heild liggja undir sama ráð. Tað kann tí væl vera, at hetta er rætta løtan til at broyta navn til Umhvørvis- og orkumálaráð. -Men hetta má ikki tulkast sum at vit hava mist vónina til at finna olju. Tað vita [...] fíggjarlógini og tað kann ikki vera rætt fyri eitt land, har serliga havumhørvið hevur so stóran týdning segði Jóannes Eidesgaard og helt fyri, at Javnaðarflokkurin vil vera við til at geva umhvørvinum eina [...] helt eisini, at upphæddirnar til umhvørvið á fíggjarlógini eru ov smáar, tó at tað er broytt tann rætta vegin. ?Við góðum stuðuli frá tinginum og frá landsstýrinum ber til at gera nakað gott fyri umhvørvið
bilinu, ella keypi í einum handli, ber til at fáa tað í rættlag í eini handavending. Hann vísir eisini á, at kappingin er so hørð í dag, at ongin fyritøka hevur ráð til at lata vera við at geva viðskiftafólki [...] brúkarastovn, varð til 1. viðgerð í Løgtinginum. Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er framsøgumaður javnaðarfloksins, Hans Pauli Strøm serliga vónsvikin av, at tjóðveldisflokkurin ikki vildi taka undir [...] okkurin ikki vil taka undir við uppskotinum. ?Tað er ongin ivi um, at vit eiga at raðfesta brúkaran frammaliga og at tryggja hann best møguligt. Hann sigur, at tjóðveldisflokkurin heldur ikki, at er rætti
landsstýrið bara við monnum. Men tað fáa vit einki at vita um – kanska tí løgmaður ikki hevur hugsað um tað ella ikki sær tað sum ein trupulleika. Tí hann svarar bara, at »ynskiligt hevði verið, um allir [...] átti ikki at verið nøkur hugsjónarlig ósemja um, at kvinnur úr øllum flokkum kunnu ráða eins væl og menn. Løgmaður kundi bara hugt, hvussu landsstýrið ger, tá tað mannar almennar nevndir og ráð. Ti tá [...] Tað er slett ikki gott nokk, at løgmaður, heldur at »ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk.« Tað er tað reina møsn
hetta hevur kravt stórar broytingar í fyrisitingini. Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg sigur seg ikki hava nóg mikið innlit í broytingarnar at meta um ítøkiligu avleiðingarnar, men vísir hann tó á nakrar [...] nakrar broytingar, sum helst vera at síggja. Politiska stýringin minkar Hóast talan er um tvey ráð færri samanborið við undanfarnu stjórn, eru eingi arbeiðsfólk í umsitingini søgd úr starvi, og ein kann [...] fylgju av hesum. - Sparingarnar liggja í, at færri politikar skulu hava løn, meðan útreiðslurnar ikki lækka í embætisverkinum, og spurningurin eru so, hvussu stórt embætismannaveldi ein vil hava samanborið
takk til, so selja vit. Og um okkum fer at standa í boði at keypa ein spælara, sum vit fegnir vilja hava, og tilboðið verður soleiðis, at vit fara at hava ráð til at keypa, so fara vit at smekka til. Síðstu [...] kortini ikki heilt sær burtur frá møguleikanum at teir fara at keypa ella selja onkran spælara. ? Um vit fáa eitt kanón tilboð upp á ein av spælarunum hjá okkum, sum vit ikki halda okkum hava ráð at siga [...] meistarakappingini til veruleika. ? Vit hava møguleikar at klára okkum, men sjálvandi fer tað at koma illa við, um onkrir av lyklaspælarunum verða skaddir, sigur formaðurin og sipar til síðsta kappingarár
. Annika Olsen varð send til »niðurbræðingar« í Almannamálaráðnum – í tilvitsku fólkafloksmanna, kann ein kvinna illa – og ein sosialministari so slett ikki blíva forkvinna í Fólka [...] Fólkaflokkinum innstillar Jørgen Niclasen til at halda fram í formanssessinum, nú flokkurin hevur landsfund um vikuskiftið. Nú vita vit ikki, hvør hevur atkvøtt hvat, men umframt tey átta [...] Gott nokk gekk tað ikki so væl hjá honum persónliga, sum hjá Anniku Olsen og Jacob Vestergaard. Men longu valkvøldið kundi hann fegnast um at hava ført Fólkaflokkin til størsta valsigur síðani
(Uttanríkisráðið) fyriskipar tiltakið, sum er í Føroyum 4. hvørt ár. – Hetta er annað stóra ferðavinnutiltakið í Føroyum í ár og nú verða Føroyar karmur um enn eitt stórt tiltak á ferða [...] Ferðavinnutiltakið er ikki opið fyri almenninginum, men av tí at fyrireikararnir hava fingið fyrispurningar um atgongd til fyrilesturin hjá Anne Lise Kjær, verða nøkur fá atgongumerki seld til fyrilesturin. [...] Norðurlandahúsinum 13. september kl. 9.00. Atgongumerkini geva bert atgongd til fyrilesturin og ikki til Vestnorden Travel Mart annars.
eg kenni ikki til nógv dømi, har hetta verður gjørt. Tað er dýrt hjá teim privatu arbeiðsplássunum, tá ið kvinnur fara í barnferð, tí tey hava ongan grunn sum tey almennu arbeiðsplássini til at rinda [...] arbeiðsplássini, ið rinda kvinnum fulla løn í barnferð, fáa rætt til dagpeningin, kvinnan annars hevði fingið, og tískil fáa tey ráð til at seta avloysarar, sigur Turið Debes Hentze. Størri javnseting av [...] fara ikki niður í løn, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi. Hetta fer at ávirka heilar familjur, og er fíggjarliga grundarlagið í lagi, ber kanska lættari til at fáa longt barnsburðarfarloyvi til gagns
harðskapin. Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur móti kvinnum er størsta einstaka orsøkin til deyða ella avlamni hjá evropiskum kvinnum í aldursbólkinum 16 til 44 ár. Fleiri kvinnur doyggja [...] apir – hava ábyrgdina av at taka stig til at steðga harðskapinum og bøta um tann skaða og tær líðingar, hann er atvoldin til. Harðskapur móti kvinnum er ikki bert eitt brotsverk, men eisini eitt brot [...] onki, ið bendir á, at Føroyar er nakað undantak Ábyrgd Harðskapur móti kvinnum er ikki ”natúrligur” ella nakað »sum ikki slepst undan«. Harðskapur eigur ongantíð at góðtakast, tolast ella rættvísgerast
allar kommunurnar skuldu hava til taks. Barnaverndarstovan skal samskipa barnaverndartænastur kring landið og hon skal geva barnverndartænastum í teimum ymsu økjunum ráð. Hon skal eisini skipa fyri undirvísing [...] einsvæl kunnu liggja uttanfyri Havnina Góðtaka eina neyðloysn Kortini vil Kommunufelagið ikki vera orsøkin til, at arbeiðið at leggja barnaverndarøkið undir kommunurnar, dettur niðurfyri. Tí góðtekur felagið [...] hetta fyrsta árið. Men felagið mælir samstundis til, sáttmálin um Barnaverndarstovuna, verður endurskoðaður sum skjótast. Og vil Kommunusamskipanin framvegis ikki samráðast um at flyta barnaverndarstovuna út