ið prátið um The Atlantic Giant 98 var í hæddini, var eisini nógv tosað um, at sjónvarpsupptøkurnar frá kappingini skuldu seljast til útlendskar sjónvarpsrásir. Hetta arbeiði er farið í gongd nú, og tað [...] Vágadal fer at taka lut. Tað er einki yvir at dylja, at sjónvarpsstjórin vónar, at tað fer at eydnast SVF at selja sendingarnar víða um á júst hesi stevnuni. Arbeiða við tankanum um TAG 99 Fyrr í vikuni høvdu [...] ein fund, har tosað var um, hvat man skuldi gjørt øðrvísi, um farið var undir at skipa fyri The Atlantic Giant 99. Sjónvarpsstjórin sigur, at tað, sum allir partar vóru samdir um, var, at ein møgulig kapping
kappróðrarfólk gramt seg um róðrarøki, sum róð hevur verið tá Vestanstevnan hevur verið í Sandavági. Ofta er klagað um at róðurin er órógvaður av havaldu, tí róðurin byrjar so langt úti. Hesum trupulleika [...] Hóast summarið er farið afturum bak, so hava ikki allar stevnurnar verið enn, minni enn so. Men nú munnu tær í eftir eru, um nøkur, fara at fækkast av álvara. Fyri stuttum høvdu nólsoyingar sína árligu [...] árligu Ovastevnu, og nú um vikuskiftið er túrurin so komin til sandavágsmenn at hava sína bygdastevnu, sum tó ikki varar alt vikuskiftið. Tað verður nevniliga bert tann eini dagurin - leygardagurin. Men hví
Uppskot samgongunnar um broytingar í ríkisviðurskiftunum er lagt fyri tingið og kemur til viðgerðar í næstu viku. Tað er sjálvsagt, at ikki allir flokkar eru samdir um hvussu farast skal fram í hesum málið [...] fjarast frá hugsjón samgongunnar er Sambandsflokkurin. Flokkurin heldur fast við ríkisfelagsskapin og tað er ikki so langt síðan, at flokkurin hevur viðgingið, at neyðugt er dagføra heimastýrislógina. Sosialurin [...] Sambandsflokkinum um nakrar viðmerkingar í sambandi við uppskot landsstýrisins. Einki nýtt! Edmund Joensen heldur ikki at tað er nakað nýtt, at landsstýrið leggur uppskotið fram nú. ? Málið er jú viðgjørt,
tað er vanligari nú, at fólk útbúgva seg innan sjónleik og at hetta er meira góðtikið nú millum manna, enn fyri bert fáum árum síðani. - Fólk spyrja eisini, um ein kann liva av at spæla sjónleik. Men tað [...] palli. Og tað sleppa vit óivað aftur at uppliva, hóast einki júst nú er á skránni hjá Grímu. Súsonnu, ið er 39 ár, Riu, ið er 38 og Hans, ið er 29 ár, og aðrar limir í Grímu, sleppa vit at síggja aftur á palli [...] Hansen. - Men tað byrjaði langt áðrenn hjá Riu og mær, sigur Súsanna. - Vit eru so javngamlar, so ringt er at samanbera við Hans, eru tey samd um. - Vit hava spælt sjónleik, so langt eg kann minnast. Vit spældu
alt valdið yvir Føroyum liggur í Føroyum. Landsstýrið er tá hægsti umsitingarmyndugleiki og løgtingið sum er hægsti lóggávumyndugleiki og so mugu vit hava dómsvaldið á føroyskar hendur. Og tá er tað tað føroyska [...] fólk, og hetta er eisini treytað av, hvørja støðu vit skulu hava við ES. ? Um hetta verður veruleiki. Verður tá ríkisfelagsskapurin við Danmark varðveittur, ella verður hann tikin av? ? Nú hava vit aftur [...] aftur eitt hesum hugtøkunum. Hvat er ríkisfelagsskapur - í dag er ríkisfelagsskapurin tað, at vit hava eina danska grundlóg, sum eisni er galdandi fyri Grønland og Føroyar. Vit miða eftir at fáa eina sjálvstøðuga
