At vera barn av fleiri grundsøgum

Røðarin á háskúlanum á ólavsøku í ár var Bergur Rønne Moberg, og hann undirstrikaði, at vit eru runnin úr fleiri grundsøgum: lívssøguni hjá tí einstaka, felagskensluni fyri heimstaðnum og modernaðu mentanini.

BERGUR RØNNE MOBERG

Gott fundarfólk, góðu Ólavsøkuvertir, góðu Ólavsøkugestir!

Tann hvíti fordurin
Longu áðrenn vit eru fødd eru vit feld inn í ein ávísan samanhang. Vit verða fødd á einum ávísum stað í einari ávísari tíð við ávísum møguleikum. Tá hesir samanhangir verða orðaðir blíva teir til søgur. Vit eru tí eisini feld inn í søgur.
Áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu, eru tað onnur sum fortelja søguna um okkum, sum omma mín í Kollafirði fortaldi mína upprunasøgu. Hon møddist ikki at fortelja mær søguna um, tá eg varð føddur og skuldi koyrast saman við mammu míni úr Havn til Kollafjarðar. Tað var í 1965, og Oyggjarvegurin var ikki liðugur enn. Eg varð borin teir uml. 100 m. millum sunnara og norðara enda, og norðaru megin stóð Menning Geyti við sínum taxabili og koyrdi mammu, ommu og tann nýfødda til Kollafjarðar.
Eg hevði seinni frægd av at minnast nummarplátur á bilunum, sum koyrdu eftir bygdavegnum. Havi gloymt allar uttan eina  hana á tí hvíta fordinum, sum Menning Geyti koyrdi í fyrst í 1970'unum. Nummarið var 4. 487. Hetta var neyvan sami bilur sum tann í mínum fyrsta biltúri, men eg haldi meg vita, hví júst hetta skrásetingarnummarið setti seg djúpari í minnið enn hundraðtals onnur. Søgan hjá ommu míni hevur virkað í mær, og eg má longu tá hava følt meg feldan og fortaldan inn í ein samanhang, sum var mín.

Oyggjarvegurin
Orðingin at vera feldur gevur ábendingar um, at talan er um eina søgu, sum er størri enn lívssøgan hjá einstaklinginum. Vit verða fortald av øðrum, áðrenn vit fáa orð og vit til at fortelja okkum sjálvi. Vit eru partur av einari minnismentan, sum í fyrsta umfari er familjan, og longur úti taka bygdin, mentanin í landinum og einstaklingslyndið við. Søgan hjá ommu míni røkkur út um innringin og inn í eina broytingartíð við øktum samskifti millum bygdirnar og oyggjarnar.
Oyggjarvegurin er nú vorðin ein einsamallur fjallavegur, eitt minnisrúm. Eg taki av og á eitt nostalgitripp eftir honum. Hvørt eitt sving talar sum eitt ávíst stað, og samanlagt talar hesin modernaði Ormurin Langi, sum hvørki er modernaður ella serliga langur longur, um eina farna tíð.
Í einari ferðmiklari øld sum okkara er tað so langt frá at vit doyggja í somu verð, sum vit føddust í. Tað gingu umleið tredivu ár, so var Oyggjarvegurin søga. Hann sum einaferð so munadygt vann á avbyrging er nú sjálvur avbyrgdur. Og í dag skifta tíðirnar sum áratíggjuni skifta, og summir eygleiðarar vilja vera við, at tað fer at henda meira í 21. øld enn tey seinastu 20.000 árini.

