Samrøða
- Allir vøddar eru forstrektir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott.
Mánadagurin kundi verið hin seinasti dagurin í lívinum hjá Hans Magnusi Hansen, sum er ættaður úr Nólsoy, men býr í Søldarfirði.
Á veg aftur lands av Norðhavinum í 29 fót stóra træbátinum, Norðstjørnan, fekk hann ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær í einum. Báturin, sum er frambygdur, legði húsið í bakborðsíðu niður í sjógvin, vendi botnin upp og sakk síðan eftir afturendanum. Inni í stýrhúsinum stóð Hans Magnus í oljuklæðum og tungum trygdarskóm, sum eru forstyrktir við jarni.
Eingin vón
- Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra partinum av kjølinum uppi í vatnskorpuni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg uppeftir. Lá línan í øvutum borði, hevði eg ikki fingið fatur á henni, men línan meir at kalla rak til mín. Báturin stóð nú at kalla steyrrættur upp og niður í sjónum og fleyt í vatnskorpuni av luftini, sum var inni í húsinum.
Undir ringast hugsandi umstøðum, bjargaði Magnus sær uppá forrútin á bátinum, meðan hann alla tíðina helt í fanglínuna. Nógvur sjógvur stóð um hann, og viðhvørt var hann omaná vatnskorpuni og viðhvørt var hann undir.
Tað var undir hesum umstøðum, at hann slapp úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum.
- Tíbetur hevði oljutroyggjan knappar, soleiðis at eg fekk hálað knapparnar upp og smoygt troyggjuna av mær.
Magnus, sum dugir lítið at svimja, sigur, at umstøðurnar vóru ógvuliga ringar, tí so ringt var í sjónum.
- Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjónum, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum. Eg avgjørdi at halda meg til fanglínuna og bátin.
Spurdur, um hann væntaði, at luftin, sum sat í húsinum, fór at hvørva, soleiðis at báturin fór til botns, sigur Magnus:
- Eg visti, at húsið lak ikki, men var fløskutætt. Har var ikki so mikið sum ein ventilur.
Í slíkum umstøðum kanst tú ikki velja, hvat tú vilt gera, tí har eru eingir valmøguleikar.
- Eg stríddist alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og eg visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um.
Tilvildin
Magnus sigur, at tankarnir mólu í klingur í høvdinum ? um familjuna og tey, honum eru kærast, men hóast serstakliga vánaligu umstøðurnar og eingi útlit til bjarging, var hann klárur alla tíðina og vildi stríðast til ta seinasta.
- Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti.
Fullkomiliga óvæntaða bjargingin hjá Magnusi var báturin Elin C úr Kollafirði við monnunum, Christiani Christiansen og Jens Joensen. Teir høvdu eisini verið á útróðri hendan dagin og vóru á veg aftur til lands, tá ið Jens sá eitthvørt undarligt í sjónum. Umborð á Elin C mistu teir burturaftur tað, teir høvdu sæð, men avgjørdu kortini at sigla tann vegin. Jens helt fyri, at kanska var tað bara ein boyða, hann hevði sæð flótandi á havinum.
Magnus sigur, at hann var fullkomiliga avmaktaður, tá ið báturin kom fram á hann, men hóast eingin orka var eftir, var hann sannførdur um, at nú fór hann at verða bjargaður.
- Tær fyrstu tvær royndirnar at fáa fatur á mær miseydnaðust, men triðju ferð fingu vit fatur á hvørjum øðrum og hildu fast. Eg var nú so avmaktaður, at eg fekk lítið og einki gjørt fyri at hjálpa til at koma uppí bátin. So, hetta var eitt tungt tak hjá Christiani og Jens. Men umsíður var eg í tryggleikanum, og eg var ógvuliga fegin um bjargingina.
Umborð á Elini C hjálptu teir Magnusi úr vátu klæðunum og ballaðu hann inn í eina dýnu.
