mótan. ? Tað er ógvuliga áhugavert og eindømi, at so er. Og tí áttu vit at brúkt tað meiri. Eg havi gjørt nógvar ljósamorreyðar troyggjur til ungar menn í síðstuni og tað er júst tekin um tað sama, sigur [...] tí vanliga, men er burtur úr føroyskum tilfari. Hann er heitur og riggar ógvuliga væl. ? Skipstroyggjan er tradisjónell, men er við at hvørva. Hon verður tikin fram, tá ið fjøllini verða gingin, menn fara [...] granska í, um tað ber til at gera tað føroyska tógvið nóg gott. Eg dugi ikki at skilja at man ikki kann, tí í dag ber alt til. ? Mær vitandi er tað føroyska tógvið blandað við Falklandsull. Og tað er spell
orsøkir til. Ein er, at flokkurin fyri fyrstu ferð er tann størsti í veljaraundirtøku, og ein onnur er, at tað er ein sannroynd, at samstarvið við Danmark og harvið allar samráðingar um broytingar í rí [...] við. Nú kann í hvussu so er staðfestast, at hetta hevði við sær, at javnaðarflokkurin óbeinleiðis gjørdist forlovari millum sjálvstýrisflokkin og fólkaflokkin. Eingin ivi er um, at Edmund Joensen nú er høvdingur [...] sagt, at hann er vinstravendur loysingarmaður, sum gongur inn fyri einum solidariskum frælsum Føroyum. Telvingin Nú hevur í fleiri dagar verið telvað um samgongusamansetingina. Eitt er at megna at telja
lýsa, klokkan er um 23, kanska meiri. Siglt verður við lítlari ferð móti brúnni, Tower Bridge, sum fer upp. Brúgvin er 109 ára gomul, men verkið sum hálar hana upp er ikki so gamalt, tað er nýggjari. Og [...] spakuliga framvið. Hátíðarligur dámur er yvir øllum og eisini løtuni. Alt tornið ella bæði tornini á Tower Bridge eru upplýst og tað er Norrøna eisini. Norrøna er so komin um brúnna og hon verður lorað líka [...] róp er at hoyra, eingin trætast um tað nú eru 531 ella 530 trin upp í tornið í St. Pauls, ella um tað búgva 5.000 ella 6.000 ella 4.000 fólk í City of London. Ferðaleiðararnir vóru sera ósamdir um, hvussu
framyvirboygdur, og at hoyrnin er byrjað at fara. Minnið er gott sum hjá fáum. Tað merkist týðiliga, at Martin er glaður fyri at tosað føroyskt. ? Onkur hevur spurt meg um eg ikki havi gloymt føroyskt, [...] Martin. Málið er reint og flótandi. Tó hoyrist tað, at persónurin hevur búð uttanlands í nógv ár, og viðhvørt fer hann yvir í norskt ? uttan at hugsa um tað. »Jul« gjørdist »Juul« Martin er uppvaksin í [...] Øðrvísi er við Gjógv, hon er minka niður í einki, og nú er ikki ein gong eitt skúlabarn í bygdini. Tá eg var smádrongur í Funningi var næstan øvugt. Tá var tað Gjógv, sum vaks. Tvey av børnunum hjá Martini
Rætt er tað eisini, at fyrsta útgávan snúði seg nógv um evni, sum upptóku okkum í 80?unum. »Hvat bagir« snúði seg um eksistenisellar spurningar, ovurfisking og vælferð sum so. »Royn tínar veingir« er tj [...] Fleiri mánaðir av árinum fái eg ofta ikki meira enn 2-4 tímar í søvni um samdøgrið. Og tað er ov lítið«, sigur. Hetta er síðsta árið, hann er venjari. ?Men hetta segði eg eisini í fjør. Og fyrrárið forrestin [...] Havnarmaðurin Jóannes er komin allan vegin úr Klaksvík. Hetta er gerandiskostur. Ein av størstu fótbóltsspælarunum í Føroyum nakrantíð venur triðja árið á rað KÍ. Hóast hetta er sera tíðarkrevjandi fyri
