Vestlaks, sum tað æt tá, men sum nú er vorðið partur av stórfyritøkuni Bakkafrost á Glyvrum. Hetta er ikki hvør sum helst fyritøka. Hon var kosin ársins virki í fjør, og er eisini farin at gera vart við seg [...] eisini starvið. Nú er komin væl áleiðis við lærutíðini, og tíð er at hugsa eitt sindur longu fram. - Eg verði útlærd um tvey ár. Kanska sleppi at halda fram har. Tað vil eg fegin, tí hetta er eitt sera gott [...] saman við hinum. Tað sum Tanja í dag setir mest prís uppá, er tann hjálpin hon fekk. Hon slapp m.a. á eitt skeið fyri fólk við staming. Tað er helst so sum hon sigur: - Eg fekk ta hjálpina, sum eg hevði
eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott. Mánadagurin kundi verið hin seinasti dagurin í lívinum hjá Hans Magnusi Hansen, sum er ættaður úr Nólsoy, men býr í Søldarfirði [...] , fekk hann ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær í einum. Báturin, sum er frambygdur, legði húsið í bakborðsíðu niður í sjógvin, vendi botnin upp og sakk síðan eftir afturendanum [...] men var fløskutætt. Har var ikki so mikið sum ein ventilur. Í slíkum umstøðum kanst tú ikki velja, hvat tú vilt gera, tí har eru eingir valmøguleikar. - Eg stríddist alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær
Fekk áheitanir Tað serliga við uppstillingini hjá Grímuri Hammer er, at hann er í starvi á skrivstovuni á Føroya Fiskimannafelag, og sostatt er sitandi formaður og stjórn hansara arbeiðsgevari hjá honum. - [...] heldur, at tað er í fínasta lagi, at hann ikki tekur telefonina, meðan valið fer fram, so hann møguliga kann ávirka limirnar, sum ringja inn. - Tað skilji eg eisini væl, og eg haldi, at tað er í fínasta lagi [...] lagi. Jan er formaður, og hann hevur sjálvandi sínar uppgávur - eisini, meðan valið fer fram. Hinvegin er tað eitt gott hugskot, at næstformaðurin, Sámal Poulsen, situr her og tekur telefonina um dagarnar
koma og fara hiðani á náttartíð. Á Hellunum er hella og eingin strond, og tí er neyðugt at ansa eftir børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn [...] eiga tey sjálvsagt at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Á Hellunum er eisini onkur á við sílum, og her plagdu børnini eisini at spæla og fanga síl. Jórun sigur, at nú er eisini FIFA-vøllur í bygdini [...] bygdini. Hesin liggur oman fyri Bønhúsið og er eitt fantastiskt spælipláss. Tá bygdin er minkað so nógv, sum Hellurnar eru í fleiri ár, er greitt, at her standa nógv hús tóm til dagligt. Húsini, sum eingin
men hann er ikki í iva um, at formurin er á góðari leið undan landsdystinum í kvøld móti Týsklandi. Hoyr samrøðuna við Jóan Símun við at trýsta á pílin undir greinini. - Formurin er í ordan. Tað er heilt [...] sindur ilt við at seta úrslit á, hvat eitt gott úrslit er í kvøld. Vit royna at fyrireika okkum sum best og hugsa fyrst og fremt um okkum sjálvar. Tá vit koma á vøllin, so er tað líka mikið hvørjir teir eru [...] Jóan Sìmun Edmundsson. Toftamaðurin er sum restin av føroyska landsliðnum vónbrotin av úrslitinum í Kasakstan. - Sum heild, so haldi eg at teir vóru betra liðið, men tað er súrt, tá tað eru tveir dómarafeilir
í hallarleigu fyri tíman, enn hvat Mjølnir ger í KÍ-høllini. Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, vil tó ikki vátta hetta, men sigur: - Stjørnan er ein partur av KÍ, og tí er tað púra náttúrligt, at vit hjálpa [...] agnum Mjølnir í Klaksvík eru tey ónøgd við umstøðurnar, sum felagið hevur at virka undir. Í løtuni er næstan alt virksemið hjá Mjølnir í fimleikahallum, men onkuntíð verður sloppið framat í KÍ-høllini [...] hjálpa Stjørnuni. Eg kann ikki taka mær av, hvussu umstøðurnar hjá Mjølnir eru, tí tað er ikki ein partur av KÍ, sigur Gestur Hovgaard.
Spurningurin er, hvat allar hesar orrusturnar hava lært hann: - Alt hetta hevur lært meg, at tú stendur har púra einsamallur mangan. Tað sum kanska er verri, er at hetta rakar ikki bert teg sjálvan, men er eisini [...] sum 19 ára gamal, við Arnu úr Skopun. Tey eiga tríggjar dreingir - ein er skipari, ein er stýrimaður og ein er handilsmaður. Er abbi at átta børnum. Lívsleið: Fór til skips 13 ára gamal við Kalvsevni [...] segði tað kanska eitt sindur harðliga og kontant. Men hetta er mín máti at vera uppá, - at vera eitt sindur kontaktur í orði og talu. Tað er so ójavnt við fólki - summi eru kontant, og onnur ikki, sigur
Sandi. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, tað verður eingin kirkjugongd. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan á middegi verður turr grind, turrur [...] kjøt, og 2. jóladag verður tað fleskasteik. Keypir tú jólagávur? - Eg keypi bara eina jólagávu, og hon er til konuna. Konan avgreiðir allar hinar, sigur Eggaba Andreasen.
hava brúk fyri. So, stutta svarið er nei. Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt? - Ja, eg gleði meg til at keypa jólagávur, og okkurt er longu keypt. Tað er stuttligt at hyggja og leita eftir [...] Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday? - Mær dámar væl at hugna mær í býnum, hyggja eftir úrvalinum í handlum og keypa, tá eg síggi okkurt, mær dámar - til mín ella onkran, eg eri góð við. Fyri meg [...] fólki í keypsrúsi og yvirhøvur hugburðin, at vørur skulu vera so bíligar sum gjørligt. Eg haldi, at tað er við til at skapa eitt forbrúkarasamfelag, har vit oftari keypa vørur fyri undirprís samstundis, sum
Eingin ivi er um, at handaligt arbeiði sermerkir gerandisdagin hjá Sigurdi. Og heldur ikki er nakar ivi um, at handalag og hegni framvegis eyðkenna henda 86 ára gamla oyndfirðingin. Hann er so væl fyri [...] tekur sjálvandi sína tíð, ja fleiri dagar. So tað er als ikki fyri tímaløn, at hann arbeiðir við hesum stóra ítrivi sínum. Tað er skilligt at hetta er eitt arbeiði sum tekur tíð, hóast tað kanska ikki [...] sínum. Frammanfyri hann stendur ein stór og vøkur flaggstong úr messingi. Hon er formað sum ein mastur við akkeri, og undir henni er ein vakur fótur úr gróti. Messingið keypir hann í longum stongum frá Tórshavnar