- Meðan eg stríddist, hugsaði eg ikki um kulda, men tá ið eg var komin umborð á Elin C, kendi eg meg ógvuliga kaldan og skalv um allan kroppin.
Tá ið Elin C legði at á Eiði, stóð sjúkrabilurin fyri Hans Magnusi og flutt hann á Landssjúkrahúsið, haðani hann var útskrivaður dagin eftir.
Hans Magnus sigur, at hann hevði ikki fingið so nógvan sjógv niður í seg, men nakað kortini.
- Eg eri ógvuliga eymur í kroppinum og troyttur, men eg havi tað gott.
Tá ið Sosialurin tosaði við hann mikumorgunin, var hann tíðliga á fótum og helt fyri, at hann var likamliga troyttur, men hevði tað gott sálarliga.
Góður bátur
Hans Magnus, sum er útbúgvin skipsførari, sigur, at hann hevði nýliga fingið bátin, Norðstjørnuna, á sjógv, og hetta var fjórði dagurin hjá honum á Norðhavinum við snellu í vár. Fiskiskapurin hevur verið slakur; tann fyrsta dagin hevði hann 300 pund, annan dagin góð 600, triðja dagin 700, og hendan feigdardagin hevði hann bert fingið 100 pund.
- Eg havi verið nógv á báti og havi havt hendan bátin, sum mær hevur dámt ógvuliga væl, síðan 1992.
Hann sigur, at fyrstu veðurtíðindini hendan mánamorgunin vóru góð, men sum tað leið út á fyrrapartin, gjørdist veðrið meira ruskut.
- Eg gavst at fiska um hálvum tólv tíðina og fór at sigla til lands. Eg var staddur einar 2-3 tímar úr landi, og æltaði at vera komin undir land, áðrenn streymurin gjørdist ringur.
Hans Magnus sigur, at hann hevði lagt leiðina móti Eiðisflógva, tá ið hann fekk henda stóra sjógvin, sum fylti bátin.
- Hann var útnyrðingur í ættini, og tað var nýkomið vestfall. Hetta er ringur streymur, um bíðað verður ov leingi, men ætlanin var at koma inn um, áðrenn íðan í Flógvanum tók seg upp. Tað var vánaligt bátaveður, og eg helt eyguni við sjónum allan vegin, meðan eg sigldi inneftir. Hóast vánaligu líkindini, helt eg ikki, at tað fór at bila. Eg helt ikki, at vandi var á ferð, men sá, at neyðugt var at ansa eftir, tá ið sjógvarnir komu. Norðstjørnan hevur verið ein ógvuliga góður sjóbátur.
Hans Magnus sigur, at hann sá slett ikki brotið, sum
kom aftan tvørs og sendi bakborðspartin av stýrhúsinum niður í sjógvin og fylti bátin heilt fram í stýrhúsið.
- Hetta var eitt heilt óvæntað brot, sum breyt ógvuliga knappliga. Í dag eri eg irriteraður um, at eg ikki sá, tá ið tað breyt.
Hann heldur, at hevði hann sæð, tá ið brotið tók seg upp og breyt, hevði báturin ikki gingið burtur, tí so kundi hann stýrt undan og kanska tikið ferðina av.
- Men trupulleikin var, at eg sá ikki brotið, leggur hann aftrat.
Ógvuliga takksamur
Hans Magnus ásannar, at líkindini vóru so vánalig hesa løtuna, at hann hevði ikki farið út úr Flógvanum ein slíkan dag.
- Eg eri ógvuliga glaður og takksamur fyri bjargingina, og eg má siga, at eg var heppin allan vegin ígjøgnum ? heilt frá tí, at báturin fekk sjógvin og sakk, til bjargingin kom, sigur hann at enda.
Hans Magnus býr í Søldarfirði, men sleit sínar barnaskógvar í Nólsoy og seinni í Klaksvík.
Pápin, Ásmund, sáli, var nólsoyingur og mamman, Margretha, er ættað úr Húsavík.