uppskotum til viðtøkubroytingar. Tað vald, sum ein umboðsnevnd í einum lutafelag sum SEV natúrliga hevur, skal skerjast. Framyvir skal umboðsnevndin avmarkast til ein kaffiklubba. Fari eg at nevna nøkur av teimum [...] 1998 verður roknað við einum ársúrsliti uppá 20 mió. í mun til 1997 verður ein minking í inntøkunum uppá 5 mió. og somuleiðis ein minking í útrieðslunum uppá einar 5 mió. Avskrivingarnar verða nakað tær [...] leiðslan ikki »positivt« kann ávísa í viðtøkunum, at valdið liggur hjá henni. Talan er ikki bara um ein týðandi prinsipiellan mun. Á hendan hátt fer at bera til hjá leiðsluni at steðga mestsum øllum málum
Sjúrður Horsdal, at hann ikki vil gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum er farið, men at tað er ein lætti at avgerðin nú er tikin. Hann hevur einki starv at fara til, men væntar ikki at fara at sita [...] Arbeiðsloysisskipanin hevur eina trupla fortíð við nógvari feilumsiting og ónøktandi tænastustøði. Eg havi roynt at bøtt um hetta, og meti sjálvur, at nógv er komið burturúr, sigur Sjúrður Horsdal, og nevnir
-Eg havi verið hóttur við uppsøgn tvær ferðir áður. Eg veit ikki, hví tað ikki ber til at tosa saman, tá tú jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur! Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin [...] endabresturin. Sagdur upp uppá grátt pappír - uttan nakra sum helst ávaring. Løgin arbeiðsháttur -Hetta er ein undarligur arbeiðsháttur. Vit høvdu vanligan landsstýrisfund mánadagin og løgmaður og eg gingu um beinini [...] hann tosað við meg um tað. Men soleiðis arbeiðir løgmaður ikki. Sámal Petur í Grund leggur aftrat, at ein ríkisleiðari kann ikki siga einum landsstýrismanni upp útfrá nøkrum, sum hann er endurgivin fyri at
Vit fara ikki at bjarga løgmanni. Tað situr eingin sambands-løgmaður ein tann einasta dag í sessinum við hjálp frá Tjóðveldisflokkinum so leingi eg ráði í flokkinum. Heini O. Heinesen, formaður Tjóð [...] leingi eg ráði í flokkinum, sleppur hvørki Edmund Joensen, løgmaður, ella samgongan sum so, at sita ein tann einasta dag við Tjóðveldisfloksins hjálp, sigur Heini O. Heinesen. Hann fýlist annars á, at f [...] skattalættin til sjómenn er bara eitt dømi um, at samgongan er farin at hugsa ov nógv um kmandi val. Eg havi altíð hildið, at fiskimenn í Føroyum eru órímiliga hart skattaðir, afturímóti fiskimonnum í øðrum
koyrdur og so kann ein eins væl strika hasa greinina í stýrisskipanarlógini. Edmund Joensen sigur annars, at hann hevur altíð havt gott samstarv við tingmenn og landsstýrismenn. -Eg havi ongan dag gingið [...] sagt upp ein av sínum landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein lands [...] hvat ein ikki hevur varhugan av, at tú altíð hevur! - Løgmaður spyr heldur ikki sín egna flokk, tá eitt slíkt mál kemur fyri. Skal hann ráðføra seg við Gud og hvønn mann, hvat hann skal gera við ein lan
eg verði útbrendur um eini fimm ár, so noyðist meinigheitin at hanga uppá ein útbrendan prest í eini 10-15 ár aftrat, sum eg havi eftir at vera prestur í, og tað hevði verið spell. Eg haldi tað vera neyðugt [...] Eg vil tó siga, at tey flestu ósamdu hava verið tað upp á ein siviliseraðan máta, og tíbetur hava vit fáar intollerantar fanatikarar. Eg havi ongantíð havt trupulleikar av hesum, tí eg leggi meg ikki í [...] Kann við øllum - Eg virði øll fólk, soleiðis sum tey eru, og eg havi ongantíð tikið dagar ímillum, hvat trúarsamfelag fólkini hoyra til. Eg havi eisini altíð verið væl móttikin av øllum, um so fólkini hava
var millum aðrar Bjørn á Heygum ein teirra, sum vildi síggja skjót úrslit. Hann heldur kortini ikki, at politikkararnir hava verið ov bráir har. Men hvussu stórt skotbrá ein slík fyritøka, sum sett verður [...] er rættiliga lætt at skaffa sær tær nøgdir, sum krevjast, fyri at koma undir skipanina. »Hetta er ein sjúk og avskeplað skipan,« sigur hann. Ætlanin við nýggja uppskotinum er at koma teimum sonevndu f [...] allari skomm,« sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum heldur ikki, at tað er nakar vinningur í at hava ein útróðrarflota, sum fær meira í almennum studningi, enn hann skapar av virðum í landinum. Og tað er
uppskotinum, verða fiskimenn skattaðir av 85% av inntøkuni. Tvs, at ein sum forvinnur 100.000 krónur verður skattaður av 85.000 krónum Ein, sum forvinnur eina miljón, verður bara skattaður av 850.000, og [...] fiskimannafelagnum, og hinum manningarfeløgunum, um tað ikki var eitt hugskot at sett ein part av skattalættanum í ein pensjónsgrunn, so tað ikki fór til forbrúk, men til eina pensjón. Hann heldur, at politiskt [...] skattalætta til fiskimenn var til viðgerðar í tinginum mánadagin segði Jóannes Eidesgaard, at hetta var ein nýggj, og ikki vandaleys, kós í skattapolitikkinum. Í hesum føri er ikki ætlanin at lata skattalætta
hitta Landsstýrið og teir føroysku politikararnar. Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum [...] ari, at ríkisleiðararnir tosa um ymisk mál, sum hava áhuga fyri ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at ein dagsskrá verður gjørd, men at hon ikki er liðug enn.
men vil kortini ikki vil koma nærri inn á tað. - Eg havi júst tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, og vit avtalaðu at seta ein dag av til at vitja flokkin, sigur Nyrup Rasmussen. [...] Tað var ein heldur lættur og hugagóður forsætisráðharri, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár. Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini