Bossurin heldur FCK hava møguleikan

Leygardagin megnaði FCK javnleik ímóti turkiska toppliðnum, men teir komu ikki í finaluna, tí Todi og ein liðfelagi misnýttu í brotssparkskappingini

Fýra spælarar eru farnir úr felagnum, og teir hava ongan spælara fingið afturat í summarsteðginum. Kortini heldur formaðurin í FCK, Flemming Østergaard, at liðið hjá honum eigur at hava góðar møguleikar at standa seg í Europa Cup og harvið at hava møguleika at gera gamla dreymin um at røkka bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini til veruleika.
? Vit hava møguleikar at klára okkum, men sjálvandi fer tað at koma illa við, um onkrir av lyklaspælarunum verða skaddir, sigur formaðurin og sipar til síðsta kappingarár, tá ið fimm FCK spælarar vóru skaddir í senn og millum teirra Thomas Røll og Martin Albrechtsen.
? Í øllum liðum kemur tað illa við, um landsliðsspælarnir, ið sjálvandi eru millum berandi kreftirnar, verða skaddir, staðfestir formaðurin í FCK, sum kortini ikki heilt sær burtur frá møguleikanum at teir fara at keypa ella selja onkran spælara.
? Um vit fáa eitt kanón tilboð upp á ein av spælarunum hjá okkum, sum vit ikki halda okkum hava ráð at siga nei takk til, so selja vit. Og um okkum fer at standa í boði at keypa ein spælara, sum vit fegnir vilja hava, og tilboðið verður soleiðis, at vit fara at hava ráð til at keypa, so fara vit at smekka til.
Síðstu dagarnar hevur ljóðað í donsku miðlunum, at FCK hevur havt ætlanir um at keypa, og talan hevur verið um álopsspælarar ella kappingarneytar hjá Toda Jónsson. Fyrst ljóðaði, at FCK skuldi keypa Henrik Larsson, svenska álopsspælaran í Celtic, sum seinastu árini hevur verið nógv tann besti álopsspælarin í Skotlandi. Hetta ljóðaði ov gott at vera satt. Sáttmálaskeiðið hjá Henke, sum hann verður róptur, í Celtic verður skjótt liðugt, og tað sigst at fleiri stór feløg í Europa hava eyguni eftir honum. Seinni varð staðfest, at FCK hevur ikki fíggjarligan førleika at vera við í kappingini um so góðan og harvið dýran spælara.
Mikukvøldið spældi FCK í Noregi ímóti Fredriksstad í næstbestu deildini. Todi var ikki við í tí dystinum, sum endaði 3?3. Peter Møller skoraði tvey mál. Aftaná ljóðaði, at FCK serliga hevði fylgt svenska álopsspælaranum hjá Frederiksstad, Marcus Ringberg, við stórum áhuga. Hann er 27 ára gamal, og tað segðist, at FCK er áhugað at knýta hann afturat sær sum avloysara fyri 32 ára gamla Peter Møller, ið ikki verður roknaður at fara at spæla so leingi afturat.
Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjórin í FCK, ásannaði, at teir høvdu hugt eftir svenska spælaranum, og at teir sóu hann sum møguligan makkara há Zuma í FCK álopinum. Holmstrøm segði einki ítøkiligt um tað, men útsøgnin má so eisini hava við sær, at svenski spælarin skal vera alternativ til Toda Jónsson, og at Zuma framvegis verður roknaður sum fyrsta valið til annað álopsplássið.
Útsøgnin hjá Flemming Østergaard sunnudagin hevur við sær, at FCK einki fer at gera við svenska keypið úr Noregi nú beinanvegin.

