Nú verður dansur aftur í Glyvra-Bio - Støkkhøllini

Gamla Glyvra Bio - ella nýggja Støkkhøllin - verður hetta vikuskiftið karmur um tiltakið Ársons Songrødd. Higartil eru tað bert konufólkini, sum hava megnað at koma í finaluna, so um harrarnir skulu hava nakran livandi kjans at vera við, so er hetta absolutt seinasta útkall

Fríggja- og leygarkvøldið letur Glyvra-Bio hurðarnar upp aftur fyri dansifólkinum. Sigast kann at hart verður lagt út, tí hetta vikuskiftið verður seinasta innleiðandi kappingin um Ársins Songrødd hildin á staðnum.

Tá dyrnar lata upp í Glyvra-Bio í kvøld, borðreiða fyrireikarnir við ongum minni enn Ársins Songrødd.

Talan er um seinasta innleiðandi umfarið í kappingini í ár, og sostatt skal seinasti finalisturin finnast til sjálva finaluna.


Umvæld høli

Glyvra Bio hevur í seinastuni verið karmur um stórar umvælingar, har dentur hevur verið lagdur á at fáa hølið so væl egnað sum gjørligt til fimleik.

Sum vit skilja, hevur umvælingin gingist væl, og ætlanin er, at hølið í framtíðini eisini skal nýtast til undirhaldstiltøk.

Tey sum vanliga gingu í Glyvra Bio fyri nøkrum árum síðan minnast óivað, at hølið nærmast líktist einum »teatri«, við palli, tilhoyri og einum sali. Hetta er nú alt broytt, pallurin er tikin burtur, og salurin gjørdur munandi størri.

Tað er sjálvsagt alneyðugt, at salurin er so stórur sum gjørligt, tá fimleikarnir skulu venja og kappast.


Klárt til kappingina

Fyrireikarnir av Songrøddini eru greiðir um, at teir fáa ikki longur tann »luksuriøsa« pallin, teir eru vanir við í Glyvra-Bio. Á hin bógvin hevur verið met stór áhoyrarafjøld til kappingina higartil í ár, og um sama undritøkan verður í Eysturoy, sum vanligt, er brúk fyri so stórum sali sum gjørligt, fyri at hýsa áhoyrarunum.

Pallurin er heldur eingin trupulleiki, tí dansifyrireikarnir byggja ein pall til kappingina.


Songrøddin

Eins og viðvíkjandi áhoyrarunum, setir undirtøkan til kappingina eisini met í ár.

Eysturoyggin er einki undantak. Seinastu tølini frá fyrireikarunum vísa, at tað verða einar 10-12 framførslur í Glyvra Bio um vikuskiftið.

Kappingin er soleiðis skipað, at allir luttakarnir verða við til innleiðandi umfarið fríggjakvøldið, meðan seks teir bestu sleppa víðari til eina sokallaða hálvfinalu leygarkvøldið.

Vinnarin av Eysturoyarkappingini sleppur, saman við hinum finalistunum, víðari til sljálva finaluna, sum veðrur 14. novembur á Kambsdali.


Finalistarnir higartil

Higartil eru funnir fimm finalistar til kappingina. Av Sandoynni verður tað Siborg Nielsen úr Skopun, fyri Vágar Elsebeth Jacobsen úr Miðvági, fyri Streymoynna fer Frida Sigmundsdóttir úr Kollafirði at luttaka, fyri Norðoyggjar verður tað Arnfríð Lützen úr Klaksvík og Guðrun Jacobsen av Tvøroyri fer at umboða Suðruoynna.

Talan er sostatt um fimm damur, so Glyvra-Bio má sigast at verða seinasta útkall fyri harrarnar, um kallkynið eisini skal umboðast til finaluna.


Søguligt í Glyvra-Bio

Hóast Songrøddin hevur verið hildin á flestu dansistøðum í landinum, so er Glyvra-Bio eitt tað allar mest nýtta staðið til kappingina. Tað hava altíð verið nógvir luttakarar, og somuleiðis áhoyrarar, tá kappast hevur verið í har inni, so stuttligt er, at Glyvra-Bio aftur í ár kann vera karmur um søguliga endurtøku.

Seinast í 80?unum og fyrst í 90?unum var vanligt at hava innleiðandi umfar og hálvfinalu í Glyvra-Bio. Tá Finalan varð hildin á Kambsdali, var eisini vanligt at enda um miðnátt, og síðan at halda fram við dansinum í Glyvra-Bio. Tað er í hesum sambandi, at matir bólkar, sum eitt nú »Big Guitars from Memphis« hava trinið á pallin í Glyvra-Bio.


Fyrireikarnir gleðast

Vitandi at Glyvrar er absolutta miðpunktið í Eysturoynni, siga fyrireikarnir av Songrøddini í stuttari viðmerking, at gleðiligt er at hølið letur upp aftur, og heilsa samstundis øllum teimum góðu kreftunum frá Støkk og øðrum, ið hava hjálpt til at gera tiltakið verðurligt aftur í ár.