SKOTIN Andrew Lang segði í 1910, at politikarar nýta hagtøl sum ein drukkin maður nýtir ein lyktapela - til at stiðja seg sjálvan heldur enn til at upplýsa við. Finnbogi Arge segði í útvarpinum mánakvøldið, at strandferðslustjórin hevði prógvað, at hann dugdi at spara pengar. Kanska veit FA ikki betur, men 76 mill. hevur SL ongantíð kostað.
EFTIR at undanfarni SL-stjóri varð koyrdur úr starvi í 96 avgjørdi Vinnumálastýrið at broyta roknskaparháttin á SL frá at vera sum fyri eitt vanligt partafelag til ein framferðarhátt, sum miðfyrisitingin í Tinganesi nýtir fyri landsroknskapir. Hettar var eftir øllum at døma gjørt fyri, at roknskapurin fyri 96 skuldi síggja so vánaligur út sum gjørligt fyri at rættvísgera politisku avhøvdingina av táverandi SL-stjóra. Alt prátið um liberalisering og rakstrarbúskaparligar fortreytir loypir høgt og flott rundanum, hví roknskapurin fyri SL í 96 varð broyttur frá vanligum rakstrarroknskaparhátti til ein miðfyrisitingarhátt, sum ikki átti at verið nýttur í einum stovni sum SL. Hetta veit núverandi SL-stjórin og VMS, so um FA ikki veit av tí, eiga VMS og SL-stjórin at átalast fyri ikki at kunna landsstýrismannin nóg gjølla.
HETTA er kjarnin í málinum. Hvussu kompetent er okkara Vinnumálastýri? Tað mugu vera fólk, sum eru ógvuliga vís í egnum evnum og dømikraft soleiðis at kunna koyra ein dugnaligan Landsverkfrøðing til hús eftir at hava gjørt eitt gott arbeiði í 10 ár. Fyri 10 árum síðani var størsti parturin av VMS als ikki á arbeiðsmarknaðinum, og tí átti Vinnumálastýrið at havt virðing fyri royndum fólki. Kanska ætlar VMS at broyta roknskaparprincipp fyri at mála eina negativa mynd av persóninum, soleiðis at eftirkomarin kann koma sovandi til heiður, eins og tað bleiv gjørt við SL. Tað er ikki rætt, at ein ikki verkfrøðingur skal stjórna LVF, tað vísir bert væntandi virðing fyri verkfrøðingafakinum. Tað er eisini ein spurningur, um ein maður úr miðfyrisitingini yvirhøvur átti at staðið á odda fyri einum stórum landsstovni, eftirsum ivasamt er, um hann, skorin eftir sama leisti sum miðfyrisitingin, fær givið miðfyrisitingini mótspæl. Tað er eingin loyna, at LVF við sínum nógvu royndu og vælkvalifiseraðu fólkum ikki bert hevur sagt ja og amen til VMS. Tað er tiltrongt, at onkur sigur sína hugsan við VMS. Vit hava sæð avgerðirnar seinastu árini. Fyrst var tað SL-stjórin og ikki minst skotlandssiglingin. Herfyri var tað Menningarstovan og nú LVF. Ansast má eftir, at man ikki bert fær ja-sigarar at standa á odda fyri landsstovnum, tí dialogur og fakligt mótspæl eru alneyðug. Spurningurin er bert, um VMS er ført fyri at geva LVF fakligt mótspæl.
TAÐ rætta hevði verið at styrkt stovnarnar undir VMS og latið landsstýrismannin havt fáar men góðar ráðgevar undir sær. Óneyðuga lagið í lagkøkuni eigur at minkast mest møguligt fyri at fáa nakrar sterkar desentraliseraðar fakligar stovnar, sosum SL og LVF, sum byggja á royndir og ikki minst fakkunnleika. Organisatiónsætlanir eru sera vandamiklar í hondunum á fólki, sum ikki hava neyðugu royndirnar úr arbeiðslívinum at byggja sínar avgerðir á. Hetta átti at verið ein løta til sjálvrannsakan í VMS. Spurningurin er so, um ikki alt hetta málið er ein partur av royndum fólkafloksins at taka grundarlagið undan vælvirkandi og týðandi almennum stovnum fyri at lata privatum uppgávur, sum so í síðsta enda koma at kosta samfelagnum nógv meira enn nú. Áhugavert kundi verið at vitað, hvat tjóðveldisflokkurin í Tinganesi sigur til royndirnar hjá samgongufeløgunum at syndra almennar stovnar á henda hátt. Sum skilst fer javnaðarflokkurin at taka málið upp í tinginum í næstum. Landsverkfrøðingurin hevur gjørt eitt gott arbeiði og stovnurin er av stórum týdningi fyri samfelagið.