leiting eftir olju, framleiðsla, flutningur og keyp og søla av olju og nátúrgassi. Í samtakinum arbeiða umleið 400 fólk. Í 1997 hevði samtakið ein umsetning uppá 7,5 mia. kr. Eftir skatt varð úrslitið góðar [...] ngum og sakførarum til jarðfrøðingar og verkfrøðingar. Teir koma nú at arbeiða á teimum ymsu deildunum hjá danska oljufelagnum. Teir fyrstu føroyingarnir taka við starvinum longu um ein mánað og verða [...] -Vit eru sera ovfarin av og fegin um, at so nógvir kvalifiseraðir føroyingar søktu størvini sigur Bodil Jensen, starvsfólkaleiðari hjá DONG. Meiri enn 30 føroyingar søktu, og tá so stórt tal av teimum
góðkendan grasvøll, og vit halda, at tað er upplagt, at hann verður brúktur, tá umstøður eru til tað, og umstøðurnar eru til tað nú. Eingin landsdystur verður hesu megin summarsteðgin, og tað hevur verið sera [...] skuldi vera á grasinum, so var treytin tann, at bæði liðini vóru samd um hetta, og tí varð dysturin spældur á graslíkinum og ikki á grasinum. Toftamenn hava spælt nakrar landskappingardystir á grasvøllinum [...] trupulleiki, og t.d. GÍ hevur ógvuliga fegið viljað spælt á grasinum, áðrenn teir hava luttikið í Europa Cup. Vágbingar hildu ikki, at teir kundu ganga við til at skifta undirlag við so stuttari freist, og tí varð
ávirkan ? og hevur valmøguleikar her í lívinum, og nýtist ikki at lata tað yvir til onnur og avgera fyri seg. Hetta er galdandi bæði í tí almenna og privata lívinum. Løn gevur fíggjarligt frælsi ? og uttan [...] veruligt frælsi. Og tað er ikki líkamikið, hvør lønin er. Ein størri javnvág í lønarútgjaldingum til kvinnur og menn og javnari býti av hægri og lægri løntum størvum millum kvinnur og menn, er tekin um [...] siga, at í teimum lægstu lønarbólkunum (7.-11) er 81% kvinnur og 19% menn. Í teimum hægstu lønarbólkunum (21.-40.) er júst øvugt, her eru 71% menn og 29% kvinnur. Og hesi tøl eru gjørd upp sum ársverk, sum
framleiddir 163,1 mió. kWh ímóti 162,3 mió. kWh í 1996, og er hetta ein vøkstur uppá 0,5%. Mesta lastin á elkervið í meginøkinum í hesum árinum varð 31,6 MW, og kom hon fyri í desember mánað. Mesta lastin er sostatt [...] Smáverkini framleiddu 0,6 mió. kWh, og vindmyllan í Neshaga framleiddi 0,6 mió. kWh. Vatnorkuverkini ? Í 1997 var vatnframleidda orkan 75,8 mió. kWh, ella ein vøkstur uppá 7,9% í mun til árið fyri. Henda f [...] Í ársfrágreiðingini hjá SEV verður eisini greitt frá elframleiðsluni, og henda framleiðsla var fyri alt landið í 1997 182,8 mió. kWh. Hetta er 0,8 mió. kWh meiri enn framleiðslan í 1996, ella ein vøkstur
virksemi innan bygging, privatum og almennum tænastuvirksemi og av góðum fiskiskapi, stendur í ársfrágreiðingini hjá SEV, tá um er at røða búskapin. Íløgurnar 111 mió. kr. Og víðari verður sagt, at hóast SEV [...] lækkaðir Síðan 1991 er elprísurin til ídnaðin lækkaður úr 1,25 kr. kWh niður í 65,7 oyru kWh, tvs. næstan niður í helvt eftir 7 árum. Vanliga húsarhaldið, sum í 1993 rindaði 173,8 oyru fyri kWh íroknað MVG [...] kWh, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá SEV. Lánibyrðan hjá SEV minkaði við 48,3 mió. kr., og aftaná rentur og avskrivingar varð rakstraravlopið 26,3 mió. kr.
