Eg fari at skriva nøkur fá orð um Mariu á Lakjuni. Vit vóru systkinabørn, vórðu uppkallaðar eftir somu ommu, kanska tí havi eg kent nakað serligt fyri henni.
Mia var 19 ár eldri enn eg, so hon kundi verið mamma mín fyri aldur. Hon giftist við Jákup Oluf á Lakjuni í Fuglafirði, og saman fingu tey seks synir. Hon plagdi skemtandi at siga við meg: Tú hevur ikki fingið meg aftur enn! Tá sipaði hon til, at vit eiga fimm.
Onkur fortaldi mær, at hon hevði verið til staðar, har tosað varð um, at ofta var ikki so væl ímillum sonarkonur og vermøður. Tá skuldi hon siga: Jú tað er vist, eg eri góð við sonarkonurnar, tað hevði ikki verið gott, um eg var innibrend við seks synum! So hon kundi vera skemtingarsom eisini.
Jákup Oluf var sjómaður, so tað fall í hennara lut, at uppala synirnar og standa fyri heiminum einsamøll ein stóran part av árinum, hetta eydnaðist eisini væl hjá henni, sum tann megnarkvinna hon var.
Vit komu nógv til Fuglafjarðar í uppvøkstrinum, og tað gleddu vit okkum altíð til. Eg havi mangan hugsa um, hvussu stórur blíðskapurin var, bæði heimi hjá Rikku fastur og norðuri hjá Miu. Tað tyktist ikki at gera mun, hvussu nógv fólk kom á gátt - her hugsi eg serliga um møtini, sum plagdu at vera um vetrarnar - vit vóru ofta nógv ungfólk inni hjá Miu, og fingu vit øll ein góðan drekkamunn, tað eru løtur sum ongantíð verða gloymdar, tann blíðskapur og tað hjartalag sum har varð víst.
Mia var eitt so gávað fólk, onkuntíð tosaðu vit í telefon saman, kanska um okkurt ávíst evni, altíð fekk eg okkurt gott burturúr, aftaná eina slíka samrøðu. Eg minnist einaferð, at eg og Arnleyg Jacobsen tosaðu saman, og hon nevndi okkurt, sum Mia hevði sagt. Eg segði, at Mia var so klók. »Klók«segði Arnleyg »hon er ikki bara klók, hon er so vís!«
Mia var ófør við penninum, ikki smæddist hon at siga sína hugsan, og til reiðar at verja tað, sum hon helt vera rætt, hetta dugdi hon væl á ein sera høviskan hátt, hon smæddist heldur ikki við at siga nøkur orð í samkomum, bæði til, álvara og gaman.
Tíðin fer so skjótt, og vit varnast næstan ikki, at tey sum vit hava kent alt lívið eru vorðin gomul, og tíðin er komin at leggja frá sær. Vit hava heldur eina kenslu av, at tey verða verandi ímillum okkum. Tí hvøkka vit við, tá ið vit hoyra, at nú eru tey farin. Mia skrivaði í eini grein til mammu sína, tá hon fylti 95 ár: So leingi eg kann siga mamma, so føli eg meg ikki so heilt gamla, men vit vita, at tíðin er ikki so long eftirt her niðri. Skjótt skulu vit flyta og møta okkara kæru, sum undan okkum fóru, í teim ævigu bústøðum
.
Nú er Mia farin og hevur møtt teimum aftur, sum hon saknaði her. Harrin signi tykkum øll, sum eftir sita.
Friður verið vð minninum um navnu mína, Mariu á Lakjuni.
Uppi har mítt eyga skoðar
Hann, sum her meg elskaði,
Hann, sum sorg og pínur mínar,
har í eymum kærleiki.
Har hin loysti skarin syngur
um, hvør stór hans náði var,
ævigt ljóðar gleðisongur
í tí fagra Sion har!
Maria