Ein av gomlu kenningunum í føroyskum havnum fór á miðdegi allahalgannadag av Havnini undir fremmandum flaggi.
Talan er um Magn hjá oljufelagnum Shell, sum síðan 1981 hevur flutt olju og bensin til Føroya.
Hjarnar Djurhuus, stjóri á Føroya Shell, sigur, at skipið er selt til eitt felag í Tromsø fyri góðar tríggjar milliónir krónur.
Tá Shell keypti Magn, sum tá æt Helle Wonsild, frá Wonsild & Søn í 1981, kostaði tað knappar seks milliónir.
Føroya Shell hevur keypt annað skip at sigla við olju til Føroya. Hetta skipið hevur eisini fingið navnið Magn.
Gamli Magn, sum varð smíðaður í 1968, lastaði 1.400 kubikk, meðan tann nýggi er helvtina størri. Hann lastar 2.100 kubikk.
Hjarnar Djurhuus sigur, at hetta er ríkiligur kapasitetur at nøkta tørvin við. Tí hevur Føroya Shell gjørt avtalu við Shell í Svøríki um leigu av skipinum, sum so av og á flytur olju fram við svensku strondini.
Hjarnar Djurhuus sigur, at tað kenst eitt sindur løgið at siga farvæl til eitt skip, sum so trúliga hevur røkt oljuflutningin hjá felagnum.
Hjarnar Djurhuus sigur, at bæði skip og manning hava røkt uppgávuna fyrimyndarliga.
Hesi sekstan árini, Magn hevur siglt fyri Shell, hevur skipið verið í dokk umleið eina viku um árið, og annars bara siglt.
Hesi árini, Magn hevur siglt, hava teir gjørt væl yvir 1.000 túrar millum Tananger í Vesturnoreg og Føroyar.
Tá skipið var í Tananger á túri nummar 1.000 var hátíðarhald, har skip og manning fingu nógv rós frá norðmonnum. Skip og manning hava rættiliga gott umdømi har yviri, sigur Hjarnar Djurhuus. Bæði millum loðsar og havnarmyndugleikar.
Nú Magn fór avstað, vóru norskur skipari og fyrsti stýrimaður komnir eftir skipinum. Restin av manningi, seks mans, vóru føroyingar, sum fóru við skipinum yvir til Noregs.