Súni Fríði tók sakina í egnar hendur

Fótbóltur: Súni Fríði Johannesen var dagsins maður í Gundadali, tá hann skeyt sigursmálið til 4-3 móti TB

Tað var sum í gomlum døgum, tá HB og TB høvdu styrkiroynd í Gundadali sunnudagin.

Seinastu árini hevur munurin á HB og TB verið stórur, og seinast TB var í 1. deild ? í 1996 ? vann høvuðsstaðarliðið 7-1 í Havn og 9-2 á Tvøroyri!

Munurin var nógv minni sunnudagin ? sjey mál vórðu skotin, og av teimum átti HB fýra og TB trý.

Sjey mál í einum spennandi og undirhaldandi dysti er ikki gerandiskostur, og HB-viðhaldsfólk og tey uttanveltaðu fóru eisini væl nøgd úr Gundadali, meðan TB-stuðlarnir iðraðu seg eitt sindur um, at tað hóast alt ikki eydnaðist at fáa eitt stig burtur úr dystinum.

Men tá samanumkom hevði HB uppiborið sigurin, hóast TB eina góða løtu í seinna hálvleiki kroysti havnarliðið langt aftur á egna hálvu.

TB sjokkbyrjaði. Tað vóru bert spældir fimm minuttir, tá TB fekk óbeinleiðis fríspark beint uttan fyri HB-brotsteigin. Bólturin varð rullaður til Eyðun »Gullok« Svalbard, sum smekkaði til, og dygst úti við stongina smeyg bólturin sær inn til 1-0.

HB kom tó skjótt yvir illfýsnu byrjanina hjá TB, og tíggju minuttir seinni var støðan 2-1 til heimaliðið.

Allan Mørkøre gjørdi tað fyrsta, tá hann nær málinum nakað úti í vinstru síðu fekk tíð og pláss til at reka inn móti málinum og javna. Minuttin aftan á var TB-verjan, sum heilt greitt var veiki parturin av liðnum hjá tvørámonnum sunnudagin, fullkomiliga útspæld. Tað endaði við, at Jens Erik Rasmussen spældi Rúna Nolsøe púra blankan framman fyri málinum, og hann ivaðist ikki.

Dysturin hevði nú fingið eina knappliga vend aftur, og nú var tað HB, sum var omaná. Heimaliðið fekk fleiri møguleikar fyri enn fleiri málum. Nærmast var Allan Mørkøre, sum við einum kanónskoti sendi bóltin á tvørstongina.

Tveir minuttir áðrenn hálvleik kom HB upp á 3-1, og tað málið var eitt sindur spell fyri TB.

HB setti álop í gongd fram eftir vinstru síðu. Bólturin var týðiliga uttan fyri síðulinjuna, og fleiri TB-arar steðgaðu upp í trúnni um, at teir áttu innkast. Men einki flagg fór upp, og bólturin varð sendur innfyri. Har stóð John Heri Dam, sum við einum meir enn hálvkiksaðum skoti snýtti Magna Hentze í TB-málinum, so bólturin legði seg pent í málið. Hóast John Heri rakti bóltin rættiliga skeivt og sostatt var eitt sindur heppin, má TB-verjan eisini taka hetta málið á sín rygg, tí málskjúttin stóð púra leysur inni í 5-metrinum hjá tvørámonnum. Og so er tað líkamikið, um bólturin var úti beint áðrenn.

3-1 beint áðrenn hálvleik, og tey vóru fá, sum roknaðu við, at TB nú fór at gera nakað meira við HB.

Men í nakrar fáar minuttir av seinna hálvleiki spældi TB satt meistaraspæl, og hesa løtuna megnaðu teir ikki bert at minka um munin, men at javna til 3-3.

Málið til 3-2 má Kaj Leo Johannesen bera sín part av skuldini fyri. Tað var tunnligt í verjuni, tá Einar Petersen, sum var komin inn í hálvleikssteðginum, royndi seg langt úti frá. Langskotið var ikki serliga hart ella væl plaserað, men HB-málverjin stóð sum negldur í vøllin, og so var bert eitt mál á muni aftur.

Tveir minuttir seinni gjørdi Kaj Leo hinvegin sítt, men kundi kortini ikki forða TB í at javna.

Tað byrjaði við, at Eyðun Svalbard, sum var besti TB-ari sunnudagin, setti ferð á inn í HB-brotsteigin. Gullok satsaði upp á brotssparkið og fekk tað, tá hann bleiv kroystur millum tveir HB-arar.

Hann skeyt sjálvur brotssparkið, men Kaj Leo bjargaði. Bólturin fór út aftur í spælið, har Gullok sjálvur var fyrstur á honum og plantaði hann í kassan til 3-3. Nú var rómur á TB-viðhaldsfólkunum, sum henda dagin høvdu hersett B36-húsið, og sum annars høvdu verið rættiliga tigandi, burtursæð frá í byrjanini av dystinum.

Rumenski HB-venjarin setti nú Róa Árting inn fyri Inga Rasmussen fyri at fáa miðjuna eitt sindur longur fram, men tað var Súni Fríði Johannesen, sum tók sakina í egnar hendur, tá 70 minuttir stóðu á klokkuni.

Skjóti áleyparin fekk bóltin nakað inni á TB-hálvuni. Hann sá eitt hol í verjuni hjá tvørámonnum, setti ferð á og endaði við at banka bóltin upp í málhornið hjá Magna Hentze. Besta málið í dystinum, og, sum tað vísti seg, eisini sigursmálið.

TB misti ikki mótið, men trýsti nú spælið upp eftir vøllinum. Men HB-verjan, ið spældi uttan Jan Dam, sum koykti fótin í steypadystinum móti B68 tveir dagar frammanundan, stóð sterk, serliga Hans Fróði Hansen, sum saman við Jens Erik Rasmussen var bestur á HB-liðnum.

Lassin legði ? av røttum ? fimm minuttir afturat teimum kravdu 45, men hóast TB hevði alt spælið síðstu løturnar, eydnaðist tað ikki at koma afturíaftur enn einaferð.

HB kundi við eitt sindur meira hepni og nærlagni avgjørt alt longu í fyrra hálvleiki, men slapp við skrekkinum í seinna. Ikki minst takkað verið Súna Fríða Johannesen.