Tað persónliga elementið í søguni
Tá er tað næstan ein troyst at vita sær, at karmurin er og verður tann sami: føðing og deyði. Ein djúpur brunnur av meining liggur framvegis goymdur í hesum elementera persónliga perspektivi.
Tað er mín fatan, at persónligi royndarheimurin er kjarnin í søguligheitini, í historisitetinum. Tað er hann, tí hann ber boð um, at øll søga ikki einans er søguligt treytað ella menniskjaskapt. Tá ein reflekterar um sítt egna lív verður tað beinanvegin greitt, at alt er ikki modernað, at skynsemið ikki er fullgildugt og at meining røkkur upp um og aftur um einstaklingin. Sum einstaklingar eru vit feldir inn í fleiri grundsøgur, sum eru lívssøgan, familjan, ættin, siðaarvurin og modernaði broytiligi heimurin. Hesar grundsøgur umfata ein, um man vil tað ella ikki. Uppgerð og avdúking eru áhaldandi neyðugar, men aftaná er ein bundinskapur, sum bíðar eftir at vera kallaður framaftur. Modernitetur og upplýsing eru framvegis tey korini vit verða fødd inn í, men undir hesum býr eitt stórt minnisrúm, sum ikki kann troðkast burtur, uttan so at lívsneyðugar sannroyndir verða gloymdar.

Tað talgilda er númodernað
Vit eru feld inn í fyribrigdi og prosessir, sum eru modernað og inn í fyribrigdi og prosessir sum onki hava við modernitet at gera. Í løtuni koma tingini til skarpskeringar meira enn tey hava gjørt leingi. Tað vísir seg sum eitt høvuðsrák við digitalisering av menniskjalívinum og sum eina tilvitan um ein undirstreym av grundsøgum. Globaliseringin og digitaliseringin kollvelta at kalla alt í hesum døgum. Sum kunnugt liva vit í einum nýggjum samfelag, sum av álvara fekk skap so seint sum í 1990'unum. Hetta samfelag hevur fingið óneyv heitið fest á seg so sum vitanarsamfelagið og informatiónssamfelagið. Meira beinrakið er at kalla nýggja samfelagið netverkssamfelagið.
Hetta samfelag snýr seg um meira enn talgilda kunningartøkni, sum skapar alla yvirflóðina av informatiónum. Digitaliseringin er kollveltandi í sjálvari sær við sínum møguleikum at goyma, viðgera, flyta og presentera informatiónir. Hetta ávirkar heimsbúskapin, heimspolitikkin og heimssamfelagið. Men tað veruliga kollveltandi potentialið, sum verður loyst við nýggju tøknini er tann stóra samtalan, vit rópa netverkið ella netmynstrið. Menniskjuni, sum skapa og brúka hesa tøkni eru koplað saman í einum netmynstri. Talgilda mentanin er netverksmentan við alnót og mobilnetmynstri frammi í oddinum. Vit ríða á talgildu bylgjuni saman við digitalum wonderboys og funky toppleiðarum. Men netverkssamfelagið er meira enn ótamd kapitalisma. Hátøknin miðsavnar makt og er samtíðis kreativ og miðspjaðandi. Hon er longu kastað út til einstaklingar í flestu av heimsins avkrókum, og Føroyar eru týðiligari á netinum enn á einum vanligum heimskorti.
Henda tøkni er ikki einans ein maktakkumulatur, men eisini ein møguleiki, sum er sáddur globalt. Netverkið ger tey ríku ríkari, men kveikir eisini ein tøkniligan pioneranda og skapar mótmentanir og kritiska tilvitan av ymiskum slag.
Hátøknin broytir okkara arbeiði, samveru, spæl og innlæring. Og sum alla aðrastaðni er alt møguligt fupparí og prime time shit við í spælinum. Teknologiídnadurin ger okkum ótrygg við at lumpa okkum til at halda, at vit blíva lukkuligari menniskju, um vit alla tíðina keypa tað nýggjasta og hottasta. Har mótaídnaðurin spælir uppá okkara fáfongd, spælir teknologiídnaðurin uppá okkara ótta fyri ikki at vera nóg munadygg og á okkara ótta fyri ikki at vera nóg væl koplað til øll netverkini.

