tir við P1. Hon ivast ikki í, at tað eru fleiri eldri samkynd í Føroyum, sum hava sættast við at liva í hinkyndum sambandi. Hon vónar, at fleiri av teimum, sum eru flutt úr Føroyum, fara at venda heimaftur [...] Tann 27 ára gamli klaksvíkingurin ásannar, at tey samkyndu í Føroyum fáa betri viðferð í samfelagnum nú enn fyri bara fáum árum síðani. Frammanundan var tað vanligt, at tey samkyndu fluttu av landinum og [...] og búsettu seg, har virðingin fyri teimum var størri enn í heimlandinum. Men hetta er broytt nú, og teimum samkyndu nýtist ikki longur at fara av landinum. Bæði LBGT og fleiri samkyndir føroyingar siga
hjá verjanum at sannføra tingrættin um, at Tom Hagen nú skal sleppa inn í hús síni aftur. Maðurin er jú skuldsettur, og løgreglan metir, at húsini eru drápsstaður. Tí er slett ikki vist, at miljarderurin [...] neyðugt, at húsini eftir so langa tíð framvegis ikki eru leysgivin - og um treytirnar hjá løgregluni fyri framhaldandi at hava tey í varðveitslu eru uppfyltar. ##med2## [...] beint eftir leyslating, talaði norski ríkisadvokaturin at og segði, at rættarskipanin hevði talað. Nú Tom Hagen ikki er sloppin heim aftur til sín sjálvs eftir allar hesar mánaðirnar, og løgreglan hevur
júst hendan túrin hjá Hestfólki –inntil fyrst Jósup byrjaði at sigla og nú nýggi báturin Spógvin, áður Alpha Pilot. Jósup skal nú í dokk at gera seg kláran til Mykinessiglingina 1. mai, og tí gjørdi St [...] rakstrargøgnini í reiðarínum, hvør skal so? Og eg kann endurtaka ta sannroyndina, at skipini eru gomul, og tey eru øll ymisk, og tað gerð rakstraruppgávuna sera avbjóðandi. Tað úttalilsið vil eg til eina og [...] Strandferðsluni at innflyta brúktar útlendskar bátar, tí at lógarkrøvini til innfluttar brúktar bátar eru so hørð. Tað merkir tó ikki, at Alpha Pilot ikki uppfyllir øll galdandi krøv til ferðaflutningsbátar
skilst, so ætlar hann sær at vera við eftir nýggjár. Men Olaf Berg og Carl Eli N. Samuelsen, sum nú eru við aftur hjá Havnini, styrkja væl um. Olaf hevur vunnið øll trý talvini higartil á 1. borði. Á liðnum [...] telvaði eitt skifti har vesturi, og seinnu árini hevur Carl Eli N.Samuelsen verið teimum hollur. Nú eru teir báðir endaðir aftur í barndómsfelagnum í Havn. Men í tí unga Silas Eyðsteinsson, áttu sandavágsmenn [...] húsi í bygdini. Har býr fyrrverandi føroyameistarin Torkil Nielsen við synunum Rógva og Høgna, sum eru vorðnir uppaftur sterkari enn pápin, og teljast millum allarfremstu telvarar í landinum. Undanfarin
ein skermur, við ógvuliga klárum myndum, sum er knýttur til yvirvakingartólini, sum eru sett upp við øll spølini, sum eru undir dekk. Á henda hátt er tað møguligt, eisini á brúnni, at stýra spølunum. Hetta [...] sami skermur er eisini knýttur til yvirvakingartól, sum eru sett upp í maskinrúminum. Nýggi Tróndur í Gøtu er væl størri enn Gamli Tróndur, sum nú er seldur til Peru, har hann skal m.a. fiska rossamakrel [...] Polen, gjørdur endaliga liðugur hjá Karstensens Skibsværft A/S í Skagen. Hann er sera stórur á at líta, nú hann stendur í dokkini, eftir eitt óhapp undir royndartúrinum. Undirritaði vitjaði umborð leygardagin
