fyritøkur, ið ikki kenna sær ábyrgd í so máta, fara at detta burtur ímillum, meðan tær ábyrgdarfullu fyritøkurnar fara at fáa fleiri viðskiftafólk. Inga vísti á dømi um, at ferðamál heilt hava mist alt [...] alt á gólvið, av tí at tey, ið skipaðu fyri, ikki vóru sær umhvørvið vís. Nevndar vóru strendur við Adriatarhavið, sum vórðu stongdar fyri ikki so langari tíð síðani, tí at sjógvurin var vorðin fullur av [...] førum lagdar heilt í oyði, og á sosiala økinum kunnu ofta vanlukkur standast av ferðavinnuni, tá bæði kriminalitetur, rúsevnismisnýtsla og skøkjulevnaður stingur seg upp. Men alt er ikki til tað ringa
við í dystinum. Um tað er tí, at teir ikki tora at taka ábyrgd, ella tí at spælskiparin ikki torir at taka teir við í spælið, skal verða ósagt. Men tá Sigmund ikki fekk verið við í álopinum, var alt ov [...] verið ein heilt annar dystur. Tað sum Fleyr bjóðaði áskoðarunum hesa løtuna, er ikki vert at skriva um, men vit gera tað hóast alt. Fimta sett verður spælt við »running score«. Tað merkir, at tær ikki nýtist [...] koyra dystin heim við sama spælið, men so var ikki. Teir fullu í sína gomlu grøv við at missa spælihugin og geva Fram »initiativið«. Og Fram læt sær ikki bjóða tvær reisur. Teir fótaðu sær aftur og fingu
eftir. Sætti leikarin hjá okkum hevur drigist við skaða í eina tíð, og fekk tí ikki spælt. Tað var orsøkin til at vit ikki kundu manna lið. ? Eg havi roynt tað eg kann, men tað hjálpir onki, sigur Bartal [...] hann ikki fyri seg aftur, og tað er sera óheppið Trúgvi hugsar eisini um umdømið hjá flogbóltinum í hesum førinum. ? Umdømið hjá flogbóltinum verður merkt av slíkum sum hesum, og tað hevur hann ikki uppiborið [...] kappingini, nú tað lá á einum triðja plássi og skuldi til at berjast um silvurmerkini. Tað kann heilt einfalt ikki verða rætt, at tað er so stór líkasæla í økinum umkring Fuglafjørð, at ongin vil hjálpa teimum
hjá flokkinum, er formaður floksins á tingi, Heini O. Heinesen, als ikki samdur í. Hann heldur tvørturímóti, at tað ber yvirhøvur ikki til at útnevna eitt løgmansvalevnið áðrenn valið. ? Eitt møguligt [...] kemur so langt. Tó sigur Heini O Heinesen, at tað hevur ikki løgmanssessurin, sum hevur størstan týdning fyri Tjóðveldisflokkin og hann útihýsir als ikki møguleikan fyri at lata løgmanssessin frá sær skuldi [...] politikki á dagsskránna, enn at vit fáa løgmann. ? Hinvegin vænti eg ikki, at vit fáa nakað serligt av okkara politikki ígjøgnum fáa vit ikki løgmann. Tað skal vigast og metast um, sigur Heini O. Heinesen.
av fyrstu døgunum. Johannnes Klein væntar ikki, at komið verður á mál á tí fundinum, ? Men eg vænti, at vit koma heilt langt, leggur hann afturat Hann veit ikki, hvønn týdning tað kann hava havt fyri málið [...] endalig tilsøgn fingin enn. ? Vit kunnu ikki fara í fíggingastovnarnar fyrrenn vit hava eina liðuga ætlan at leggja fyri teir. Og tað kunnu vit í hvussu so er ikki hava, fyrrenn vit eru samd við Fiskavirking [...] Jóannes Klein sigur, at talan er um ein samráðingarspurning og hann vil tí ikki leggja tøl á alment á borðið enn. ? Men tað er heilt fitt ímillum tað, virkið kann bera, og tað, Fiskavirking vil hava fyri tað
flogvøll. Eftir, hvat skilst, halda oljufeløgini ikki, at hetta er eitt órímiligt krav. Men tað helt landsstýrið ikki var neyðugt. Tí setti landsstýrið ikki tað í uppskotið, sum varð lagt fyri tingið. Hinvegin [...] akkurát, sum vit vilja hava hana, hóast talan er um eitt spildurnýtt lógarøki. ? Men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu vera ósamd við sumt, sum stendur í lógini, sigur formaðurin í Vinnunevndini Tann spurningurin [...] fer at mæla løgtinginum til at gera ávísar broytingar. Men, hvørjar broytingarnar verða, vil hann ikki út við. Tað er óheppið fyri arbeiðsfriðin, sigur hann Tí vil hann siga so mikið, sum tað, at í vissum
til fund. Hevði ikki tíð Tað eydnaðist okkum bara at fáa fatur á tí eina býráðsliminum, í sosialu nevnd, sum ikki var á fundi týsdagin. Tað er Heðin Mortensen, sum sigur, at hann hevði ikki tíð at fara á [...] fundin. ? Tað var harmiligt, at so fáir møttu upp, men sjálvur fekk eg ikki verið á fundi. ? Tað er avgjørt ikki vanligt, at fundirnir ikki eru viðtøkuførir, tí ov fáir býráðslimir møta upp. men táið øll ganga [...] og slapp tí ikki á fundin, hóast hann eisini er týdningarmikil. ? Fundurin var lagdur uttanfyri vanliga fundartíð við tað, at hetta var ikki vanlig fundarvika hjá okkum, og tí passaði alt ikki saman, sigur
peningurin skal ikki nýtast sum íløgustuðul ella ískoytisstuðul. ? Peningurin skal í mestan mun nýtast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Men kortini við ávísum treytum, sigur John Petersen. Ikki upp á gjøt [...] eldri enn hetta ikki fingu nakran stuðul í sambandi við keyp ella umbygging. Serliga hetta seinna er týdningarmikið, skal flotin endurnýggjast. ? Ansa vit ikki eftir hesum, kunnu vit lættliga enda aftur í [...] Tað gerst meiri og meiri greitt, at studningurin heilt eigur at vera tikin burtur úr fiskivinnuni. 1. mars fellur íløgustuðulin burtur hjá teimum bátum, ið enn hava henda stuðul, og í tí sambandi arbeiðir
merkja, at vit fáa eina ávísa útskifting og harvið eina endurnýggjan av flotanum. Men reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkjandi, og tí má tað fáast upp á pláss, sigur John Petersen. Landsstýrismaðurin [...] umsetiligheit vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum [...] fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi. Og sum heild virkaði kvotaskipanin ikki av tí besta, og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fiskidagaskipan. Men
skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri. Í viðmerkingunum til uppskotið siga vit, at meðan Sjálvstýrisflokkurin sat í samgongu saman við Verkamannafylkingini, Sambands- [...] innanlands og til onnur lond. Tað var tó ikki møguligt at vinna undirtøku fyri at seta pening av til at bøta um hesi viðurskifti, hóast tað var greitt, at tað t.d. ikki bar til at røkja framhald av Skotlandsrutuni [...] at skipa siglingina í eitt partafelag, sum bæði almennur og privatur kapitalur stóð aftanfyri, vann ikki frama. Avleiðingin av hesum bleiv, at almenni farma- og ferðafólkaflutningurin til Skotlands varð