Yvirriðjandi essentialismukritikkur
Her sum í so mongum øðrum lutum ræður um at finna koplingspunktið. Koplingspunktið millum øru ferðina í digitalu darwinismuni og so alt tað, sum ikki er runnið úr tøkni og upplýsing. Vit liva í tveimum heimum. Á annan bógvin er alt tað, vit meina, sannkenna og skilja og á hin alt tað, sum vit eru bundin í og sum menniskjað ikki hevur skapt. Okkara lív er við øðrum orðum spent út millum heimsmeldur og hypertekst øðrumegin og ekkóið frá grundsøgunum hinumegin. Vit eru modernitetsrakt, men eisini fest í ein djúpari royndarheim, har trúnaður, trúskapur og minni búgva.
Alt er ikki konstruerað, søguligt og modernað. Moderniteturin hevur verið besettur av tí søguliga skilt sum ein hugsan um, at alt er konstruerað. Hetta hevur havt við sær ein yvirriðjandi essentialismukritikk. Tað, sum einaferð varð hildið vera gudgivið og essentielt sum øvrigheit, subjekt, kyn, náttúra, góðska og óndskapur er vorðið problematiserað og dekonstruerað. Hetta sýrubaðið var og er neyðugt, tí her lógu og liggja enn duldir kúgandi valdsbygnaðir, sum áhaldandi skulu demaskerast. Men eitt sýrubað er ongantíð nøktandi. Tí hevur filosofurin Paul Ricoeur grein í sínum máli, tá hann sigur um modernistisku avdúkingarfilosofiina, at aftaná eina oyðimarkargongd av kritikki brenna vit eftir at verða kallað aftur.
Hetta kallið snýr seg um at veita tingunum rættvísi og síggja størri søgur og samanhangir enn avdúking og uppgerð gera einsamallar. Tað er sum um at tað modernaða menniskja er vorðið minni bangið fyri at blíva vaksið og er við at fáa størri fráleika til sínar uppgerðir og avdúkingar.

At minnast í einari flótandi verð
Vit mugu minnast, og soleiðis kunnu vit fortelja okkum inn í ta stóru fremmandageringina sum allur framburður og alt nýtt innlit er. Eg minnist t.d., at eg hoyrdi útoyggjakonu fortelja mær, tá hon kom til Klaksvíkar og sá eina kiosk fyri fyrstu ferð í lívinum. Hon hevði hug at nærkast hesum løgna fyribrigdi. Har var ongin breiður diskur við góðum útsýni til vørurnar, men bara ein lítil lúka. Hon visti ikki hvussu hon skuldi gera, og hvat hon vildi hava og helt seg tí aftur. Hetta er grundsøgan um tað nýggja, um tað modernaða. Man kennir hetta aftur í fremmandageringini mótvegis allari tí nýggju tøknini. Vit venja okkum sum frá líður við modernaðu hentleikarnar og nýggjar hugsanir, men teir nýggju sjónarringarnir eiga alsamt at nerva okkum og fáa okkum til at umráða okkum.
Órógv og spennandi røringur er í allastaðni. Ikki síðan jarnbreytarboomið í Onglandi í 1840'unum og gullfepurin í Kalifornia 10 ár seinni hevur tílíkur røringur verið í samskiftinum manna millum. Landamørk kámast burtur av innflytarum, ferðafólki og nýggjum netmynstrum. Hetta hevur fingið tjóðirnar at dubba seg í einari nýggjari bylgju av tjóðarbygging. Tjóðarbygging ella nationbuilding er góð, um tað snýr seg um at kenna seg sjálvan og sína bakgrund betri. Hon er eisini góð, um hon gevur meira sjálvsálit, sum jú kann opna meira enn vantandi sjálvsálit. Tað hava ikki minst smáar tjóðir brúk fyri. Men nationbuilding má ikki yvirriðja í teambuilding og ótta fyri kritikki innaneftir sum uttaneftir.
Í einari vágaligari flótandi verð skal tjóðin alsamt grundgevast og váttast av nýggjum. Tað velja vit at gera m.a. við at halda Ólavssøku, har koplingspunktið millum modernitet og siðvenju ongantíð er heilt tað sama, tí samfelagið og mentanin flyta seg alla tíðina. Føroyar eru í dag í stóran mun samstillaðar við umheimin. Tær eru eitt ikki-metropolt samfelag og skulu metast um á tann hátt.

