úrslitið gevur okkum eina ábending um, hvar vit standa í mun til tey. Tá tað er sagt, eru nøkur viðurskifti, ið kunnu gerast betri. Miðal Í Føroyum hava vit eina samhaldsfasta skipan, har miðað verður [...] um teir duga at finna í einum bókasavni, men hvat hetta sigur um “intelligensin”, er ivasamt. Hinvegin. Eg skal ikki fara og verja úrslitið, tí kanningin er akkurát líka generel í hinum londunum, so úrslitið [...] miðnámi til universitet. Hóast málsligar og mentanarligar avbjóðingar hava tey fingið so mikið gott í beinið, at tey koma gjøgnum universitetini við eins góðum ella betri bachelor-prógvum og floksfelagarnir
sparast skulu 20 milliónir krónur bara í ár – og út við 50 milliónir krónur næstu fýra árini. Tað tykist, sum um høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger í sjúkrahúsverkinum, tá slíkt kemur fyri [...] meining at keypa somu serfrøði úr Danmark fyri at røkja uppgávuna á einum øðrum sjúkrahúsi í Føroyum. Kjakið um sjúkrahúsverkið og tey trý sjúkrahúsini er altíð eldfimt. Serliga tí, at útbyggingin [...] i. Hesi atlit eiga sjálvandi at verða tikin við í viðgerðina um sparingar og rationaliseringar. Tað er ikki rætt at trýsta aðrar skipanir ígjøgnum, sum ikki eru betri, men eru dýrari. Er
staðar hjá starsvfólkunum í psykiatriini, kann tann fjórðingurin av fólkinum, sum fær eina sálardiagnosu onkuntíð í lívinum, framvegis enda á tvímansstovu á psykiatrisku deild ella í áralongu bíðirøðini til [...] valfleskið Tí er vert at minna Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, á tað, sum hann bar fram á politiskum fundi hjá Sinnisbata í sjálvum valstríðnum síðsta heyst. Har var ikki eitt eyga turt, [...] brádliga eru allar ætlanirnar hjá fyrru samgongu um at útbyggja Psykiatriska Depilin skúgvaðar langt inn í framtíðina, til meira menniskjaligar, ja, medmenniskjaligar, samgongur at taka sær av. Men hetta er
Arminia Bielefeld tapti í dag 1-0 móti Werder Bremen í triðja umfari í Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi. Jóan Símun Edmundsson fekk seinastu minuttirnar og var um reppið at skora aftur. [...] eftir 27 minuttum, tá Leonardo Bittencourt skoraði fyri heimaliðið. Hann skoraði eisini móti Føroyum á Tórsvølli í 2013, tá U21-landsliðið hjá Týsklandi vann 3-0 á tí føroyska U21-landsliðnum. Tað burdi verið [...] Føroyingafelagið verður nú standandi á fýra stigum. Í farnu viku gjørdist Jóan Símun Edmundsson stóra hetjan, tá hann bleiv skiftur inn fyri Arminia Bielefeld móti FC Køln og skoraði. Tá fekk hann stórt
stóra av pengum og í tí sambandi fer hann nú at fáa Landsverk at gera tær fyrstu kanningarnar av, hvar ein linjuføring kann vera, og hvussu botnurin er at bora í. Og tú NCC er í Føroyum og bora Eysturoy [...] kanna møguleikarnar. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Tí fer hann nú at taka stig til at gera tær fyrstu kanningarnar í sambandi við ein undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy [...] hann eisini at fáa fólk frá teimum at meta um støðuna eisini, tí tey hava ómetaliga drúgvar royndir í at bora tunlar. Hann sigur, at úrslitið av hesum fer at geva politiska myndugleikanum eitt grundarlag
aðrir sjúklingar í Føroyum? Eg meti ikki, at tað er ikki í lagi, at Jenis av Rana blandar læknagerningin og religiøsa upplýsing saman. Og slett ikki tá talan ofta er um menniskju, sum eru í dýrastu neyð og [...] vegleiðari, eins og fólk vanliga fara til lækna at fáa læknaliga hjálp og í kirkju ella samkomu at fáa andaliga hjálp. Hevur Jenis rætt í sínum pástandi, haldi eg at tað almenna skal taka avleiðingarnar beinanvegin [...] heilsuni hjá sínum patientum. Hesa ábyrgd skal hann røkja eftir besta yvirbevísningi og eg ivist onga løtu í, at hann ger júst tað. Trupulleikin uppstendur, tá hansara yvirbevísningur ikki samsvarar við veruleikan
oddamaður í Boyzone, og sum síðani 2000 hevur staðið á egnum beinum og hevur klárað seg væl á poppstjørnuhválvinum. Og beinanvegin hoyrdist, at ein vælsmurd og vælkoyrandi poppmaskina var í fer við at [...] fjøldina, ið fylti nærum hvønn blett á Vágsbø, og fagnaði áhoyrarunum og segði seg gleðast um at vitja í Føroyum, meðan hann kom niður eftir rampuni á pallinum og longur fram og nærri fólkamongdini. Keating kom [...] úrvalsmanningini spældi hann “Life is a Rollercoaster”, so tað stóð eftir í. Ein virðilig staðfesting av dygdini og eitt virðilgt endabrak í allar mátar. Keating var greitt fegin um fjøldina, sum hann segði var
kann, at summir flokkar í Danmark hava innanhýsis skatt, t.v.s. partur av løn hjá fólkavaldum skal í flokskassan. Flokkarnir kunnu sjálvir avgera, hvussu fígging verður útvega. Í núverandi løtu fáa f [...] Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi -------- Flokkarnir í Føroyum fáa flokkstuðul til “politiska upplýsing”, sum tað eitur. Hesin er sjálvandi goldin av okkum skattgjaldarum. Trupulleikin er bara [...] bara, at flestu flokkar upplýsa ikki so nógv. Hetta hevur Norðlýsið t.d. víst á. Tá løgtingsvalið var í fjør, vóru útreiðslur høgar, onkur flokkur hevði enntá milliona hall av valinum. Og tað mesta fór til
Danmark. Danmark er ídag komið í neyð, tí tey ið drekka, gerast alt yngri, og fyri at fáa frið í heimunum, vilja foreldur ikki nokta teimum hetta. Eisini er Danmark ringast fyri í Evropu, tá drekkimentan um [...] avgjørt undir ábyrgd. Virðismikla talu- og skrivifrælsi Kristnu virðini verða í tíð og ótíð álopin av sokallaðu mentanini í Føroyum, traðkað verður á tey, fjølmiðlarnir standa ofta til reiðar at endurtaka hesi [...] her hjá okkum, har markleyst er, fyri hvat kann vera sagt og traðkað omaná. Samfelagið hjá okkum og í londunum uttan um okkum hava “frælsar røðarapallar”, har ein og hvør sleppur at siga tað einum lystir
sum vanligt í Facebook. Ferðslan á Facebook 0 kostar tær onki, um tú hevur fartelefonhald hjá Føroya Tele. Tá ið tú ert á síðuni 0.facebook.com er ferðslan frí, so leingi tú ert í Føroyum. Ert tú á síðuni [...] nýtsluna í heiminum. Sambært Facebook eru heilt ítøkiliga 28.300 brúkarar, ið hava sett Føroyar sum sín heimstað. Sostatt eru føroyingar saman við íslendingum teir ídnastu facebook-brúkararnir í Norðurlondum [...] heilt upp í 1000 vinir, sum vit kenna væl og minni væl. Facebook er sostatt ein háttur at kunna seg við, hvat onnur gera, at samskifta sínámillum, og at siga familju og vinum frá, hvat rørir seg í lívinum