eg heldur ikki nú. Men rættari hevði verið at gingið har 2 til 3 ferðir um vikuna, tí tað er gott fyri heilsuna – eingin ivi um tað. Er tú hundamaður ella kettumaður? Eg eri hvørki, men vit hava ein lítlan [...] feitan mops heima, ið er verðins fittasti hundur. Mopsar eru so tilpas dovnir, at tær nýtis ikki at ganga so langar túrar við teimum. Annars eru hundalortar á gongubreytini nakað av tí ringasta eg veit [...] tað »passaligt« at hava eitt stjórastarv, tá man er kommunalpolitikari? Eg hugsi, at flest øll størv eru »passalig« tá tú ert kommunalpolitikari. Haldi tað er umráðandi, at eitt býráð er so breitt umboða
føroyska liðið, sum framvegis eru á vøllinum og saman við áskoðarunum fegnast í øllum regninum og vindinum. Millióndreingirnir úr Fraklandi smoygdu seg beinanvegin undir tak. Teir eru vónbrotnir, og teir vita [...] dystarbyrjan klokkan 17.30, tá ið U-21 landsliðið stóð andlit til andlit við fronsku heimsstjørnurnar. Nú er spurningurin svaraður, og svarið er, at tað endaði hvørki við stórtapi ella teprum tapi. Bulgarski [...] heimlandinum og eisini stór feløg í Onglandi og Real Madrid, so er hetta so ógvuliga stórt, at tað eru ikki orð fyri tí. Inntil 10 minuttir eftir steðgin bendi alt á, at tað gekk tann vegin, sum tað varð
Um tað nú var talan um eina tímalønta vaskikonu á Strandferðsluni, so hevði hon í mesta lagi havt fimm vikur uppsagnartíð. So ymisk eru viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum – og tá tosa vit ikki um [...] at verða sagdur úr starvi. Tá slíkir stjórar verða sagdir úr starvi, so eitur tað ongantíð, at teir eru sagdir úr starvi. Ofta eitur tað, at teir sjálvir hava sagt upp. Ella sum í hesum føri, at teir hava [...] Strandafaraskipum Landsins« , sum tað stendur orðað í fráfaringaravtaluni millum Fíggjarmálaráðið og nú fyrrverandi stjóran á Strandferðsluni. Umframt løn fær stjórin á strandferðsluni eisini 15.000 krónur
onkur sigur sína hugsan við VMS. Vit hava sæð avgerðirnar seinastu árini. Fyrst var tað SL-stjórin og ikki minst skotlandssiglingin. Herfyri var tað Menningarstovan og nú LVF. Ansast má eftir, at man ikki [...] gjølla. HETTA er kjarnin í málinum. Hvussu kompetent er okkara Vinnumálastýri? Tað mugu vera fólk, sum eru ógvuliga vís í egnum evnum og dømikraft soleiðis at kunna koyra ein dugnaligan Landsverkfrøðing til [...] ikki bert fær ja-sigarar at standa á odda fyri landsstovnum, tí dialogur og fakligt mótspæl eru alneyðug. Spurningurin er bert, um VMS er ført fyri at geva LVF fakligt mótspæl. TAÐ rætta hevði verið at styrkt
venja og kappast. Klárt til kappingina Fyrireikarnir av Songrøddini eru greiðir um, at teir fáa ikki longur tann »luksuriøsa« pallin, teir eru vanir við í Glyvra-Bio. Á hin bógvin hevur verið met stór áhoyrarafjøld [...] umvælingar, har dentur hevur verið lagdur á at fáa hølið so væl egnað sum gjørligt til fimleik. Sum vit skilja, hevur umvælingin gingist væl, og ætlanin er, at hølið í framtíðini eisini skal nýtast til [...] minnast óivað, at hølið nærmast líktist einum »teatri«, við palli, tilhoyri og einum sali. Hetta er nú alt broytt, pallurin er tikin burtur, og salurin gjørdur munandi størri. Tað er sjálvsagt alneyðugt