Eitt væl saltað stað
Her eru serligir møguleikar og serligar avmarkingar. Saltið rennur fram fyri meg. Føroyar eru eitt væl saltað stað, og tað eru allar grundsøgur eisini. Saltið verður í ymsum høpi brúkt sum mynd fyri varandi týdningi. Í hesum sambandi hevur onkur tosað um episka saltið ella saltið í modernaðum søguskaldskapi. Hyggur ein nærri, so ber væl til at samanbera mineralska saltið við episka saltið. Bæði saltsløgini fáa tað, sum tey binda seg í at halda sær longri. Matvørur verða saltaðar við ítøkiligum, mineralskum salti, og søguskaldskapur og aðrar søgur við skapa varandi týdning úr tí stokkuta. Hesi saltsløgini hava eisini ein annan felags eginleika. Sjógvur kann upploysa tunt galvaniseradar stengur eftir bara nøkrum fáum árum. Og skaldskapur hevur verið við til at miðla modernaða tankan, sum við satiru og kritikki hevur upployst gamlar skipanir.
Saltrákin uttan av havinum og innan úr søgunum minnir ein á, at tað dupulta, tað fleirtýdda er neyðugt. Alternativið til torgreinda, nervaða hugsan er einoygd ideologi av verðsligum og átrúnaðarligum slag. Allar modernaðar tjóðir útseta seg sjálvar fyri einari tílíkari dupultsalting: saltið í satiruni og saltið í tí felagskenslu og trúnaði, sum eitt stað og eitt mál gevur. Bæði hesi elementini eru sum kunnugt í Ólavsøkuni, og hesir báðir dagarnir eru partur av tí grundsøgu, vit kunnu kalla søguna um staðið. Sum traditiónsbundin hátíð snýr Ólavsøkan seg sum vera man fyrst og fremst um tað, sum sjóðar saman. Endamálið er eitt kollektivt time out í gerandisdegnum, har vit vátta kærleikan til staðið  tess náttúru, siðvenju og nútíðarmentan.

Nationalismutýpur
Sum fólkafundirnir er tjóðarhátíðin partur av tjóðskaparhugsanini. Heldur ikki henda hugsan er sloppin undan sýrubaðnum hjá tí hvassa vísindaliga vitinum. Sambært globaliseringshugsanini vil tjóðstaturin blíva upploystur mentanarliga og búskaparliga, tí alt hann umboðar er konstruerað ella gjørt. Men henda hugsan hevur ikki rætt í øllum. Tjóðstatirnir leggja dentin ymsastaðni, men hava allir eitt sterkt tilknýtið til staðið. Tann føroyski tjóðstaturin er fyrst og fremst eitt stríð fyri størri ella fullum avgerðarrætti, tann danski ber boð um sosialan konsensus, tann amerikanski er melodramatiskur osfr. Í samskifti og búskapi er tjóðstaturin gjøgnumgataður av altjóðageringini, men heimstaðarkenslan loðar sum nakað ólýsandi uppi við øllum hesum nationalismutýpum.

Tá tríggjar grundsøgur tosa saman
Tað kann viðhvørt kennast fríandi ongan samleika at hava. Bara at vera fremmandur, navnleysur millum onnur navnleys og singla runt í The Land of Plenty. Men samleikin og Ólavsøkan hava eisini sína tíð. Vit mugu minnast, og vit mugu fortelja stórar sum smáar søgur. Ólavsøkan minnir okkum á, at áðrenn vit sjálvi siga nakra søgu, hevur mentanin, sum vit eru fødd inn í longu verið har og fortalt ein part av okkara søgu. Men sum einstaklingar kunnu vit ikki krøkja okkum í grundsøgurnar í royndini at bjarga okkum undan kaopleksitetinum og so lata onnur fortelja alt fyri okkum tað veri seg sum einstaklingar ella fólk.
Nú síggi eg tann hvíta fordin fyri mær aftur. Hann nærkast Havnini, og tað er Ólavsøka í býnum. Tríggjar grundsøgur sita í honum og minna meg á, at samleikin má strekkjast út. Tær sita og práta saman á baksetrinum: lívssøgan hjá tí einstaka, moderniteturin og felagskenslan fyri heimstaðnum. Men bilførarin er fremmandur, ein ókend kraft. Hetta er mín bilur. Rustaður av øllum saltinum, men eisini eitt rúm við einum fyldigum og fleirfaldaðum ekkóið.

Takk fyri og framvegis góða Ólavsøku