturin ger.
Fleiri avbjóðingar
? Sigurin hjá VÍF átti at fingið fleiri fólk at farið til hondbólt, men tað skal meira til, skal veruligt lív koma í aftur, sigur Sverri Jacobsen.
? Hondbóltsspælarar hava alt ov fáar avbjóðingar. Teir hava einki landslið at stremba eftir og heimliga kappingin er ikki spennandi. Skulu vit hava framgongd í hondbóltin aftur, so mugu vit taka vð fleiri altjóða avbjóðingum.
? Og VÍF hevur víst, at vit kunnu vera við um vit gera nógv við venjingina, trúgva uppá okkum sjálvar, og eru klárir til at stríðast.
Tað hevur verið rok í HSF um millum annað altjóða luttøku hjá landsliðnum, og enn fyriliggur einki greitt, um hvussu verður við A-landsliðnum.
VÍF hevur so gjørt sítt til, at hondbóltsfólk ikki skulu stúra fyri at taka dystin upp við útlendskar stjørnur.
ek