tilburðurin, sum politiið veit um, var næstseinastu sunnunátt. Ein genta var á veg eftir gøtuni Hálsatjørn millum R. C. Effersøesgøtu og niðan móti Konmansmýru. Har var ein maður, sum bað hana læna sær [...] ætlaði at hjálpa, men so feldi hann hana. Ein annar tilburður var nakrar dagar frammanundan aftan fyri gomlu politistøðina í Havn, og ein var eisini við Gundadalshøllina. Politiið kann við nøkulunda vissu [...] spæl, tá ið framferðin var tann sama. Kvinnurnar hava lýst mannin soleiðis: Hann er umleið 175 cm høgur og sterkur, 20-25 ára gamal, ljósabrúnt hár. Næstseinasta sunnumorgun var hann í hvítari blusu, ikki
nøgdirnar í dag var havtaska, og hetta er eisini orsøkin til høga miðalprísin. Umleið 33 tons vóru av havtasku, og besti miðalprísurin var 30,25 krónur fyri kilo. Eini 16 tons vóru av toski. Mest var av toski [...] havtasku vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag, og besti miðalprísurin var 30,25 krónur fyri kilo. Miðalprísurin á marknaðinum í dag var annars 17,85 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag tilsamans [...] toski 3, sum fekk miðalprísin 13,24. Góð 10 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísur fyri hýsu var 13,25 krónur fyri kilo. Eini 8 tons vóru av hvítingi, og her lá miðalprísurin um góðar 7 krónur. Sløk 6 tons
tíð ? og kanska helst teir bestu nakrantíð fyri eina so fræga nøgd av fiski, sum talan var um hendan dagin. Talan var um tilsamans 154 tons, sum vórðu seld fyri góðar 3,2 miljónir krónur. Hetta gevur ein [...] á 20,82 fyri kilo. Orsøkin til, at miðalprísurin var so høgur hendan dagin á marknaðinum er í fyrsta lagi, at nógv havtaska, toskur og kongafiskur var á søluni, og haraftrat fingu tey 10-12 tonsini, sum [...] krónur fyri kilo. Hýsa 2 fór fyri 15,55, og besti miðalprísurin fyri kongafisk var góðar 17 krónur fyri kilo. Samanlagt var mikudagurin ein góður dagur fyri skip og bátar á Fiskamarknaði Føroya.
í dag var leiktur á St. Andrews í Birmingham, har Manchester United var á vitjan. Fyrri hálvleikur var rótutur og langt var millum málmøguleikarnar. Bæði liðini høvdu skot á mál, men ongantíð var vandi [...] aftur í brotsteiginum, har hann var tryggur og legði gestirnar á odda. Leingi sá út til, at Manchester United fór at fáa øll stigini norður við til Manchester, men Lee Bowyer var ikki í jólahýri. Eitt innlegg
Pedro Moreno úr Spania var málverji í átta dystum, veteranurin Heðin Stenberg var málverji í fimm dystum og Milos Budakovic úr Serbia var málverji í fimm dystum. Nú letur tað til, at tað verður Rói Zachariasen [...] málið hjá EB/Streymi. Í ár var hann málverji í 25 av teimum 27 landskappingardystunum. Fýra ymiskir málverjar vardu málið hjá AB í næstbestu deildini í 2021. Danski Anders Nagel var málverji í 10 dystum, Pedro [...] einaferð áður verið málverji hjá AB í bestu deildini. Tað var 19. oktober í 2014, tá ið AB tapti 5-1 í Klaksvík, og Rói Zachariasen, sum tá var 16 ár og eina viku gamal, vardi AB málið.
kvøld. Í kvøld var høllin á Skála karmur um hálvfinalurnar í niðara endaspælinum. Verandi føroyameistarar, StÍF vunnu 25-20 á H71 2. H71 2 var væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur [...] farnir var støðan javnleikur 13-13. Seinastu 19 minuttirnar lá betri fyri hjá StÍF við málskjótingini, og vunnu strandakvinnur at enda 25-20. VB vann ein tepran 24-23 sigur á EB. Í steðginum var VB á odda [...] odda 14-10. Tá eitt sindur meir enn ein minuttur var eftir at leika var VB á odda 24-21. Tá fekk EB tvey skjót mál, men VB reið stormin av og vann 24-23. Finalan í niðara endaspælinum millum StÍF og VB
avrik í kvøld var heilt á toppinum og av álvara kroysti donsku favorittarnar. Verjuspælið hjá kroatum var so ágangandi, at tað gekk heilt illa hjá dønum at fáa álopsspælið at rigga soleiðis, sum tað plagar [...] við sjey ímóti seks í álopsspælinum, og tá riggaði. Vongurin í vinstru Emil Jacobsen var flúgvandi, og Mikkel Hansen var øgiligur, tá ið hann aftur og aftur skoraði við langskotum, hoppskotum og brotskøstum [...] spældi strikuspælararnar leysar. At verjuspælið hjá báðum pørtum var sera gott í fyrra hálvleiki sást á støðuni, sum eftir fyrra hálva tíman var 12 – 11. Danmark hevur framvegis fulla úrtøku. Nú resta dønum
vunnu. Á Skála var Sævarmoy ein stóran stavn undan Dúgvuni. Í dag var Dúgvan eina lítla rong fyrri á mál enn Sævarmoy. Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag var á Skála nummar trý, og Kollur var nummar fýra. [...] Á fjarðastevnu á Skála fyri einari viku síðani var tað Sævarmoy úr Klaksvík, sum vann, og Dúgvan úr Sørvági var næstfyrst. Í dag vóru tað aftur hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um sigurin, men í dag [...] Í dag var Kollur nummar trý og Títlingur nummar fýra. 1 Dúgvan 02:48.25 7 0 0 2 Sævarmoy 02:49.03 6 0 0 3 Kollur 02:50.49 5 0 0 4 Títlingur 02:51.02 4 0 0 5 Tjaldrið 02:53.30 3 0 0 6 Havfrúgvin 03:00
1-0 á Tórsvølli ímóti Føroyum. Talan var um tepran og ikki frítt hepnan sigur. Í kvøld spældu íslendingar á útivølli í Póllandi. Úrslitið í Poznan var 2-2. Ísland var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu [...] úrslitið. Ísland legði seg á odda í 26. minutti. Málskjútti var Albert Guðmundsson eftir hornaspark. Átta minuttir seinni javnaði Pólland. Málskjútti var Piotr Zielinski eftir sending úr vinstru. Íslendingar [...] Robert Lewandowski, og tveir minuttir eftir steðgin legði Ísland seg aftur á odda. Eftir álop í vinstru var bólturin leysur í brotsteiginum, har Birgar Ingi Bjarnason í sínum triðja landsdysti skoraði fyrsta
kvøld. Klokkan var farin av hálvgumsjey, tá ið B68 ferðalagið, sum hevði verið í Hvalba og spælt fótbólt, sigldi seg fram á grind. Tað var nakað suður úr Borðini. Ovi Brim prestur, sum var ein av spælarunum [...] toftamenn suður á Hvalba og nú var á veg norðuraftur, greiddi in.fo frá, at teir í dýrdarveðrinum vóru einsamallir hjá grindini, sum lá nakað suður úr Borðini. Klokkan 20.05 var fyrsti bátur hjá grindini – [...] ferðalagið av Toftum í skjóttgangandi bátinum. Tá var grindin ein lítlan fjórðing suður úr Kirkjubønesi. Síðani komu fleiri bátar aftrat, og klokkan hálvgumníggju var drápið liðugt. Sum vit skilja tað, so er talan