egnari leikhálvu. Bólturin endaði hjá Sergio Agüero, sum sendi bóltin inn til Diego Forlán, sum var komin inn í brotsteigin. Framherjin úr Uruguay gjørdi einki mistak, men bankaði bóltin í netmeskarnar hjá [...] eitt frálíkt forarbeiði frá Gonzalo Higuaín. Úrslitið var tó langt frá nøktandi fyri Real Madrid, sum nú er seks stig aftan fyri Barcelona. Kortini var tað Atletico Madrid, sum hevði teir størstu málmøguleikarnar [...] dystinum millum Real og Atletico. Barcelona hevur 63 stig, meðan Real Madrid hevur 57 stig, og enn eru 12 dystir og 36 stig at spæla um. Týskvøldið skal Real Madrid spæla ímóti Liverpool á Anfield Road
hoyvíkingum blómutyssi til liðskiparan hjá vestmenningum, og áskoðarafjøldin var stór og livandi, so at nú var bert upp til leikarnar at enda kappingina við ein góðum dysti. Men so var ikki! Byrjaði harðliga [...] Nevnast kann, at Jens bjargaði fimm teimum fyrstu atsóknunum hjá vestmenningum, eftir at hann var komin á vøllin. Veteranar gingu á odda Tað er ómøguligt at endurgeva dystin leygardagin uttan at nevna allar [...] og kanska hava spælararnar sum fyrimyndir. Tað, sum ger slíkt enn beiskari at svølgja, er, at tað eru summir av teimum royndastu spælarunum á báðum liðum, sum ganga á odda í ljóta spælinum. Eg vil ikki
so varð eitt orð frá Harranum eisini borið fram. Mia er nú heima hjá tí frelsara, sum hon í ungum árum setti sítt álit á. Hjá okkum, sum eftir eru, er saknurin stórur. Hon fylti so nógv upp og gav so nógv [...] Mia búði í Søldarfirði inntil hon var 7 ár, tá fluttu tey til Fuglafjarðar, og trý systkin vóru komin aftrat. Síðani komu 6 systkin aftrat, harav ein deyðføddur drongur. Mia vaks síðani upp her í Fugtlafirði
hetta kvøldið, og meiri sást ikki til viðkomandi. Nú er so meir enn eitt ár liðið síðani júst umtalaðu hending, men framvegis er løgreglan í Havn ikki komin nærri einum úrsliti. Georg Otthamar á kriminaldeildini [...] kemur bert við hesi vitan. Slopnir væl higartil Sostatt kann sigast, at gerningsmenninir higartil eru slopnir væl frá stuldrunum, tí enn er einki meiri hent viðvíkjandi málunum. Eitt bankarán varð framt
Jákup Lützen. Og tað eru stórar upplivingar, sum liggja og bíða fyri framman. - Tað eru tvær turneir um árið, ein verður nú í mars og so ein í august. Á turneini í mars vitja vit Lissabon, Barcelona, París [...] violinspælari, men hevur síðani skift til at spæla bratsj. - Vit vóru fýra føroyingar, sum gjørdu eina kvartett, men so var tað jú tað, at vit vóru tríggir violinspælarar og cellospælari. Og til eina kvartett [...] til summarturneina, sum verður í august. - Eg havi skilt á lagnum, at vit tá skulu spæla í víðagitnu Albert Hall í London, so tað eru spennandi upplivingar, ið liggja fyri framman, sigur Jákup Lützen. Ikki
fýra fiskavirki eru í Leirvík og Gøtu. - Vit hava Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík og FO-Fish og Fiskavirkið í Gøtu. Høvdavirkið hevur verið í einum aldudali seinasta árið ella so, men nú er gongd við at [...] dag hoyra træskip til kommununa. Skúlaskipið Dragin er enn í virksemi og nú verður sluppungin Brynhild eisini settur í stand. - Vit gleða okkum tí til fyri fyrstu ferð at taka ímóti Føroya Regatta her í [...] at koma á aftur hjá teimum, so tað er sera gleðiligt. Umframt hetta hava vit jú fleiri uppsjóvarskip eisini, sigur hann. Hóast eingin nýtir træskip í dag, so heldur borgarstjórin fast upp á, at tey hava
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, fram, nú Løgtingið hevði aðalorðaskiftið fólkaskúlan. Og hann heldur, at nettupp hetta er tað mest týdningarmikla av øllum, nú samgongan arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlan [...] javnstøðu eitt tað týdningarmiklasta av øllum, og høvdu vit ikki havt lagt dent á tað, hevði trotið á kvinnum í Føroyum bara hildið á at veksa – og hvar høvdu vit so enda, spyr løgtingskvinnan. Henrik Old heldur [...] uppaldir til at verða dreingir og at gentur verða uppaldir til at verða gentur. Hann sigur samstundis, at vit mugu sleppa burtur hesum tvætlinum, sum hann málber seg, at øll skulu vera líka leiklutirnir hjá kvinnum
við løgmann, at Føroyar við lóggávu og eitt nú yvirtøku av útlendingamálum, eiga at taka hesa humaniteru skyldu upp á seg at bjóða flóttafólki higar, eins og vit tóku móti norskum flóttafólki undir krígnum [...] kjakast um, hvørji krøv verða sett til Føroya sum flóttafólkaland og um vit sjálvi sleppa at velja hvørji, og hvussu nógv, flóttafólk, vit skulu taka ímóti, umframt um aðrar spurningar í hesum sambandi. [...] umrøddur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Gunnvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Rodmundur Nielsen, tingmaður
ferð síggja vit Daniel Craig í leiklutinum sum James Bond.Ein leiklutur, sum Craig megnar framúr væl, heldur Birgir. - Hetta er filmssøga millum gott og ilt, sum vil nakað. Inn í millum síggja vit allar teir [...] nógv konufólk. Einskygdu kvinnurnar, the Bond babes, eru lukkutíð farnar í baksýnið. Hinvegin verður javnan nomið við aldurin á James Bond, sum nú er farin um tey 50. Staputur við blóðsprongdum eygum og [...] ur. Í næstu løtu nemur hann við Dirty Harry, so fer hann í sálardýpið, sum í American Beauty, har vit hoyra um karga uppvøksturin hjá foreldraloysinginum James Bond, og at enda fer filmurin beint í barnaheimið
“Vetrarkvøld”. Skráin er fjølbroytt, og á Tvøroyri eru tey spent eftir at fara í gongd. - “Føroyskt” er reyði tráðurin á tiltakinum, og kvøldið byrjar klokkan 19. Vit hava fingið navnframa, Hanus G. Johansen at [...] her verður eitt nú kalvi, speril, turt tvøst, spik, lippur, svartkjaftur, lodna, skerpikjøt, hara, krabbi, ræstur fiskur, garnatálg og mangt, mangt annað verður at fáa. Afturvið hava vit fingið nakrar [...] - Vit hava sett trivnaðin í hásæti og miðað verður millum annað fram ímóti at hava gevandi mentanartiltøk við jøvnum millumbilum. Í 2016 var høvi at hoyra um undangongumenninar, Thomas F. Thomsen og Rasmus