úrslitið av viðgerðini, at hon verður sett í verk skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg. Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um, at pinkubarnascreeningin í Føroyum verður víðkað [...] deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast. Landsstýriskvinnan hevur fingið undirtøku fyri at fara undir at fyrireika hetta tilboðið. Heilsumálaráðið fer nú undir at fyrireika eina lógarbroyting [...] Hetta merkir, at verandi pinkubarnascreening, PKU-screeningin, fer at fevna um fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. Talan er um ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og har tað hevur
Hansen. Hann heldur, at atkvøðugreiðslan vísir, at nakrir politikarar ikki taka sína ábyrgd í álvara. Per Clausen í danska Grøna flokkinum væntar heldur ikki, at ytsta høgravongurin fer at savna neyðuga meirilutan [...] væntar ikki, at von der Leyen verður feld í vikuni. Somuleiðis heldur Kira Marie Peter-Hansen hjá danska SF ikki, at atkvøðugreiðslan fer at føra til uppsøgn av kommissiónsforkvinnuni. SF-limurin, sum [...] sum umboðar tey grønu í ES-tinginum, heldur tó, at von der Leyen eigur at taka atkvøðugreiðsluna í álvara. – Atkvøðugreiðslan er greitt prógv um, at tú ikki kanst byggja ein trúverdigan meiriluta uppá stuðul
fara at brúka flagið frá útgrevstrinum fyri nýggja røktarheiminum í Stórubrekku í Hoyvík til at bøta um inntrivini, sum hesin tunnilin og vegurin hava gjørt í náttúruna. Somuleiðis gleðist eg um, at nýggi [...] seg út sum ringar í sjónum, er hendan nýggja ferðsluæðrin tann nýggjasti og uttasti ringurin í okkara vegakervi í høvuðsstaðnum. Vit hava aðrar ringvegir í býnum, sum eins og ringar í einum træi siga frá [...] borgarstjóri, millum annað: “Í dag letur landsins fyrsti kommunali tunnil upp fyri ferðslu. Hetta er ein serligur dagur, ikki bert fyri Tórshavnar kommunu, men fyri alt landið. Hetta hevur verið ein drúgv verkætlan
skuldi verða úti í Marknagili, uppi í Hoyvík. Ikki tí tað skuldi vera í Hoyvík, men tí ivasama viðgerðin og drúgva bíðitíðin hevði gjørt, at vit nú høvdu skund og sóu fyri okkum, at hetta fór at kunna fara av [...] fingið at vita, at eitt øki úti í Marknagili var væl egnað til hetta nýggja ellisheimið, og hildu vit eisini, at túrurin var komin til vesturbýin. Tá hetta, langt um leingi, skuldi samtykkjast í Býráðnum [...] vit nú velja at útbýggja eldraøkið í Tórshavnar Kommunu. Í okkara føri spældi tað nógv inn, at vit skjótt kundu fara til verka við URD – tí tørvurin var stórur; og okkum varð víst til økið í Hoyvík, sum
mynda arbeiðsháttin. Tú noyðist ikki at duga alt frá byrjan; týdningarmest er, at tú hevur rætta hugburðin og viljan at læra. Innlit í bókhald og roknskaparligar arbeiðsgongdir er ein greiður fyrimunur, serliga [...] trívist í einum kundasavnaðum leikluti og er íðin at tryggja tænastu av framúr góðsku til kundarnar hjá FarPay. Tú verður partur av einum toymi við framsøknum málum, og tú fært møguleika at vera við at mynda [...] umsøkjari skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og loysa fyrispurningar einsæris. Tú skalt veita eina haldgóða og professjonella tænastu við kundanum í miðdeplinum. Tú skalt klára at navigera í eini fjøltáttaðum
hann. Trump greiðir ikki frá í uppslagnum, hvønn politikk frá BRICS-londunum, hann heldur vera anti-amerikanskan. BRICS-londini savnast í hesum døgum til toppfund í Rio de Janeiro í Brasil. Tey 11 londini [...] BRICS-londini í fráboðanini. Hóast Trump ikki verður nevndur beinleiðis í fráboðanini, skrivar tíðindastovan AFP, at tað júst eru innflutningstollurin hjá amerikanska forsetanum, sum víst verður til í fráboðanini [...] valdsligan. Tey halda, at tollpolitikkurin er í vanda fyri at skaða alheimshandilin, órógva alheims veitingarketurnar og skapa óvissu í altjóða handlinum. ##med2## Donald Trump kunngjørdi fyrst í apríl amerikanskan
tunnilsrenning var í Havn. ##med4## ##med5## Vit bjóða altíð ein góðan drekkamunn inni í tunnlinum, men bæði veðrið og góða luttøkan gjørdi, at vit settu alt upp við inngongdina. Gott er at fáa hjálp frá [...] Bragdarkvinnum til hetta, bæði til at baka køkur og at varta upp. Ein rennikapping gongur ikki bara fyri seg á sjálvum degnum. Tað liggur nógv fyrireiking aftan fyri fleiri dagar frammanundan. Ti eru vit [...] Sera flott runnið og hjá Rógva og Torbjørn var hetta pr hjá báðum. Jacob rann fyri fyrstu ferð og hevði ikki upplivað harðari túr. Allir tríggir eru í Bragdinum. Á kvinnusíðuni var Maria C Nielsdóttir
sunnudagin biðin um at greiða nærri frá tollætlanunum. Her varð sagt við journalistar, at hægri tollurin kemur í gildi 1. august, men at Trump í løtuni arbeiðir við at áseta nýggju satsirnir og at skriva undir [...] fer at senda brøv til nakrar av okkara handilsfeløgum, har hann sigur, at um tú ikki fært tingini at ganga upp, so verður tú tann 1. august sendur aftur til tollstøðið frá 2. apríl. So eg haldi, at vit [...] undir handilssáttmálar við nøkur lond. Í apríl kunngjørdi Trump amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga øllum londum í heiminum. Hetta fevndi um 10 prosent grundtoll á flestu londum og eykatoll
forseti í Surinam, veit tíðindastovan AFP at siga. Hetta hendir, eftir at flokkur hennara fekk flest umboð á tjóðartingsvalinum í mai. Jennifer Geerlings-Simons er fyrrverandi andstøðuleiðari í Surinam [...] , eftir at kappingarneytar hennara hósdagin í vikuni avgjørdu ikki at stilla nakran upp til valið av forseta. Surinam liggur har norðuri í Suðuramerika. Landið hevur mark mót Atlantarhavinum í norði, Guyana [...] Guyana í vestri og Brasilia og Fransk Guyana í eystri. Landið gjørdist sjálvstøðugt í 1975.
próvtøkuhættum í eini møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið? Landsstýrismaðurin sigur í svari til spurning 1, at í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent [...] avbjóðingarnar eru sostatt: • At skipa skrivligt arbeiði, soleiðis at vitlíki gerst hent og munadygt hjálparamboð. • At fáa meira ferð á tilgongdina at menna talgildisbúgving í skúlaverkinum, t. e. við n [...] tilfari, ráðgeving o.ø. • At støðumet og próvtøl í summum førum ikki eru eftirfarandi, eftirsum mettu avrikini ikki eru egnu avrik næminganna. Til spurningin um arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna