Føroyingafelag á Fjóni í fjórðings øld

Føroyingafelagið á Fyn hevur skift navn og fingið nýggj høli, nú felagið hevur eina fjórðings øld á baki. Og nýggja nevndin hevur vónir um virkið felag, nú umstøðurnar eru batnaðar munandi

Føroyingafelagið á Fyn hevur skift navn og eitur nú Føroyingafelagið í Odense. Og samstundis hevur felagið fingið nýggj høli at húsast í mitt í Odense.

Tað er nakað ævintýrkent yvir størsta býnum á Fjóni, Odense. Tú verður alla tíðina mintur á, at tað var her, stóri, danski ævintýrhøvundurin. Hans Christian Andersen, varð føddur.

Men í Odense eru so nógvir aðrir Hansar. Og ein teirra er Hans Mikkelsen, sum ættaður er úr Kvívík.

Umframt at vera studentaskúlalærari í Vejle í Jyllandi, hagar hann koyrir hvønn dag við toki , er hann eisini formaður í Føroyingafelagnum í Odense, har hann býr.

Hans Mikkelsen sigur, at tað var sera umráðandi, at hølisviðurskiftini í Odense nú fingust í lagi, um felagnum skuldi verða lív lagað.

Fyrr í ár stóð so illa til, at talan var um at leggja felagið niður.

Men so tóku góðar kreftir seg saman og fingu, saman við íslendingum í býnum, leigað høli mitt í býnum.

Men tað treytaði sjálvandi, at fleiri vóru um at leiga, tí slíkt kostar, sigur Hans Mikkelsen, formaður í Føroyingafelagnum í Odense.

Og íslendingarnir vóru í júst somu støðu sum føroyingarnir. Teirra felag gekk heldur ikki, so teir vóru glaðir við boðið.

So nú vóna tey, at til ber at samansjóða hesi bæði feløgini, nú tey húsast undir sama taki.

Enn hevur tað tó verið soleiðis, sigur Hans Mikkelsen, at tá tey hittast í húsinum, sita føroyingar fyri seg og íslendingar í einum horni fyri seg.


Aftur til røturnar

Okkurt ber tó til at semjast um. Sum til dømis navnið á hølunum. Tey eita Miðgarður, og tað heldur Hans Mikkelsen vera gott navn.

Skipað varð fyri kapping um navn og búmerki. Ein íslendsk kona skeyt upp at kalla staðið Miðgarð, og varð hetta hildið at vera passandi.

Navnið stavar afturi frá fornu norrønu gudalæruni. Og so var onkur beinanvegin, sum helt hetta vera óhóskandi. Men meiriluti var fyri hesum navninum.

Hetta passar eisini í aðrar mátar væl til hesi hølini. Tey liggja mitt í býnum og eru løtt at finna.

Adressan er Kongensgade 70 - 72 og eru bert einar fimm minuttir frá jarnbreytarstøðini í forlongilsi av gongugøtuni.

Búmerkinum gekk ikki so væl við. Har var einki uppskot, sum hildið var nóg gott, so nýggj kapping er um hetta.


Serlig tiltøk

Hans Mikkelsen, fomaður í Føroyingafelagnum í Odense sigur, at mánakvøld er húsið opið frá klokkan 17 - 19.

Tað er eitt sokallað kafékvøld, har øll fólk hava høvi at støkka inn á gólvið at tosa, lesa bløð og fáa sær ein kaffimunn. Ætlanin er eisini at fáa Dag og Viku sendandi.

Annaðhvørt týskvøld fara føroyingarnir at hava føroyskan dans. Og okkurt týskvøld verður sett av til fyrilestrar ella onnur tílík tiltøk. Hesum tiltøkum er ætlanin at hava eitt av um mánaðan.

Mikukvøld verður skúli í húsinum. Hetta er undirvísing fyri vaksin í føroyskum og um føroysk viðurskifti . Tað er Gulla Mohr, sum er lærari, sum fer at undirvísa hesi kvøldini.

Hesi fólkini, sum ganga til føroyskt um kvøldið, eru slík, sum hava búð í áravís í Danmark, og kanska hava gloymt nógv av tí føroyska.

Hans Mikkelsen sigur, at hugskotið til hesa undirvísingina er komið frá onkrum av hesum fólkunum sjálvum, og at Føroyingafelagið so hevur tikið yvir og leggur høli til.

Hóskvøld er kórsangur í húsinum. Tað er manskórið í Odense, sum venur í hølunum.

Og tað er bara manskór. Kvinnurnar sleppa ikki við av teirri einfaldu orsøk, at kórleiðarin ikki vil hava tær við. Eitt manskór er eitt manskór, og harvið verður tað.

Fríggjakvøld er seint opið í húsinum. Har gongur tað upp á skift millum føroyingar og íslendingar. Opið er til klokkan ellivu á kvøldi.


Eisini børnini

Eisini tey føroysku børnini fáa undirvísing í føroyskum. Men tað hevur einki við Føroyingafelagið at gera. Tann undirvísingin fer fram í einum skúla í Odense eina ferð um vikuna, og Odense Kommuna fíggjar.

Luttøkan er eitt sindur ójøvn. Í fjør vóru tey nógv fleiri, enn tey eru í ár.

Hans Mikkelsen sigur, at tað er eitt mál, felagið má fara at taka upp og fáa hildið fólki til. Hann heldur, at tað kann gerast ein trupuleiki hjá teimum, sum seinni helst fara heimaftur, at børnini kenna ov lítið til føroysk viðurskifti, tá tey koma aftur.

Tey flestu teirra, sum hava børn, sum ganga í skúla í Odense, eru lesandi, sum helst fara heimaftur. Men eisini fastbúgvandi føroyingar, sum hava børn í skúlaaldri, eru í Odense.


Fígging

Sjálvandi verður nógv hugsað um framtíðina í einum slíkum felag.

Arbeitt verður við at menna felagið fíggjarliga, eins og arbeitt verður við sjálvum bygnaðinum.

Av fíggjarligum stuðlum er nakað frá Odense Kommunu. Restin er slíkt, felagið sjálvt syrgir fyri. Úr Føroyum er eingin almennur stuðul at fáa, sigur Hans Mikkelsen.

Eisini krevur tað innbúgv at hava slík høli, sum tey, felagið hevur fingið. Tað royna tey sum frægast at skava saman her og har, men vóna sjálvandi, at til ber at fáa ordiligar møblar seinni.


Komandi tiltøk

Eitt slíkt felag sum Føroyingafelagið fær javnan áheitanir um at skipa fyri serføroyskum tiltøkum av ymsum slagi.

Tað fyrsta, sum verður av slíkum tiltøkum, er tað í Danmark í dag obligatoriska Barbaru tiltakið, har Niels Malmros kemur á vitjan.

Hetta tiltakið verður tann 23. oktober klokkan 19.oo í felagshølunum í Kongensgade 70.

Hans Mikkelsen sigur, at Foreningen Norden hevur heitt á tey um at skipa fyri einum tiltaki í februar mánaða komandi ár.

Ætlanin er, at har skal vera fyrilestur, føroyskur matur og helst eisini føroyskur dansur.

Eisini hevur Altjóða húsið í Odense heitt á felagið um at skipa fyri einum føroyskum kvøldi, og er ætlanin avgjørt at taka av.

Eitt av tí, sum formaðurin gleðir seg til, er at fáa føroyskan mat í húsið.

Ætlanin er at borðreiða við føroyskum mati í felagshølinum eina ferð um mánaðin.

Kórstevnan, sum føroysk kór í Danmark hava, verður hildin í Odense komandi vár. Helst um dýrabiðidagshalguna.

Tann seinasta var í Århus flaggdagin, og tá beyð Manskórið í Odense sær til at skipa fyri teirri næstu.

Hans Mikkelsen væntar, at Føroyinfgafelagið helst eisini fer at taka eina hond í við teimum.

At taka sær av slíkum, hevur felagið skipað ymsar bólkar til tey ymsu endamálini.

Ein veitslubólkur er, sum er sjálvskrivaður til slík tiltøk.

Eisini hevur felagið ein blaðbólk, sum gevur út felagsblaðið »Seyðarhøvdið«. Hesin bólkur hevur bara arbeitt har, sum til hevur borið. Heima hjá hesum og hasum.

Men nú man fara at bera betri til, vónar formaðurin, nú hølisviðurskiftini eru batnaði munandi.

Eitt tað fyrsta verður at royna at fáa útgerð so sum teldur og annað, sum kann nýtast til hetta.

Eisini er hugsað um børnini í felagnum.

Eina ferð um mánaðan verður mentunnartiltak fyri børnini í húsinum.

Har verður lisið og sungið, eins og dansað verður við teimum.

Men tað ber sjálvandi heldur ikki til at leggja alt ov nógv fyri og seta ov nógvar vónir til hølini. Tí hølini í sjálvum sær skapa einki virksemi.

Og minnast skal til, sigur formaðurin í Føroyingafelagnum í Odense, Hans Mikkelsen, at íslendingar eisini skulu brúka tey til síni tiltøk.