fríggjadagin 20. februar. Kappingin er í lítla býnum Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi. Kappingin er í Knebel av teirri orsøk, at D.G.I. (Dansk gymnastik og idrætsforeninger) eigur nakrar stórar bygningar [...] víðari við innanríkis flogfarið til Århus. Síðani verður farið við bussi til Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi. Dreingirnir hava allan vetur gjørt nógv við venjingina, og uppmøtingin hevur verið [...] Leikarnir hava vant tvær ferðir um vikuna í vetur, og teir siga hetta vera nóg mikið. Leikarnir eru høgir á vøkstri, og hetta kemur væl við, tá ið ein spælir flogbólt. Hetta er tó ikki fyrstu ferð at dreingirnir
skóleistum til. Hongdar upp á trø, sum krossfestar disharmoniir -samansetingin og heitið kunnu ikki vera annað er speisom. Astrid Andreasen hevur á sama viðkomandi hátt, sum hon á várframsýningini í 1993 hevði [...] hví hongur hon á várframsýningini í ár? Síggi at Øssur Mohr hevur málað myndina, sum hermir so væl eftir Zachariasi Heinesen. Men Øssur Mohr dugir sjálvur, vísti hann eftir mínum tykki á onkrari aðrari [...] týdning á tí fyri tíðina so høgt prísaða marknaðinum. Málningarnir hjá Zachariasi Heinesen hava fingið ein kaldan bláan dám aftur, sum var í myndum hansara mitt í 80'árunum, og okkurt í sjónum á "Ljósglæmu
52 cm long og vigaði 3864 gr. 19. febr. fingu Joan Skaalum og Oddur Augustinussen, Vági, eina dóttur á Ríkissjúkrahúsinum. Hon var 46 cm long og vigaði 2395 gr. 24. febr. fingu Alma Nielsen og Michal Johanson [...] son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 1. mars fingu Anita Kjærbo, Hvannasund, og Christian G. Mathisen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3500 gr. 2. mars fingu Jenny Gudmundsen
sum fyrr vóru á marknaðinum. Og tað sær út til at kundunum líka felagið. Í øllum førum hevur »nýggja gamla« felagið fingið fatur á 5% av marknaðinum. Og tað eru tey stak væl nøgd við á Trygd. Men tað [...] tey siga í tíðindaskrivinum, so eru prísirnir á tryggingum í Føroyum lækkaðir, síðani Trygd kom á marknaðin. Sambært Trygd, so hevur brúkarin spart millum 2 o g 3 mió. kr. síðani felagið byrjaði. Sammeta [...] tryggingarfeløg eftir prísleguni, og at hetta kann gerast kostnaðarmikið tá um ræður. Trygd leggur dent á at hava dygdartryggingar til kappingarførar prísir. Tí tá skaðin hendur, er tað týdningarmikið at hava
Hjalmar Klein Olsen er ein av teimum mest royndu á VÍF-liðnum, sum sunnudagin gjørdist føroyameistari annað árið á rað. Hann hevur verið á besta liðnum í 12 ár og fyri hann er tað sostatt ikki nakað fremmant [...] sjálvir sunnudagin, men blivu føroyameistarar kortini. ? Støðan var tann sama í fjør. Tá vann Neistin á H71, tá tað vóru eini fimm umfør eftir, og tað merkti, at VÍF var føroyameistari. Sjálvandi hevði tað [...] eg sjálvur havt eitt gott samstarv, heldur Hjalmar og leggur afturat, at eisini ungir menn sum Áki G. Olsen, Sámal Joensen, Petur Frank Joensen og Martin Hummeland hava spælt væl og í ár meir ella minni
vunnið á Kyndli. Dysturin millum Neistan og VÍF var dysturin millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini á øllum brøgdum. At fólk heldur ikki væntaðu tað stóra frá hesum dystinum, sást aftur á ásko [...] áskoðaraplássunum. Á dómaraseðlinum stendur »Áskoðarar: 21«, og tað man vera á góðari leið. Harav var helvtin vestmenningar, so áhugin fyri Neistaliðnum er millum lítil og eingin, nú tað gongur so illa í hond [...] Niclasen 1, Ári Rouch 1, Teitur Samuelsen 1. VÍF: Ingi Olsen 16, Áki Olsen 7, Sámal Joensen 4, Áki G. Olsen 4, Hjalmar K. Olsen 4, Agnar Joensen 2, Rógvi Nielsen 2. Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3.
at verjuspælið hjá StíF við offensivari verju á bakkunum ørkymlaði vestmenningar nakað hesa løtuna. Áki G. Olsen og Sámal Joensen løgdu síðan vestmenningar á odda 25-23, men Sveinbjørn Poulsen og at enda [...] sum eitt ódnarveður. Tá ið bert 6 minuttir vóru leiktir, vóru teir á odda 5-1. Strandingar tóku seg tó saman eina løtu og komu upp á 6-5, men næstu 10 minuttirnar fingu vestmenningar 7 mál og strandingar [...] fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-10 til vestmenningar. Í seinna hálvleiki gekk, eins og móti endanum av fyrra hálvleiki, javnt á, heilt til gott og væl eitt korter
úrslit á »Steinwayinum« hevur givið fleiri ungum fyrstu veruligu royndina í hesum spennandi tónaheimi. Kapping? Hetta er tólvta árið, at boðið verður til henda fagnað. Fyrireikararnir leggja dent á, at fyrst [...] gomul og hon gongur í 2. g. í Hoydølum. Hon hevur spælt klaver í 9 ár, og eins og hinar báðar hevur hon gingið hjá ymsum lærarum ? nú er tað Stamen Stant-chev, ið leggur lag á. Birita er ivaleyst hon, [...] Pauli í Sandagerði Í morgin skulu tær tríggjar, Kristina, Andrea og Birita royna seg á kendum klaverfagnaði í Keypmannahavn. Danski Steinway Klaverfagnaðurin er ætlaður børnum og ungum undir 20 ár. Ikki
hann var komin á vøllin. Veteranar gingu á odda Tað er ómøguligt at endurgeva dystin leygardagin uttan at nevna allar ónollurnar, sum vóru. Tað er harmiligt at síggja spælarar gera seg inn á hvønn annan, [...] ger slíkt enn beiskari at svølgja, er, at tað eru summir av teimum royndastu spælarunum á báðum liðum, sum ganga á odda í ljóta spælinum. Eg vil ikki nevna nøkur nøvn, men hetta hevur víst seg ferð eftir [...] Tað var lagt upp til ein góðan enda á kappingarárið 1997/98, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna leygardagin. Undan dystinum handaði liðskiparin hjá hoyvíkingum blómutyssi til liðskiparan hjá
Havnin fylti 125 ár, og á fyrstu framførslu okkara vóru vit pausuklovnar í Tiffany. Eisini spældu vit nøkur løg á eini konsert hjá Paria í Havn sama ár, og seinni tóku vit lut á eini Stjørnukonsert og vóru [...] men vænti einki fyrr enn á ólavsøku. ? Og kunnu vit vænta nýggja fløgu frá MC-Hár? ? Ikki beint nú, hóast tilfar er ? mesta á enskum. ? Hvussu fæst meira at vita um MC-Hár? ? Á internetinum hava vit eina [...] dansarar og onnur roknað uppí. ? Sangurin »Vátt« á fløguni er vakur og yndisligur; hví vevja tit so knappliga »himmal, hav og helviti og heidningar á rað« uppí? ? Sjálvur haldi eg, at tað lutvíst er til