Fyrr hevur tað verið soleiðis, sigur Svend Jensen, formaður í Dansk Blindesamfund, at handicappolitikkur hevur verið roknaður sum socialpolitikkur og lagdur undir socialmál. Tað er alt gott um tað at siga [...] sleppur til og frá, er talan um sektorábyrgd. Tá er ikki neyðugt hjá landsstýrismanninum í almannamálum at hugsa um tað, men hjá ferðslumálaráðharranum. Og tað tykist øllum sjálvsagt, at tað er tekniska [...] skal. Vanligt er, at blind ferðast í kollektivari ferðslu, tað vil siga við bussi ella skipi. Men tað er ein sannroynd, at illa hevur borið til hjá brekaðum yvirhøvur at ferðast í Føroyum. Eftir at hava
stinnar, Gud gevi, so at vit skilja tað, og tá tað hjá okkum linnar, vit oman so til tín leita tí, at tú okkum styrki innar. Hon vikast tó ei, hon stendur fast, og alt tað hon við sær hevur, Gud gevi tit fáa [...] at bera tann boðskap megi í, Gud gævi tín framtíð beri, vit ynskja alt gott og lukku tí, at orð títt má ljóða við gleði. Nú árið tað líður, fer avstað, og tindarnir hvítna, líðir, men kirkjan hon stendur [...] stendur líka fræg um glampandi stjørnutíðir, vit leggja nú alt í Harrans hond, tað tekur at lýsa umsíðir. HH
Tjørnuvík við kós yvir móti Eiðiskolli. Knappliga vaks vindurin, og tað gjørdi at ein mesanur brotnaði. Tað vildi so illa til, at masturin datt niður á eitt upptøkutól, sum rakti ein upptøkumann, og hann fekk [...] skaðastovuna og fekk nakrar pentur í høvdið. Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar. Um tólið kann gerast aftur, veit Eli [...] Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum. Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin. Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík
havt bros á varrum yvir tað góðtrúna bygdarfólkið. - Vit liva so nær teimum øgiligu kreftunum, sum bera okkum ónt og gott. Vit uppliva, at Jesus kemur og hóttir á bylgjunum, so tað verður silvitnislogn, [...] Orð siga so lítið í sorgini, men orð eru tað einasta, vit eiga til ugga og troyst, tá tey tungu boðini raka. Og vit kunnu so lítið annað gera enn at leita til hann, sum troytaði einkjuna i Nain. Vit fáa [...] har lýst verður, hvussu sera tætt knýtt hetta fólkið hevur verið at havinum. - Tað hevur mangan verið havt á muni, at tað er nakað serstakt við fólki, sum livir nær náttúruni. Har kristindómurin er boðaður
undirskrivaður, er tað ikki víst, at hetta verður til nakað. Eg havi fingið eitt útkast til samstarvsavtalu frá teimum. Tað sær ikki órímuligt út, men eg havi gjørt nakrar viðmerkingar til tað og í dag fari [...] tríggjar mánar, so er tað sjálvandi freistandi at taka av. Tað er gott við nýggjum avbjóðingum. Og vit kunnu leggja afturat, at Uni Arge hevur vunnið alt tað í Føroyum, sum tað ber til at vinna. Hann hevur [...] siga, men eg haldi ikki, at tað ber til at siga, at tað er nakað serligt, sum skilur okkum. Um og nær hetta endaliga kann koma uppá pláss, veldst um hvat teir siga til tað, sum eg í dag fari at senda teimum
er at koma við uppskotum til útbúgvingardeildina hjá FSF um skeið til íblástur. Venjaraútbúgvingin í Føroyum er eftir donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni [...] útbúgvingardeildin hjá FSF hevur tikið stig til eitt skeið fyrst í komandi ári, har ein norðmaður kemur at greiða frá, hvussu teir leggja fysisku venjingina til rættis, sigur Petur Simonsen. Formaðurin í [...] frá tí, sum er farið fram higartil, uppskot um broytingar í reglunum verður lagt fyri fundin, og tað verður nevndarval. Jógvan Martin Olsen og John Reid Skoralíð fara at greiða frá skeiði um viðgerð av
oljufelagnum Shell, sum síðan 1981 hevur flutt olju og bensin til Føroya. Hjarnar Djurhuus, stjóri á Føroya Shell, sigur, at skipið er selt til eitt felag í Tromsø fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tá [...] sum tá æt Helle Wonsild, frá Wonsild & Søn í 1981, kostaði tað knappar seks milliónir. Føroya Shell hevur keypt annað skip at sigla við olju til Føroya. Hetta skipið hevur eisini fingið navnið Magn. Gamli [...] so av og á flytur olju fram við svensku strondini. Hjarnar Djurhuus sigur, at tað kenst eitt sindur løgið at siga farvæl til eitt skip, sum so trúliga hevur røkt oljuflutningin hjá felagnum. Hjarnar Djurhuus
teir skrivaðu Chile, sum tað skrivast í sponskum, sum er tað almenna málið har. Cubanska kollveltingarhetjan Che Guevara, føddur og uppvaksin í Argentina, er nú komin aftur til Cuba og er jarðaður har [...] tjóðveldisblað brúkti tann formin, har landanøvn vóru kvennkyn. Tað kom so at eita Italia, í Italiu ella italiufiskur. Men teir, sum bjóða til vínsmakking blanda: úr Bulgariu, úr Argentina. Men ikki nokk [...] minum sum gjørligt. Hjá londum, sum brúka tað latínska alfabetið er yvirhøvur eingin trupulleiki. Reglan er: skrivið soleiðis sum ymsu londini sjálv gera tað! Barcelona, Cadiz ella Glasgow og Newcastle
verið upundir, at tað møguliga eru foreldrini sjálv, ið vóru orsøkin til skaðan, ið førdi til deyðan hjá hesum lítla dreingi Matthes. Týsdagin skal so dómarin, hvat skilst, taka støðu til hvørt dómurin skal [...] Tá eyguni fullu á tað íslendska flaggið, kundi eg ikki lata vera við annað enn at steðga á - og rann mær til hugs orð skaldsins: »har sum merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvøðu frá landi [...] ella tankarnir - til standmyndina eru at finna hjá Esajas profeti, har sagt verður: »Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg, svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót
Og hetta heldur fram, til ein slær ljóðið frá. Ætlanin góð Tað er spell, at tað grundleggjandi ikki er í lagi, tí tað er annars nógv gott í spælinum. Tað er eitt spæl, har tað fyri einaferð skuld ikki [...] meiri til illneitan inn á spælið. Friður, takk Betri gerst tað ikki av at leikstjórin við hvørt endurtekur síni boð í tað óendaliga. Í eini uppgávu skal ein finna eitt orð av nøkrum bókstavum. Tað krevur [...] bundnir í loftið, og síðani skal ein flyta seg frá ringi til ring. Her bar til at stýra músini, men ógjørligt at koma ígjøgnum, hvussu so roynt varð. Tá tað soleiðis er tilvildin heldur enn ein sjálvur ið avgerð