í HB í tvey ár, áðrenn hann so í 1996 kom til Klaksvíkar. Nú hevur hann verið í Klaksvík í tvey ár, og hóast tilboð hava verið frá øðrum feløgum, hevur hann gjørt sáttmála við KÍ, um at samstarvið heldur [...] KÍ hevur avgreitt venjaraspurningin fyri næsta kappingarár, og tað verður verandi venjari, sum heldur fram. Jóannes Jakobsen og KÍ, sum longu hava samstarvað í tvey kappingarár, eru komin ásamt um at halda [...] formaður í KÍ. Úrslitið hjá KÍ var gott í 1996, men árið í ár hevur langt frá roynst líka væl, og tað er komið av nógvum ymiskum orsøkum, millum annað frágongd av spælarum. ? Eg eri glaður fyri álitið
tey skulu í nógv størri mun, enn tað higartil hevur verið gjørt, vera spurd, tá avgerðir skulu takast. Men tað, sum ivaleyst hevur størsta áhugan bæði hjá FSF og øðrum limafeløgum í FIFA, er, at um sviin [...] verður valdur til FIFA formann. Tað er mest átókt tí, sum Gorbatjov gjørdi, tá hann kom til ræðið í gamla Sovjetsamveldinum. Limalondini skulu hava størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í FIFA, og tey [...] ár. Elligamli brasilumaðurin Havelange, sum hevur verið formaður í FIFA í mong ár, hevði ætlað sær at halda fram í eitt skeið afturat. Men síðani tað gjørdist honum greitt, at mótstøðan ímóti honum er
? Eitt tað fyrsta málið, eg fari at leggja fyri Fólkatingið í oktober, verður málið um at fáa føroyingum Tips- og Lottopengarnar í einum blokki. Tað sigur Ebbe Lundgaard, mentamálaráðharri. Hann sigur [...] lottopengarnar. Men sum Sosialurin skilir, so er málið longu loyst, áðrenn Óli Breckmamn ger vart við tað - tað skal bert samtykkjast í fólkatinginum. [...] verður óivað um eitt tal, sum fer at liggja millum fýra og seks milliónir krónur. Skipanin hevur verið soleiðis, at søkjast skuldi um pengar í hvørjum einstøkum føri, men hendan skipanin er ov tvørlig
hittast javnan á fundum, har teir tosa um felags viðurskifti, um tað, ið fyrifertst á mentanarøkinum í Norðurlandaráðnum o. s. fr. ? Og gongur tað, sum vit ætla, so komi eg aftur til Føroya í juni, sigur Ebbe [...] Brandbjerg Højskole, sum liggur við Vejle. Ebbe Lundgaard sigur, at einir tíggju føroyingar hava verið har, meðan hann var skúlastjóri, og at hann sunnudagin hevði vitjan av fýra teirra. Ebbe Lundgaard [...] í Grund vísir á, at teir báðir starvsbrøðurnir starvast á jøvnum føti, tí mentamál hava øll árini verið føroysk sermál - og tí ræður danska mentamálaráðið ikki yvir viðurskiftum, sum Sámal Petur í Grund
Rættur heldur ikki, at skiparin og stjórin kunnu umbera seg við at hava verið í góðari trúgv. Teir hava framt ávarsliga tilsíðissetan á tað, sum Søfartsstyrelsen kravdi og álegði, og alt hevði týdning fyri [...] Nólsoyar Páll er ikki nakað herskip, og tað var greitt lógarbrot, at Nólsoyar Páll varð sigldur heim úr Fraklandi í august mánaði í fjør. Hetta stendur m.a. í grundgevingunum fyri dóminum, sum Føroya rættur [...] latið skipið siglt heim úr Fraklandi til Føroya, men ikki fyrst at hava syrgt fyri, at skipið hevði verið til logarásetta høvuðseftirlitið og hevði galdandi skjøl. Kári Horn varð dømdur sum skipari á Nólsoyar
Nabb leygarkvøldið. Og tað segði mær lítið. Tað tóktist, sum mestur dentur varð lagdur á at siga fólki, hvussu stuttligt og skemtiligt tað var at verða vaktur av Heilaga andanum. Tað var eitt sjáldsamt upplivilsi [...] vildi tað sjálvur. Og tú vart sera vælkomin fram at fáa bønartænastu frá forbiðarunum og hjálparfólkum. Um tú vildi tað sjálvur. Einki krav. Men tað varð ámint um hetta í heilum. Satt at siga kann tað vera [...] í sálini, veit tað ofta ikki sjálvur. Hann hevur helst fortrongt tað, sum gav hetta sárið. Í øðrum lagi er tað ivaleyst nakað váðið, at fara at ríva slíkt upp aftur og so vænta, at tað verður lekt eftir
rættiliga meinlík á mongum økjum, tá tað kemur til eina oljuleiting og eina møguliga komandi oljuvinnu. Talan er um sera smáar oyggjarbólkar við lutvíst fáum íbúgvum. Tað búgva tó væl færri fólk á Falklan [...] er tí nakað tað sama. Her er talan um djúpt vatn og her er eisini talan um eitt harðbalt verðurlag, so verður olja funnin, verður tørvur á serstøkum skipanum, eitt nú er mest sannlíkt, at tað verða brúkt [...] Nógvar seismiskar kanningar eru gjørdar har og 1. útbjóðingarumfar hevur verið. Nú verður so fyrsta boringin fyrireikað. Og tað er eingin minni enn ein gamal kenningar frá føroyska økinum, amerikanska
sett nógv fólk av til kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst ikki. Vit vilja tvørturímóti [...] bert siga, at vit høvdu ikki verið her, um vit ikki hildu møguleikar eru fyri, at olju- og gassberandi løgini eystan fyri halda fram móti Føroyum. Hann vísir annars á, at tað hevur stóran týdning fyri teir [...] meta óloysta marknatrætan kann hava á eina komandi leiting við Føroyar! Gordon Taylor, Shell: -Tað hevði verið gott, um marknatrætan varð loyst skjótt, so vit vistu, hvar vit standa. Brian Mitchener, BP:
er í Hvalba so tað er við at blíva fastur táttur í heystarmyndini í størstu markatalsbygdini í Føroyum. Í Suðuroynni hava tey allarflestu, sum annars hava seyð, eisini veðrar. Og tað er ikki sørt, at [...] álvara. Eliesar Poulsen, sum er ein av teimum, sum tóku stig til veðrasýningarnar á sinni, sigur, at tað sæst týðiliga á seyðinum, at hann er blivin betri, og sær betri út, síðani farið var undir sýningarnar [...] sýningarnar. Menn gera sær størri ómak, tá ið brundar skulu gerast, og veðurlomb setast við. Og tað sæst aftur í týðiliga dygdini 47 veðrar Á veðrasýningini í ár vóru 47 veðrar. Teir vóru allir veturgamlir
men sum kortini als einki hevði upp á seg. ? Tað er umráðandi, at politikararnir ikki sleppa at býta út av grunninum, og tað er einki garanti fyri, at tað fer at ganga betur, fáa politikararnir størri [...] prógvaði, at nakað er heilt galið við Framtaksgrunninum. ? Tað sokallaða prógvið, sum tingmenn fingu frá grunninum var beinleiðis villleiðandi. Tað var beinleiðis talfalsan tá borið var saman við raksturin [...] helt Óli Jacobsen, sum eisini vísti á, at tað í øllum fyritøkum er vanligt, at nevndin verður skift út, tá tær fara á heysin. Nevndin í grunninum hevur verið óskikkað Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum