var til viðgerðar nú um dagarnar. Fólkaflokstingmenninir søgdu, at stórt misbrúk fór fram innan almannaøkið, tí at summi fingu stuðul, sum ikki eiga at fáa stuðul, meðan onnur, sum hava rætt til stuðul [...] siga, at hugburðurin í dag fullkomiliga er kollveltur, soleiðis at tey sjálvforskyltu fáa meira, tí tølini á fíggjarlógini eru óhugnaliga stór, tá tað kemur til forsorg. Sum grundgeving varð nýtt, at tey
stórt misbrúk fer fram innan almannaøkið, tí at nøkur fáa stuðul, sum ikki hava rætt til stuðul, meðan onnur ikki fáa tann stuðul tey hava rætt til. Her vóru fyribrigdi brúkt sum verdug og óverdug trongjandi [...] um so er, at tað finnast fólk, sum eru óverdugt trongjandi, hvat skal so henda teimum? Sagt verður eisini, at tølini eru óhugnaliga stór. Nú velst um hvørji tøl talan er um. Tosa vit um stuðul til arbeiðsleys [...] møguleika at fáa fíggjarligan stuðul frá Almannastovuni. Samlaða nýtslan á forsorgarøkinum er økt, men hevur henda øking onki við arbeiðsloysi at gera, men er t.d. stuðul vegna sjúk børn, heilivágur og
fríggjadagin teknaði hann seg til eina ferð til ein bý norðuri í Malaysia. Hetta er ein lítil fiskimannabygd, nevnd Kukup. Úr Singapore til Malaysia er stuttur teinur og sundið er neyvan breiðari enn Sundalagið [...] ITF og í hesum sambandi er hann komin víða um heimin. ITF er býttur sundir í átta undirdeildin, ella sektiónir, sum teir kalla hesar innan felagsskapin. Ein sektiónsformaður er sostatt heldur ikki hvør [...] deyðadømdir avrættaðir. Hetta órógvaði ikki Óla Óli Jacobsen er annað enn fiskimannafelagsformaður, politikkari, gøtumaður og familjumaður. Hann er eisini sera áhugaður, hvat fyriferst úti í heimi og tá hann
longri enn til pengapungin, og solidaritetur tykist verða eitt hugtak í Polen. Tað noyddust eisini tey fáu fólkini, sum møtt vóru til fundar mikukvøldið, at sanna. Ikki vóru tey fleiri enn so, at til bar at [...] Dagfinnur Danbjørg vísir til, at í Gamla Testamenti stendur, at har lógloysi situr í byarportrinum, er eingin vón. Og í Føroyum hevur lógloysi valdað so leingi, sigur hann, at øll vón er burtur.Og so samanber [...] hann á ein hátt er glaður fyri, at tað gekk soleiðis kortini. Hann vil nógv heldur standa einsamallur við Guði, enn í fylgi við 1.000, sum stýrdir verða av Fananum, tekur hann til. »Tað er hóast alt nógv
upp til álitið. Og úrslitið er hareftir. Vánaligar verkætlanir Tá ein hevur sitið í so mong ár, sum Tryggvi Johansen, í slíkum starvi, slepst ikki undan, at eitthvørt, sum ikki er so stuttligt, er komið [...] Kvindeforeningsfond, er framvegis til, sigur Tryggvi Johansen, og renturnar, sum komu aftur at í sjeyti- og áttatiárunum, vóru rættiliga høgar. Tað fæið, sum tá var 400.000 krónur, vaks til umleið hálvaaðru [...] soleiðis, at politikkararnir ikki kláraðu at stýra landinum, er harmuligt og gjørdi millum annað tað, at alt hetta arbeiði meira ella minni er gjørt til láturs seinni.« Kreppan Kreppan kom ikki í 1992, sigur
at hugskotið til hesa undirvísingina er komið frá onkrum av hesum fólkunum sjálvum, og at Føroyingafelagið so hevur tikið yvir og leggur høli til. Hóskvøld er kórsangur í húsinum. Tað er manskórið í Odense [...] skúli í húsinum. Hetta er undirvísing fyri vaksin í føroyskum og um føroysk viðurskifti . Tað er Gulla Mohr, sum er lærari, sum fer at undirvísa hesi kvøldini. Hesi fólkini, sum ganga til føroyskt um kvøldið [...] við sjálvum bygnaðinum. Av fíggjarligum stuðlum er nakað frá Odense Kommunu. Restin er slíkt, felagið sjálvt syrgir fyri. Úr Føroyum er eingin almennur stuðul at fáa, sigur Hans Mikkelsen. Eisini krevur tað
landsstadion krevst Eisini vita vit, at tað er meðan jarnið er heitt, at smíðast skal, og soleiðis er tað eisini í ítróttarheiminum. Ikki minst, tá talan er um at fíggja ítrótt og ítróttarligt virksemi [...] føroyskum ítrótti eru. Tað er eingin loyna, at neyðugt er við tveimum altjóða góðkendum grasvøllum í Føroyum, skulu vit sleppa at vera vertir fyri altjóða kappingum. Sum er hava vit bert tann eina, og [...] í landskassan. Stuðulin til Tórsvøll, sum nevndur verður í fíggjarlógini, snýr seg um 30% av samlaða kostnaðinum av Tórsvølli, sum er upp á 26,5 mió. krónur. Hesi 30% svara til 7,95 mió. krónur, sum l
landsins borgarum skulu vera so eins sum gjørligt frá vøggu til grøv uttan mun til sosiala støðu. Ikki hevur verið lætt at framt hetta í verkið, nógv er eftir enn, og annað verður, alt sum tíðirnar broytast [...] syndu verkafeløgini stríðshug og fingu fullan stuðul frá Javnaðarflokkinum tá um galt at útvega fígging til arbeiðsfremjandi tiltøk, m.a. úr Danmark. Heilt til inn í áttatiárini hevði Javnaðarflokkurin fyri [...] onkursvegna. Tosað verður um, at kreppan er av, og at fólkatalið í Føroyum veksur aftur. Tað kann væl vera, tá talan er um Havnina, men á Tvøroyri eins og aðrastaðir er støðan alt annað enn góð: fólk flyta
fram, og eisini ber til at ávirka tinglimirnar í onkrum máli.- Tá val er, tosa politikarar um grundsjónarmið og aðrar flokspolitiskar ideologiir, men tá teir fara til verka í tinginum, er talan um realpolitik [...] tí hann er ikki førur fyri at stýra. Alt sum er hent síðani tá, prógvar tað, sigur Finnbogi Arge. Avleiðingin hjá Finnboga var, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Hann hevði tikið stig til at fáa Edmund [...] álit á leiðsluni. Tað er at gera seg inn á demokratiið, og er ein partur av taktiska spælinum, har tann veiki vónar at vinna sum frálíður. - Tann taktiska støðan hjá hinum flokkunum er helst, at Sambandsflokkurin
broyta støðutakan Sambandsfloksins til heimastýrislógina og harvið eisini til ríkisfelagsskapin. Hann rør fram undir, at hann hevði ávísan stuðul í flokkinum til hesa ætlan. Til alla lukku eydnaðist kvettroyndin [...] hevur sent mannin, fari eg ikki at svara uppá, fyrr enn ein sær, á hvørjum lista Finnbogi Arge er at finna til komandi løgtingsval. Komin inn í flokkin roknaði Finnbogi Arge við, at flokspolitiska disiplinin [...] avgjørdir av viðkomandi landsstýrismanni. Løgtingsmenn verða noyddir til at venja seg við hesa broyttu støðu, ella mugu teir seta fram uppskot til neyðugar broytingar á lóggávuøkinum. Eg haldi at orðavalið í greinini