báði politikarar, reiðarar og fiskimenn. Tí hetta er tíðin, táið teir plaga at koma við metingum um fiskiskapin undir Føroyum. Og hetta summarið verður onki undantak. Tí eins og undanfarin ár, mæla fisk [...] Fiskifrøðingarnir siga um toskin, at veiðitrýstið er ov høgt og er ikki burðardygt í longdini. Veiðitrýstið tvífaldaðist frá 1995 til 1996, og er enn nakað høgt, hóast tað minkaði eitt sindur aftur í 1997 [...] er nú. Ongir nýggir árgangir eru at hóma og veiðitrýstið er alt ov høgt. Ti verður mælt til, at upsafiskiskapruin minkar niður í 14.000 tons komandi ár. Tað er 7.000 minni enn metta veiðan í ár. Annars
sessast Heini Olsen og John Rødgaard aftur við talvborðið at avgera, hvør teirra kann kalla seg føroyameistara 1998. Í FM-kappingini á páskum endaðu Heini og John javnir á 1. plássi við 7 stigum úr teimum [...] Heina Olsen og John Rødgaard verður í Ósáskúlanum í Klaksvík nú um vikuskiftið. Telvað verða 4 talv, og byrjað verður sum áður nevnt klokkan 15.00. Hinar dagarnar verður tó byrjað klokkan 14.00, og síðsta talvið [...] heilt væl fyri, meðan kappingin var og hevði einans akkurát megnað at fylgt við í oddastríðnum, men í tí avgerandi síðsta talvinum savnaði hann allar kreftirnar saman og megnaði óvæntað at vinna, hóast hann
roynd og lívfrøðilig viðurskifti frá øllum fiskiskapinum Langasporl Stovnarnir í ICES økjunum 6 og 7 verða hildnir at vera innanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar, men undir Føroyum er báði veiða, og royndarveiða [...] ð minst 70% og ráðgeingin í ár er tann sama av tí at ongir, góðir árgangir eru at hóma og gýtingarstovnarnir eru so illa fyri. Hetta svarar til eina heildarveiði undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi [...] . Longa og brosma Stonsuppbýtið er óvist. Eingin neyv stovnsmeting er gjørlig í løtuni. Men tað verður um fá ár undir Føroyum og undi Íslandi, tí regluligar royndir verða tiknar av veiðini og trupulleikarnir
eru fleiri støð og tiltøk hjá ungfólki at fara til og tí kunnu vit gera meir har. Í Peru ber til at ferðast langar leiðir fyri lítið og lætt, meðan tað kostar nógv at ferðast í Føroyum og úr Føroyum til [...] nógv og tey flestu hava stuttklipt hár, sigur Rosa Navarro. ? At fara í ball í Føroyum er heilt øðrvísi. Her dansa øll saman, ofta genta og genta. Í Peru er nógv meiri rørsla og rútma í dansinum, og tá ið [...] hjá teimum. Upprunin Rosa er fødd og uppvaksin í høvuðsstaðnum Lima í Peru. Í Lima búgva 7 mill. fólk og har er gott at búgva, sigur hon, hóast kriminaliteturin og stættarmunurin er stórur. Flestu peruanarar
20 Børn 7-12 ár 2 km Kl. 12.45 Vaksin 13 ár - 5 km Kl. 13.15 Heiðursmerkjahandan og tutakast Børn 3-6 ár byrjað við Skótahúsið og skulu renna 1 1/2 ferð runt. Børn 7-12 ár byrja við Sparikassan og renna [...] vaksnu byrja við Talvhúsið og renna 7 1/2 ferð runt. Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Føroya Bjór. Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í báðum aldursbólkum [...] hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3. Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar um gávur frá ymsum stuðlum. Tilmelding verður gjørd á tlf. 45 70 67, áðrenn 6. juni og verða allir