sum semja ikki er fingin um enn, og at tað tí kann vera langt eftir á mál. Spurdur um, hvat hann ger, um semja ikki fæst, segði Anfinn Kallsberg, at so mátti hann gera støðuna upp yvir fyri tingmormanninum [...] greiða frá, hvørji mál ósemja er um. Hann segði, at full semja ikki er um vinnumálini, har flokkarnir hava rættuliga ymiskar hugsanir. Men hann segði eisini, at semja stórt sæð er um tey ríkisrættarligu við [...] semja fæst, hóast eitt nú Heini O. Heinesen er húkamaður og ikki er fyri umsetiligheitini, sum serliga Fólkaflokkurin hevur arbeitt hart fyri. Vit fara nú aftur at samráðast, og nú koyra vit á, til eitt
annað, er manipulatión av veljaranum ? og tað er sera álvarsligt! Vit valdu til Løgtingið ? ikki loysing. Nú vakna so føroyingar upp aftur við kaldan dreym ein fagran morgun og fáa eina kalda pøs yvir ennið [...] slíkum viðurskiftum í mong ár. At farið verður so lætt um hendan spurning, ið fer at ávirka land og fólk í øldir, og eisini kann gera av við hesa tjóð, er fyri mær tekin um, at hesir flokkar eru óseriøsir [...] peningakassarnir nú eru á tremur, so orkaði loysingarvongur Fólkafloksins ikki meira. Nú mátti eksperimenterast við vælferðini hjá føroyinginum. Eg eri vitandi um, at stór misnøgd er bæði í Fólkaflokkinum
stóran part í Løgtinginum er, at tit nú standa stinn og taka neyðugu tøkini fyri at fremja málsetningin. Men hvat nú um samgongan slitnar tá ið málsøki skulu býtast? So langt havi eg slett ikki hugsað [...] Nú er ljós fyri stavn. Og tað er mín vón, at Landssýrið, og ein stórur partur av Føroya Løgtingi standa stinn og taka neyðugu tøkini, sum skulu til, fyri at fremja ætlanina um einar sjálvstøðugar Føroyar [...] hvørja ferð okkurt stingur seg upp. Standi nú stinn Táið vit spyrja Jógvan Sundstein um samgongan skuldi verið breiðari, er hann heldur ivingarsamur. Tað er skeivt at gera eina landsstýrissamgongu so
tað er so illa farið, báði innan, men mest uttan, at tað fer at taka alt árið at rigga tað til aftur. Men samstundis sigur hann, at táið teir hava keypt virkið, er tað sjálvandi tí, at ætlanin er at brúka [...] fyri at hava tað uppá hondina, táið, tá ið vit koma so langt. Men, hvat tað verður, veldst um, hvat vit halda, loysir seg best, táið vit koma so langt. ?Funningslaks³ seldi 1.500 tons í fjør. [...] Arbeitt verður nú við at keypa gamla flakavirkið á Strondum. Tað er alibrúkið ?Funningslaks³, sum ætlar at keypa virkið frá Føroya Banka, sum hevur átt tað, síðani Fiskavirking varð sanerað. Kári Nielsen
inni í 5-metrinum hjá tvørámonnum. Og so er tað líkamikið, um bólturin var úti beint áðrenn. 3-1 beint áðrenn hálvleik, og tey vóru fá, sum roknaðu við, at TB nú fór at gera nakað meira við HB. Men í nakrar [...] spennandi og undirhaldandi dysti er ikki gerandiskostur, og HB-viðhaldsfólk og tey uttanveltaðu fóru eisini væl nøgd úr Gundadali, meðan TB-stuðlarnir iðraðu seg eitt sindur um, at tað hóast alt ikki eydnaðist [...] Nolsøe púra blankan framman fyri málinum, og hann ivaðist ikki. Dysturin hevði nú fingið eina knappliga vend aftur, og nú var tað HB, sum var omaná. Heimaliðið fekk fleiri møguleikar fyri enn fleiri málum