einki siga, sum nú er. Men eg má fara at tosa við nevndina um, nær vit skulu siga okkara hugsan, sigur Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum í Suðuroynni í dag. Seinastu dagarnar er stríðið á Tvøroyri [...] Hetta er galdandi so leingi javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri ikki vilja samstarva við Kristin Michelsen, hevur hann boðað løgmanni frá. Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum sigur, at enn er ógreitt [...] Hann sigur, at í longri tíð hevur tað verið politiskt kríggj á Tvøroyri, og nú tá støðan er koyrd í ein spíss, so er frægast hjá javnaðarfelagnum at bíða við at úttala seg, til man veit, hvussu leikur fer
Nú er stevningin móti Astrup komin vegin fram og tað merkir sannlíkt, at í næstum skulu Eik banki og fyrrverandi stjóri tess, Jørn Astrup Hansen, hittast í rætti í Danmark. Jørn Astrup Hansen váttar fyri [...] fyri in.fo, at stevningin er komin. - Eg havi ikki lisið stevningina enn, men eg eri bilsin og skuffaður av, at eg eri stevndur, sigur Jørn Astrup Hansen. Eik hevur latið inn eina stevning um ærumeiðing [...] ærumeiðing móti Jørn Astrup Hansen. Júst hvat Eik metir sum ærumeiðandi vita vit ikki enn.
stórt hetta er. Finnur Fríði er eitt so veldugt skip, og eg dugi slett ikki at ímynda mær, at fiskimaðurin kann hava tað betri umborð á nøkrum øðrum skipi. Her er liviligt og arbeiðssligt, og tað er stuttligt [...] Kokkurin góður Eivind Gudmundsen sigur, at messan eins og alt skipið, sum tað er, bara er so einastandandi. - Kokkurin er góður og maturin, vit fingu, var frálíkur. Bæði morgunmatur, døgurði og nátturði [...] gongdini av brúnni saman við einum skipara sum er heili seksti ár yngri enn hann sjálvur: - Jú, tað er heilt vist, at hann megnaði sína uppgávu til lítar. Hann er skilagóður og hóast ungur, hevði manningin
løtuni er støðan hon, at alt vegastrekkið er asfalterað við einum berilagi, teir kalla. Tann nýggja brúgvin um ánna Búðaráir er liðug, og nú verður so bilverjan sett upp. Sambært Landsverki er ætlanin [...] Staðið er bert fáar metrar inn frá landi, tá ein kemur koyrandi suðureftir brúnni um Streymin. Tann einstaki bilførarin varnast neyvan, hvat arbeiði hesir tríggir menninir gera. Men hetta er kortini eitt [...] hesar tríggjar menninar er eiðismaðurin, Eyðbjørn Mørkøre, sum er liðformaður hjá Landsverki í norðara parti av Eysturoynni. - Vit byrjaðu at arbeiða her í gjár. Men sum tú sært, her er nógv eftir, sigur Eyðbjørn
Vollanum er henda vikan byrjanin til útbúgving og arbeiði, ið seinni skal geva henni ráð til at keypa sær eitt gott stað at búgva. Tað er sett í system, nú hon er byrjað í 13g í Hoydølum. Hetta er tó ikki [...] úr høvdinum yvir á pappír. Og triði dreymurin er at gerast filmstjørna. - Tað er tann dreymurin, sum allar gentur hava eitt ella annað stað. Men fyri meg er tann dreymurin ítøkiliggjørdur til ein dreym [...] teknifilmar og animatiónsfilmar. Tað er mín fjari gentudreymur, leggur hon flennandi afturat. Men fyrst er tað 13g í Hoydølum. Avbjóðingin - Mín størsta avbjóðing er at fáa tankarnar niður á pappír. Tá
keðiliga vend, nú tað er greitt, at avskiping er farin fram við útlendskari arbeiðsmegi, meðan skipið hevur ligið við bryggju. - Men, sum sagt, eri eg ikki før fyri at meta um, hvat – og um nakað - kann [...] umborð á Athenu hevur umskipað veiði, meðan skipini hava ligið við bryggju, er hetta ein nýggj og keðilig støða. - Eg haldi, at tað er ein avgerandi munur, tá avskipað verður á opnum havi – og við bryggju, [...] um, hvørt hetta fer at fáa avleiðingar fyri reiðaríið ella ikki. - Løgreglan er eftirlitsmyndugleikin á útlendingaøkinum og er í løtuni í holt við at kanna málið. Um málið ikki fær nakrar avleiðingar, tí
tannáringur er man ofta eitt sindur undarligur. Einki sjálvsálit, og man hugsar ræðuliga nógv um, hvat onnur halda um teg. Tá man so gerst eitt sindur eldri, leggur mann knappliga ikki so nógv í, hvat onnur [...] tíðir. Men eg geri tað kortini. Eg spyrji hana, um alt er á enskum, ella um móðurmálið eisini sleppur upp í part: - Har er okkurt føroyskt, men tað er ræðuliga lítið. Dugi heilt einfalt ikki, sigur ein erlig [...] og fekk at vita, hvat var gott, og hvat var minni gott. Og tá byrjaði tað at ganga upp fyri mær, at vit kanska ikki vóru so feit, sum vit høvdu hildið okkum verið. Framtíðin Ølin er tømd og kaffið drukkið
ið. Í dag er avgerðin fallin og uppsøgnin ógyldað og harvið er Liljan Weihe framvegis tíðindaleiðari í Kringvarpinum. - Mentamálaráðið er ovasti kærumynguleiki og tí er hetta endaligt. Nú er einki annað [...] - Hendan avgerðin er endalig, so nú mugu Johnny í Grótinum og Liljan Weihe setast við samráðingarborðið, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kringvarpinum í stuttari viðmerking í dag. Mentamálaráðið [...] annað at gera enn, at Liljan Weihe og Johnny í Grótinum setast við samráðingarborðið og semjast um, hvat nú skal henda, sigur Rúni Heinesen í dag. Les eisini niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum her.
Landsstýrið er kallað saman í morgin at taka endaliga støðu til, hvat Føroyar skulu gera, nú tað er greitt, at ES-kommissjónin fer at samtykkja og harvið staðfesta boykottið móti Føroyum á fundi týsdagin [...] sendast avstað, so skjótt handilsboykottið er komið í gildi. Men tað er so ein politiskur spurningur, hvussu tíðliga tað verður gjørt, vísti Bjørn Kunoy á. Hinvegin er tað ikki aktuelt fyri landsstýrið at brúka [...] , sigur Kaj Leo Holm Johannesen. - Nú er ES komið somikið langt við sínum boykotti, at landsstýrið eisini heldur tað vera uppá sítt pláss at melda greitt út, hvat føroyska mótspælið verður, sigur Kaj Leo
Hóast ALS ikki er almennur stovnur, átti slík framferð at fingið avleiðingar? - Tú kanst siga, at ALS ikki er almennur stovnur, men løgfrøðiliga er hann tað, av tí at Arbeiðsloysisskipanin er ein tvungin [...] við virðurskiftini á gamla arbeiðsplássinum nú? - Tað er helst tí at vit nú verða spurd um hetta, og eisini tí, at vit nú hava sodnað tað, sum er farið fram, sigur Unn Kruse. Ongar viðmerkingar Sosialurin [...] Tað er einki loyndarmál, at tað hevur verið ógvuliga bladrut á ALS, síðani Sjúrður Horsdal tók við starvinum, sum stjóri á stovninum. Hóast tað hevur verið nógv tosað um hetta, og stjórin hevur fingið