Todi misnýtti
Í dýrdarveðrinum seinnapartin leygardagin spældi FCK í Gladsaxe ímóti Galatasaray, sum hevði stóran stuðul frá mælsku turkisku koloniini í danska høvuðsstaðnum og har á leið.
Dysturin var rættuliga javnur, og FCK spældi væl. Todi var sera væl upplagdur. Hann hevði fleiri góðar royndir ímóti málinum, og hann spældi onkra ferðina Zuma leysan. Zuma legði FCK á odda tíðliga í 2. hálvleiki við framúr góðum máli, tá ið hann saksisparkaði aftur um seg sjálvan og dygst inn við stólpanum. Turkiska liðið javnaði til 1?1 tíggju minuttir seinni. Einki mál kom afturat, og so var neyðugt í brotssparkskapping at gera av, hvat av liðnum skuldi spæla finalu í gjárkvøldið. Turkiska liðið misnýtti eitt brotsspark, og FCK misnýtti tvey. Harvið var greitt, at Galatasaray skuldi spæla finalu í gjárkvøldið, og at FCK skuldi spæla ímóti AB.
Todi Jónsson var ein av fimm brotssparksskjúttunum hjá FCK. Todi hevur ofta sagt um seg sjálvan, at hann er einki fyri at skjóta brotsspark, og hann hevur onkra ferðina misnýtt. Hesa ferð sendi hann til høgru fyri seg sjálvan, men tíverri skeivu megin stólpan.

Søtt minni av Malta
FCK skal í fyrsta umfarinum í nýggja kappingarárinum í superliguni spæla í Aalborg nú leygardagin. Men í løtuni er serligur spenningur knýttur at, um tað fer at eydnast hjá FCK at spæla seg í bólkaumfarið í Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Tað er har, at tað er møguleiki at vinna nógvar pengar.
Enn er ikki greitt, hvat fyrsta mótstøðuliðið hjá FCK, sum skal spæla í næsta innleiðandi umfarinum, verður. Tað verður avgjørt í annaðkvøld. Tá skal Skonto Riga, sum í 1992 var mótstøðulið hjá KÍ í Europa Cup, spæla á heimavølli ímóti maltesiska meistaraliðnum Sliema Wanderers. Tað var ikki, sum tað frammanundan varð roknað við, tá ið maltesiska liðið síðsta mikukvøld á heimavølli vann 2?0 ímóti Skonto Riga. Undan tí dystinum roknaði FCK venjarin, Hans Backe, við, at letlendska liðið var favorittur.
Um FCK skal spæla á Malta ella í Letlandi, so kemur Todi Jónsson til eitt land, har hann áður hevur roynt seg. Í 1992 tapti KÍ 3?0 í Riga. Í 1997 var Todi við landsliðnum á Malta. Tann dysturin var ikki spældur á heimavøllinum hjá Sliema, sum eiturHibernians Ground, men á Ta'Qali tjóðarleikvøllinum í Valletta, har Føroyar vunnu 2?1. Seinna málið skoraði Todi Jónsson við rimmar langskoti stutt undan dystarenda.
Fyrri dysturin hjá FCK í næsta innleiðandi umfarinum verður longu mikukvøldið í næstu viku. Hvørjum FCK fer at spæla ímóti í triðja innleiðandi umfarinum, um teir, sum tað eigur at vera rættuliga sannlíkt, fara at fella mótsrøðuliðið í øðrum umfari, er ikki greitt enn. Men tað er greitt, at tað verður eitt væl betri lið, enn tey omanfyri nevndu. Tað eru tvey ár síðani, at FCK síðst stóð á gáttuni til bólkaumfarið og stóru ítróttarligu avbjóðingarnar og nógvu pengarnar, men ta ferðina miseydnaðist tað. Italska Lazio við Dino Zoff sum venjara var ov stórur biti hjá FCK. Todi Jónsson var ikki á liðnum ta ferðina. Hann var skaddur.
Næstu vikurnar fara at vísa, um orðini hjá Flemming Østergaard um, at liðið hjá honum hevur nóg góða manning at standa seg í Europa Cup, fara at gerast til veruleika.