sjálvandi eisini nakað at gera við, at tað er stuttligt at fáast við útgávuvirksemi, bæði at leggja til rættis og at hava samskifti við høvundar. Tað er einki gullnám at fáast við, men at fáa eina lidna bók [...] rásunum, sum fólk hava í tilboði at síggja. Sjónvarp Føroya sleppur sær undan ymiskum, sum kundi hjálpt teimum upp á ein lættan máta at hildið fast í hetta føroyska, eitt nú við at tey settu sær fyri at lýsa [...] Hattarvík fer Árni Dahl at greiða frá útgávuvirkseminum og vánunum at arbeiða á útoyggj. Tað er kanska fyrstu ferð í søguni, at tíðindafundur verður í Hattarvík, men tað er ikki uttan orsøk, at Fannir hava tikið
rópara eru í høllinum, og menn byrja at troðka seg nærri trappuni fyri at vera sum næst, tá lisið nú verður upp. Hann byrjar við at siga frá søguni hjá grindini, eftir at hon varð funnin., hvussu rikið varð [...] upp á stás, hóast onkur heldur teir hava í so góða tíð. Helst man tað vera onkur, sum ikki heldur, at tað er vert at brúka meira tíð upp á grind. Nú er at sleppa aftur til arbeiðis. Tí hóast tað smakkar [...] sýslumaðurin so hildið verið at fáa hetta av vegnum, meðan nátt enn var, og feðslan ikki var rættiliga byrjað. Tí hann veit sum er, at tá tað fer at nærkast tíðini, seðlarnir væntast at koma út, verður eit kaos
fyri, at tað eru alt ov mong, sum ikki skilja millum tað at ummæla og tað at ráðgeva. Ráðgeving er nakað, sum rithøvundar skulu syrgja fyri at fáa sær frá antin forlagi ella øðrum góðum fólkum, sum vita [...] Hetta síggi eg sum bæði gott og tiltrongt, tí rithøvundar eiga at fáa at vita, at bøkur teirra verða lisnar, og at lesarar seta krøv til dygdina í avrikum teirra. Sum meira og minni virkin bókaummælari [...] ummælarar løntir fyri at hjúkla um rithøvundar, sum heilt eyðsýnt hava ikki gávur til skaldskap ella mál. Hetta er ikki skrivað fyri at seta niður á nakran, men fyri at strika undir, at tað at skriva skaldskap
kollvelta at kalla alt í hesum døgum. Sum kunnugt liva vit í einum nýggjum samfelag, sum av álvara fekk skap so seint sum í 1990'unum. Hetta samfelag hevur fingið óneyv heitið fest á seg so sum vitanarsamfelagið [...] fortelja stórar sum smáar søgur. Ólavsøkan minnir okkum á, at áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu, hevur mentanin, sum vit eru fødd inn í longu verið har og fortalt ein part av okkara søgu. Men sum einstaklingar [...] feld inn í søgur. Áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu, eru tað onnur sum fortelja søguna um okkum, sum omma mín í Kollafirði fortaldi mína upprunasøgu. Hon møddist ikki at fortelja mær søguna um, tá eg varð
fabulerandi, sum onkur nevnir magiska realismu, og sum vit tí, ekkaleys, taka upp aftur her, av tí at navnið spillir ongan. Lívsins meining Eitt er at nevna, sum óloysiliga er knýtt at prosaskrivingini [...] Andreas William Heinesen, ein 15. januar, best sum fólk vóru farin at venja seg við at skriva 1900 ? t.v.s. tey fáu her á landi, sum yvirhøvur fingust við at skriva ella høvdu áneyðir fyri slíkum ella dugdu [...] sigur tað, sum sigast skal. Teknari ella høvundur Í samrøðum við útlendingar plagdi William Heinesen onkuntíð koksandi at skemta sær við, at hann í Føroyum var nógv kendari sum teknari enn sum rithøvundur
