Landsstýrið skal tryggja gott ferðasamband við Skotland

Sjálvstýrisflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri tingið um at tingið skal heita á løgmann, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum um atl leggja uppskot fyri tingið um at stovna felag, sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri.

Sjálvstýrisflokkurin fer nú at leggja uppskot fyri tingið um at tingið skal heita á løgmann, sum er landsstýrismaður í samferðslumálum um atl leggja uppskot fyri tingið um at stovna felag, sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niður fyri.

Í viðmerkingunum til uppskotið siga vit, at meðan Sjálvstýrisflokkurin sat í samgongu saman við Verkamannafylkingini, Sambands- og Javnaðarflokkinum og seinni, tá ið Fólkaflokkurin loysti Javn-aðarflokkin av, vísti Sjálvstýrisflokkurin ferð eftir ferð á, at alneyðugt var við íløgum í flutningskervi okkara, bæði innanlands og til onnur lond. Tað var tó ikki møguligt at vinna undirtøku fyri at seta pening av til at bøta um hesi viðurskifti, hóast tað var greitt, at tað t.d. ikki bar til at røkja framhald av Skotlandsrutuni við verandi skipan.

Tá ið Fólkaflokkurin kom í samgongu 11. juni 1996, varð samgonguskjalið tikið til viðgerðar av nýggjum. Í hesum sambandi bleiv sett inn í samgonguskjalið, at flutningurin sjóvegis til umheimin skuldi vera á privatum hondum.

Ætlanin hjá táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum at skipa siglingina í eitt partafelag, sum bæði almennur og privatur kapitalur stóð aftanfyri, vann ikki frama. Avleiðingin av hesum bleiv, at almenni farma- og ferðafólkaflutningurin til Skotlands varð niðurlagdur, og farmaleiðin latin P/F Skipafelagnum Føroyar at røkja.

Serstakliga vóru tað kreftir innan Sambands- og Fólkaflokkin, sum ikki vildu hoyra talan um, at tað almenna skuldi hava ábyrgdina av hesi fyri Føroyar og fyri útflutningsvinnuna alneyðugu farleið.

Eitt uppskot um at játta eina upphædd uppá uml. 13 milliónir, svarandi til søluprísin fyri Teistan, sum innskot í eitt partafelag, fall í Løgtinginum.

Tað var eyðsæð, at Sambands- og Fólkaflokkurin vildu lívga Skipafelagið, sum í nógv ár hevði víst sína ónøgd við, at tað almenna fíggjaði farma- og ferðafólkaflutning til Skotlands. Landsstýrismaðurin hevði tá ikki annað í at velja, enn at gera avtalu við Skipafelagið.

Skipafelagið hevur nú boðað frá, at teir fara at gevast á hesi farleið, og mugu tí bæði Sambands- og Fólkaflokkurin ásanna, at teirra loysn miseydnaðist. Løgmaður, sum sjálvur var heitasti talsmaður fyri, at Skipafelagið skuldi røkja Skotlandsrutuna, umsitur nú samferðslumál, men einki røkist fyri, at hann ætlar at gera nakað í hesum máli.

Sjálvstýrisflokkurin vil tí einaferð enn royna, um meiriluti fæst á Føroya Løgtingi fyri at farleiðin millum Føroyar og Skotland kann halda fram.


Helena Dam á Neystabø

6. febr. 1998.