væl og tað gjørdi í fjør. Teir hava nú eisini skotið 17 mál í teimum seinastu tveimum dystunum, men nógv bendir á, at liðið er komið ov seint í gongd, og at FM-heitið nú endar hjá grannunum. ÍF vísti eisini [...] sum var púra einsamallur, tá bólturin datt niður fyri føturnar á honum, skeyt langt uppum. Hetta hendi, tá eitt korter var farið, og fimm minuttir seinni fekk ÍF javnað. Mariniak arbeiddi væl inni í brotsteiginum [...] Gundadali, og í fjør taptu teir 8-3 móti B36 í Havn. Munurin hesa ferð varð eisini fimm mál, men úrslitið er eitt sindur misvísandi fyri dystargongdina. ÍF hevði fleiri heilt góðar møguleikar og spældi til tíðir
Nú summarið hevur verið í hæddini, hava gospelkonsertirnar ikki verið so títtar, men nú er farið at bragda aftur. Leygarkvøldið skipaði átakið »Manila ´98« fyri gospelkonsert einans við føroyskari luttøku [...] kós aftur móti Havnini, haðani hon var komin. Hetta er bert eitt dømi, um hvussu ringt tað er at gera øllum til vildar, men vert at hava í huga, tá nú ein konsert verður fyriskipað - ivaleyst ætlað øllum [...] graml hevur verið frammi um at hann arbeiðir við eini útgávu. Hertil er at siga, at hann eigur at gera nakað við hetta, so útgávan kann gerast verunleiki, men vituligt er, at slíkt er tungt at fáast við, men
gongdin, vit eru í nú, er at vísa, at nakað ítøkiligt var í hesum máli, og eg hugsi, at fólk bíða eftir at vita, hvat politikararnir fara at gera, um samgongan í veruleikanum meinar hetta og um Javnaðarflokkurin [...] andstøðuna við? ? Tað er heilt avgerandi. Tí tað er av alstórum týdningi, at vit ikki enda aftur í 1946, har vit hava tveir blokkar. Tað er heldur eingin meining í at hava eina fólkaatkvøðu, um alt verður knívskorið [...] kkinum um, hvussu vit fara víðari. Vil vita, hvat hann skal gera Høgni Hoydal heldur, at tá hetta arbeiðið er gjørt, hava vit eitt uppskot við kjøti á - og tá hugsi eg ikki, at tað er so langt ímillum
góvu okkum góðar stundir og komu ikki til Akureyrar fyrr enn um 7-tíðina. Hetta er sera vakur býur og reint er eisini allastaðir. Fólkatalið er um 15000 -næststórsti býur Íslands. Sunnumorgun og spælast skuldi [...] hoyrdist. Leiðin lá nú fram við Mývatn, sum er tiltikið fyri vakurleika sín. Næsti steðgur var við Reykjahlið, sum er stutt frá Kraflu. Í tí økinum er nógvur hiti og svávulrokurin er ramur. Ùr jørðini sást [...] her í býnum. Hetta er silda, loðnu og feskfiskahús, sum Sildavinnslan eigur. Alt er í arbeiðshædd og nýggja tøknin lættir kropsliga almikið um arbeiðsdagin. Frystiorkan er stór. Virkið er frá grundini bygt
meistarliga frá, ofta um tílíkt, sum onnur lítið góvu sær far um, hann peikaði á órættvísina, forfjónaðu vinna samkenslu hansara. Virðing og sorgblídni hvílir ofta yvir tí, sum farið er. Tey seinni árini sært [...] hansara, eitt nú, tá hann kvøður um sólina, stjørnurnar, kirkjuklokkurnar - og undir øllum hvílur friðsemi og yndi: Sól til viðar rann og dagur úti er - og hin fyrst stjørna tendrast móti nátt. Yvir heiðar fuglur [...] hevði ætlanir um at halda fram í politikki, ivast eg ikki í. Í juli 1933 kom tíðarrit við heitinum KYNDIL, tíðarrit um samfelagsmál, vinnu- og mentanarmál. Ritstjóri M. S. Viðstein. Tilfarið er mest úr stríðssøgu