gistingarhúsunum í juni í ár. Okkurt bendir tí á, at AirBnb hevur yvir 20.000 gistingar um mánaðin í Føroyum í háárstíð. Les meiri um leiklutin hjá Airbnb í føroysku ferðavinnuni í temanum í Vikuskiftissosialinum [...] tíð at bíða til tá, men vil sleppa avstað longu í kvøld, so eru 208 veitarar tøkir til tín at leiga frá. Úrvalið er stórt, her eru bæði einkultar sengur í einarúmum, smáar íbúðir og heil hús til leigu, og [...] millum útlendsk ferðafólk í Føroyum. Kanningin vísti, at fleiri ferðafólk búgva á Airbnb-bústøðum enn á føroysku gistingarhúsunum. Gallup hevur spurt 483 ferðafólk, sum vitjaðu í Føroyum millum 22. juli og 22
møguleikan at gera íløgur í størri flogfør, sum bæði eru bíligari í rakstri og geva møguleikar at flúgva beinleiðis til stórbýir úti í heimi, sigur Jákup Sverri Kass við adressu til Barcelona og Milano. - [...] ferðast til og úr Føroyum sum tilber, sigur Jákup Sverri Kass. Tølini av ferðandi um Vága Floghavn geva stjóranum vind í seglini. Sum nevnt í aðrari grein setti floghavnin met við 236.564 ferðandi í fjør [...] geva minst eina milliard í umsetningi í 2020. Hóast árið í fjør er tað besta nakrantíð hjá Vága Floghavn, so er stjórin varin, tá hann skal meta um fíggjarliga úrslitið fyri í ár. - Vit noyðast at gera
vera í meiralagi at bera inn í kjallaran. Aftaná at hava fyrireikað, savnað og skrivað í fleiri ár, sást úrslitið ein vakran fyrrapart í oktobur í túninum á Selheyggi. Fleiri plattar av bókum. Í tonsavís [...] Góð ráð til húsarhaldið og vanligir matuppskriftir, sum føroyingar hava gjørt fram til okkara dagar. Og sum Jonhild sjálv í køkinum á Selheyggi, við fýra kókiplátum og einum bakarovni, gjørdi til síni 190 [...] at skriva og laga til og svágurin Jefri Henriksen kom við holari málsligari ráðgeving. Rættirnir í bókini høvdu gentirnar á skúlanum roynt í verki. Men átti Jonhild uppskriftirnar í bókini, so var tað
Annars hevur tað, í útlandinum, aldri verið vanligt at givið prísir til tey, ið hava heiðurin uppibornan. Men sjálvur legði eg líka í hetta... inntil Justin syfilis Timberlake ? var tað í fjør? ? vann. Tí [...] stápil av snori, men varð hansara konsertferð í fjør stuðlað av "mat"-fyritøkuni McDonald við risa McDonald?s-bogum rundanum pallin. Tak ikki feil. Í mun til ov nógv føroysk fólk, ið fáast við list, eri [...] "kapitalist", ikki læstur í skilaleysu kult-fatanini "má ikki fáa vinning, má ikki fáa vinning; má vera seriøsur, má vera seriøsur"! Men tá ið onkur er so sjónskt og so ósmæðið til sølu, hvussu kann teirra eginliga
illa til at brúka hana sum amboð til nakað annað enn at skapa mest møguligt avkast til landskassan, sum skal selja fiskirættindini, og skipini, sum skulu keypa tey. Tá ber illa til at liva upp til serliga [...] in hendir í Føroyum, og ger hon tað, verður avleiðingin eisini fleiri arbeiðspláss. Henda gongdin sæst longu í uppsjóvarvinnuni, har nýggj virki annaðhvørt longu eru komin ella eru í umbúna, sigur [...] la fram eftir skal verða hornasteinurin í okkara fiskivinnuskipan. - Um vit skulu taka lógarásetingina um, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks, til eftirtektar, so mugu øll hava javnbjóðis
um lutaíbúðafeløg, til vanligar lutaíbúðir og til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi Lóg um at skipa lutaíbúðir sum vardar bústaðir, til eldri og fólk við serligum tørvi Broyting í lóg um mvg- og rentustuðul [...] ávísar ásetingar um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av lutum í lutaíbúðafeløgum. Hóast ongin av fjølmiðlunum gav tí ans, so var lutaíbúðalógin til 1. viðgerð í tinginum longu 24. okt. og fekk undirtøku [...] endurskipan av Húsalánsgrunninum til Trygdarstovn, til at tryggja lutaíbúðafeløgum bíliga fígging, Uppskot um at veita avdráttarfrí lán til bjálvingar- og orkusparandi tiltøk til pensjonistar úr nýggja Tryg
Fiskaviking í Saltangará. Í dag fara Fiskavirking í Saltangará, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu í summarfrí. Hinvegin letur Fiskavirking í Vestmanna uppaftur eftir ólavsøku og Fiskavirking í Miðvági [...] skip, onnur selja veiðina til tey virkir, sum eru opin, og í triðja lagi fer fiskurin av landinum. Á Fofish í Saltangará, sigur Leif Høj, at Munkur og Skúgvur í løtuni eru í Hanstholm og selja. Teir høvdu [...] kassar av upsa, og líkindi vóru til eina hampiliga sølu, tí ídnaðarfrítíðin í Danmark verður ikki liðug fyrr enn mánadagin komandi. Hann vísir tó á, at vit skulu aftur til mánaðarskiftið juni/juli, tá ið
fyritøku í 1991. Við áræði og áhaldni bygdi Jógvan, saman við konuni Hildibjørg, sítt virki upp til at verða eina av kendastu fyritøkunum av sínum slagi í landinum, sum síðan 2004 hevur hildið til í stóra [...] Jógvan Weihe er eitt kent navn innan sølu- og handilslív í Føroyum. Jógvan Weihe arbeiddi sjálvur sum ferðandi sølumaður fyri Landshandilin og aðrar heilsølur í mong ár og kom at kenna nógv fólk kring [...] línuskipum, sum fiska undir Føroyum. Í dag hava synirnir tikið yvir við Ólavi sum stjóra og Gunnari Oluf sum nevndarformanni. Jógvan Weihe er enn virkin í fyritøkuni sum sølumaður. Í dag starvast átta fólk
ársfjórðing í ár var fyri skatt 235 milliónir krónur, sum er 27 prosent betri enn í fjør, og eftir skatt var úrslitið 132 milliónir krónur. Regin Jacobsen var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag og greiddi [...] samrøðuna við Regin Jacobsen. Í samrøðuni nertir hann eisini við stóru útbyggingarnar hjá Bakkafrost á Glyvrum og á Viðareiði, umframt vónirnar til nýggja brunnbátin, ið kemur til Føroya í summar. Rakstrarúrslitið [...] Bakkafrost, hevði fyrsta ársfjórðing í ár eina framgongd upp á 27 prosent, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum við fullari virðisketu frá fóðri, smolt-
dystin sínamillum. Royna at draga fólk til Fyrireikingunum til dystin stendur Stjørnan fyri, og har verður í øllum førum roynt at fáa fólkið í býnum at koma fjølment í høllina. Rógvi Nielsen, sum eisini er [...] spent í Klaksvík, nú KÍ-høllin er staðið, har startskotið til fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum skal latast av. Hetta verður fríggjakvøldið klokkan 19.00, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Svøríki [...] tað einamest eru klaksvíkingar, sum tey royna at fáa í høllina. - Vit hava júst hongt plakatir upp ymsastaðni í býnum, og so fara vit eisini at lýsa í Norðlýsinum, so fólk her eru kunnað um, at dysturin