hevur nú eydnast. Og nú vit eru komin uppaftur í 1. deild, gevur hetta okkum yvirskot til at líta frameftir aftur og til at hugsa meiri um tað ítróttarliga í felagnum. Tí er tað meiri hugaligt fyri allar [...] sigur, at spælarar eru trúgvir at møta til venjingar. Og teir hava vant hart, seks ferðir um vikuna Alt í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott [...] einsvæl havt avgjørt dystin. Men tíverri skrædnaði alt tað síðsta korterið og bara hesa løtuna fingu vágbingar trý mál. Hetta var ein trupulleiki, sum venjarin og spælarar hava prátað nógv um síðani
teirra og hjá teimum vóru føroysk umboðsfólk við á framsýningini. Aðrar fyritøkur nýttu hinvegin høvið til at vísa hvat teir selja og hvør dugur er í tí. »Svali« - íslendsk sunnkist Tær fevndu vítt - fy [...] turran fisk. Fyritøkan Sól Víkingur selir saft, margarin og kjøt, og teir hava ein stóran útflutning til Føroya. Teir høvdu sett eina balju fulla við ísi og niður í høvdu teir lagt eina rúgvu av sunnkistum [...] »Svala« og onnur sløg við. Nógvir gestir valdu tí at steðga á og leska sær munnin áðrenn farið var til næstu fyritøku. Og væl smakkar. Íslendska vøran er stak góð og stendur einki aftanfyri tað føroyingar
Sjálvstýrisflokkurin heldur, at samráðingarnar um bankamálið skulu bíða til eftir valið. Helena Dam á Neystabø góðtekur ikki, at eitt mál um endurgjald fyri svik móti føroyingum, verður samráðst um undir [...] galdandi fyri okkum, sigur Helena Dam á Neystabø. Misbrúkar demokratisku mannagongdirnar Við at fara til samráðingarborðið nú, heldur formaðurin í Sjálvsýrisflokkinum, at Landsstýrið ikki virðir demokratisku
val, so eru vit sjálvsagt til reiðar, men tað krevur undirtøku, og hana kunnu vit bert fáa um undirtøkan til vali 30. apríl verður nóg stór. Tað er hóast alt atkvøðurnar til løgtingsvali sum avgera spurningin [...] útbyggingunum sum fingu politiska loysn. Tøkkin fyri politisk avrigg Skal tøkkin fyri politisk avrik fella á røttum stað, so átti helst eingin ivi at verið um, hvør eigur krossin til komandi val. Men so [...] fáast ikki uttan so, at samarbeiði fór fram millum fleiri partar. Tók meg til høvdið Undirritaði var ein av teimum fáu sum tók seg til høvdið tá eg hoyrdi um ætlanir hjá fyrrv. landsstýrismanninum í samfe
leigu fyri at fáa varma eisini, fingu vit at vita, at leigan var 400 krónur, hvørja ferð, vit vandu. Og tað hava vit slett ikki ráð til. Vit máttu venja hvønn dag nú og til frumframførðsluna 18. apríl og [...] um støðuna hjá Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini til sjónleikarafelagið. Vit fingu ikki fatur á Kára Jacobsen, formanninum í Framtíðini, áðrenn blaðið fór til prentingar [...] hesuferð. Tilsamans hava tey brúkt einar 10.000 krónur til pall, klæðir o.a. Og hóast alt varð púra liðugt, vísir tað seg nú, at alt hevur verið til fánýtis. Tað kemst av, at umstøðurnar tey hava at venja
hava tikið stig til hetta tiltakið saman við Fótbóltsdómarafelagnum: ? Vit hava sent øllum limunum hjá okkum skriv, og vit vóna at síggja so nógvar av teimum, sum tað á nakran hátt ber til. Eg veit ikki [...] er tað, at vit hava tikið stig til hetta. Á skránni verður m.a. »Stevnan 1998«, sum Fótbóltssambandið hevur samtykt og sum stendur í Fótbóltssskipanini, sum er farin til prentingar. Harafturat fara Johan [...] ikki óhugsandi, at hetta fer at gerast ein afturvendandi partur av fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið: ? Hugskotið fingu vit frá norðmonnum, tá teir vóru her og høvdu skeið við okkum eina ferð í vetur
roynd at ringja heim til Føroya, gekk leiðin til Iguazúfossarnar, sum í vavi sigast at vera mætari enn sjálvt teir í Niagara. Hetta høvdu vit eisini sæð fram til í spenningi, og vit fingu so sanniliga eisini [...] útlegdina til felags. Sostatt hoyrir tann glaði sambatónleikurin til Rio de Janeiro, meðan tangotónleikurin, ið neyvan kundi havt ein størri dám av melankoli og sorgblíðni í sær, hoyrir til Buenos Aires [...] og tað elvdi ikki til sørt av øsing, tá lendarnir hjá ungum fólki í tí edwardianska Bretlandi byrjaðu at svinga ov nógv í takt. Aðrastaðni bleiv dansurin bannaður, men ikki bar til at steðga gongdini
frammanundan. Summarið 1997 sum skuldi verða lopið út í europeiskan fótbólt, gjørdist til eitt lop úr lítla Lyngby til stóra FCK. Todi fór úr bláu troyggjuni hjá Lyngby og í tí hvítu hjá løvunum í FCK, men [...] ikki gera tað. Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir. Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis frá at [...] fulltíðaryrkisspælari, men tað eru sjálvandi eisini undantøk. Um eg til dømis hevði fingið ein langtíðarskaða, so hevði eg fingið loyvi til at gjørt okkurt við síðuna av, havt arbeiði ella gingið í skúla.
Í hesum døgum sóknast Mykinesfólk eftir fólki til at rudda røkurnar, har súlurnar halda til. Í minsta lagi 25 mans skulu til, um ruddingin skal verða av nøkrum. Gamla súluskipanin er 24 mans. ? Røkurnar [...] 4-600 súlur. ? Tað er lítið afturímóti fyrr. Í einari rók har vit áður fingu um 300, fingu vit bara 100 seinast. Men tað er nóg mikið til. Trupulleikin er at tað er lopið fleiri staðni, tí søkir súlan ikki [...] grót, evja og annað órudd liggur í rókunum. Omanlop hevur verið og súlurnar brúka trol, net og annað til at byggja reiður. Nógv evja liggur millum reiðrini. Endamálið við ruddingini er at gera umstøðurnar
frá september 1994 til juni 1996. Verða løngjaldingarnar gjørdar upp sum meðaltøl fyri 12-mánaðarskeiðini oktober ´94 til september ´95, juli ´95 til juni ´96 og fyri januar ´97 til desember ´97, tá kunnu [...] enn 10.000 tonsum í 1994 til meira enn 30.000 tons í 1997 ? er høvuðsorsøkin til tað framgongd, ið hóast alt hevur verið. Treyðugt so ? politisk tiltøk hava eisini hjálpt til. Ikki minst stóri skattalættin [...] hava merkt eina framgongd, eftir at fólkafloksmonopolini ? bankarnir og fiskasølan fyrst og fremst ? fingu koppað privatu milliardaskuldina yvir á landskassan og harvið skattgjaldaran. Men tá Óli Breckmann