aftur. Men tað løgna var, at maðurin ikki kendi menninar aftur í rættinum týsdagin. Tá maðurin var tveittur av ta náttina, fór hann grulvandi inn í húsinum hjá einum sykinabarni, sum var tann, ið meldaði [...] hin kendist hann ikki við. Hann upplýsti annars, at hann ta náttina hevði spurt hin mannin, hvør hann var, og hevði fingið navnið á honum. Á rætttarfundinum varð vitnið ikki spurt, um hetta skuldi skiljast [...] Sjálvt um Føoya Rættur hevði sett tað mesta av týsdagnum av til at viðgera revsimálið móti teimum báðum monnunum, so eydnast ikki henda dag at fáa málið avgreitt, so tað kundi takast upp til dóms. Neyðugt
skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so var henda skrivlig [...] og kunnað meg um tunnilsarbeiði har, varð farið at gera kanningar í Føroyum. Hetta er ikki annað enn náttúrligt. Harvið varð tó eingin avgerð tikin um, antin tunnilin skuldi gerast ella ikki, tí øllum kunnugt [...] peningin í ár, men hann verður ikki brúktur, uttan so at løgtingið eisini samtykkir løgtingslóg um partafelag. -Kemur løgtingið so hartil, at tað ikki vil samtykkja lóg um partafelag, til hesa bygging og
nógvum kommunum úti um landið er skattaprosentið so høgt, at tað er ikki livandi har. Tí má fyrsta stigið verða at taka tað grundgevingina burtur, sigur Páll Vang. Og tað kann bara gerast um løgtingið samtykkir [...] við skuldini, kundi landið hjálpt kommunurnar. Krevur ikki so nógvar pengar Páll vang sigur, at fyrimunurin við hesi loysnini er, at hon krevur ikki so nógvar pengar, sum aðrar loysnir, ið hava verið frammi [...] verður niðurgoldið. Hann sigur, at hann hevur ikki roknað nágreiniliga út, hvussu stóran part av skuldini, kommunurnar ikki klára at betala um skattaprosentið allastaðni lækkar niður á tað sama, sum Havnin
taka undir við teimum? Eg veit ikki, hvat einstakir Tjóðveldismenn siga og gera, og tað blandi eg meg heldur ikki uppí. Ongin hevur spurt meg, sum formann í flokkinum um floksins støðu. Men eg skal bara [...] politikkin hjá samgonguni. Tað einu tíðina var hann enntá til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um misálit løgmann. Støðan er einki broytt í so máta. Eg dugi ikki at síggja, at henda samgongan er før fyri [...] fyri at stýra landinum framá, tí hon hevur ongan politikk, hon hevur onga linju og menn og konur tosa hvør í sína ætt. Tí er tað heilt skilligt, at vit fara ikki hjálpa samgonguni at verða verandi.
»Nå«, svaraði eg líka findarblíð »tað var spell. Men hví hugsar hon seg so illa um, er hon so evnarík, sum tú sigur«? »Hvat meinar tú við«, spurdi hann aftur, heldur minni blíður enn í áðni. »Jú, sært [...] Also standa vit endiliga líka, tá talan snýr seg um val eftir kyni. Og har er tíbetur ongin spurningur um evnir - ella hvat heldur tú innast inni um tað? Næst á breddanum stendur so flokspolitiski liturin [...] sum leita, tí heldur ikki evnaríkar kvinnur hava neyðturviliga flokspolitiskt tilknýti. At so er ber eitt nú greinin um javnstøðulógina hjá Rúnu Sivertsen herfyri týðilig boð um. Bergtóra Hanusardóttir
hjúklan um heldur færri hevði ikki gjørt verri. Tórshavnar Kamarorkestur Hóast minni ásýniligur í landslagnum enn felagin á kórmótinum, so eiga vit ikki at fara skeiv av Kanny Sambleben, tá um kamartónleik [...] væl - »andante satsurin« var í mínum oyrum tann vakrasti. Tað órógvaði eitt sidur, at instrumentini »stemmaðu« ikki altíð nóg væl, men rætti andin var har allatíðina, og løtan var livandi og góð. Dansitónar [...] du bei mir«. »Begga« mennist í hvørjum, og hesin sangurin var einki undantak. Sangurin var sera væl framborin - inniliga og mergjað fylti hon kirkjurúmið við eymleika og kraft. »Magnificat« Bach fekk seinasta
óynskt, um tað ikki er fullført. Rúna Sivertsen setti spurnartekin við, hvussu ein mamma, sum kom út fyri slíkum, mundi hava tað. Tað verið seg, tá hon fær at vita, at fostrið er brekað. Meðan hon umhugsar [...] Annars helt Rúna Sivertsen ikki, at Lærarafelagið átti at sleppa at krevja brekað børn í vanligar skúlar. Hon helt ikki, at lærarar skuldu hava rætt til at undirvísa á økjum, teir ikki hava førleika til. Útblakaður [...] endamál. Eisini Ernst Hansen var í móti at stongja Pensionatið á jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann vísti á
umhugsar í hesum døgum, um tey skulu meldað nakað flogbóltslandslið til EM-kappingar fyri smátjóðir, sum verða næsta summar. Fyrr í ár varð støða tikin um, at hesaferð skuldi Føroyar ikki vera við, men eftir [...] eftir at Flogbóltssambandið hevur fingið fleiri áheitanir um at koma við til kappingina, og tilmeldingarfreistin ikki er úti fyrr enn hálvan desember, eru tey farin at umhugsa støðuna. Men størsta forðingin [...] hjá CEV, sum er europeiska flogbóltssambandið. Evnið á fundinum var umskipan av europeiska meistaraheitinum fyri landslið, og endamálið var at umskipa ta kapping, sum hevur verið fyri smátjóðir í Europa
lagt seg væl fram um, 13-8, men júst sum gongdin var í fyrra dystinum millum liðini í ár, steðgaði StÍF upp í seinna hálvleiki, og Neistin tók seg inn á StÍF. Eitt skifti fór Neistin fram um, men mótsatt fyrra [...] teir fram um hini oddaliðini, vóru teir ikki nøgdir við bert at fáa javnt móti botnliðnum. Neistin spældi ein góðan dyst, og tað vóru teir, sum vóru á odda nógva av tíðini. Í hálvleikinum var støðan 15-12 [...] gjørdu tær tað, sum var neyðugt fyri at vinna. Úrslitið av dystinum 20-19, og hjá StÍF gjørdu Eyðleyg Mikkelsen og Signhild Petersen seks mál hvør, meðan Inga F. Danberg enn einaferð var toppskjútti hjá Neistanum
Fyri mín part haldi eg, at hon snýr seg um nakað heilt annað. Eg haldi, at listin er eitt framhald av skapanini, hon má vera guddómlig ella framvakstrarlig (evolutioner), tó ikki í beinleiðis fýsiskari merking [...] so mikið sum møguligt av heildini. Her hevur listin sína uppgávu ? eg hugsi tá ikki einans um myndlist uttan eyðvitað um øll sløg av »opinberandi« list ? skaldskap ? tónleik og film o.s.fr. ? Listin setur [...] setur á stovn ymisk »mál« umframt tað vanliga kenda málið ? mál sum kunnu, ? um ikki greiða gátuna (tað gerst ikki), so ávísa hana úr óendaliga mongum ymiskum sjónarhornum. Listamaðurin kann soleiðis skapa