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at hann hevði góðkent, at hetta var prinsippmál vert at føra – og at tá ið endaliga niðurstøðan fyrilá fingu øll somu viðferð. Sum skrivað stendur í fyrningarlógini, [...] vita av, at onkur skyldar tær pengar – tá eigur fyrning ikki at roknast, fyrrenn tú “ved sædvanlig Agtpaagivenhed vilde have været i Stand til at kræve sit Krav betalt.” Palliba hevur ringt við at taka dagar [...] hvørt heimild var at krevja meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi. Eftir okkara valdsbýtisskipan hevur løgtingið sagt sítt, tá ið lógin er samtykt, síðani eiga dómtólar at rætta lógina og siga fólkinum, hvussu
virðini. Tað er snøgt sagt torført at sleppa í samgongu uttan Fólkaflokkin. Onkur heldur, at hetta er rein opportunisma. Onnur siga, at hetta er skilagóð pragmatisma, sum tryggjar flokkinum vald og ávirkan [...] betur at fáa nógvar atkvøður enn at smíða politiskar alliansur. Auken og vantandi valdið Í Danmark hava vit eisini dømi um politikarar, sum dugdu væl at fáa nógvar atkvøður, men sum ikki dugdu at fáa politiskar [...] Føroyum kunnu vit hóskandi siga, at politikkur er eitt spæl, har 33 fólk royna at sleppa á ting, men tað endar altíð við, at Fólkaflokkurin situr við borðendan í Tinganesi. At vinna valið ella valdið. Tað
fundur. Men ov fá, sum eru ímóti hesum broytingaruppskotum, vóru til staðar. Bert ein maður hevði ta meining, at føroyska Heimsatlassið við teim serligu landanøvnum, sum har eru at lesa, var gott og í [...] mál-purismuni, sum í alt ov langa tíð hevur verið næstan einaráðandi. Hvør ynskir seg aftur til gamlar dagar? Stílurin hjá Árna er at gita, hvat ið onnur meina, og so at skjóta eftir tí. Nú fáa vit, sum vóru á [...] lagt til merkis, at á Christianshavn út móti Amager er ein Sønderport??? Helst man hann meina, at tey, sum hava gingið í býnum við hesum portrum hava fingið skaða. Men hvat er tað, sum er skaðiligt? Býurin
eg eisini siga, at eg meira angri tað, sum eg ikki tordi at gera, enn tað, sum eg gjørdi skeivt, sigur hann. Fer at skriva bók Um framtíðarvónirnar sigur Sjúrður Skaale, at hann ætlar sær at skriva eina [...] tað er Kierkegaard sum tosar um hetta at ein skal liva í nú?inum. Tað royni eg at vera tilvitaður um. Tað er so skjótt at standa fastur í tí, sum er farið, ella bara liva fyri tað, sum tú einaferð í framtíðini [...] vit minnast til at njóta tað, sum er beint nú, so vera vit heldur ikki so vónbrotin, um onkur av okkara ætlanum miseydnast. ? Tí eiga vit eisini altíð at gera tað, sum vit brenna fyri og sum er spennandi
politiska kórið, sum bara dugir ein sang, ?6,5 % og øll verða glað?. Heilt serlig støða Vekfallið snýr seg ikki um løn, men um tíð, sum sjálvandi fer at kosta landskassanum nakað. Og at siga at henda tíðin [...] álvara farið at halla, og eg vóni, at vit kunnu fara undir nýggja skúlaárið og vita, at nýggja fólkaskúlalógin er fingin undir land við øllum tí, sum hon krevur. Eingin sigur, at alt skal fáast at virka beinanvegin [...] hjá fólki, sum ikki hava nakað við trætuna at gera, at vita hvør hevur rætt, og hvørjum hildið skal verða við. Í so máta er hetta málið einki undantak, og at trætan er um so viðbrekið mál sum tíð, ger fløkjuna