eingin løtt avgerð at taka. - Eg ivaðist eitt sindur, tí eg visti, at tað var ein sera stór avbjóðing fyri meg, og eg var ikki vísur í, at eg fór at klára tað. Eg tordi næstan ikki at gera eina roynd, greiðir [...] Síðani hevur hann tapt seg 16 pund afturat, so at hann nú vigar 98 kilo. - Eg helt, at tað fór at verða truplari at koma heim, men eg havi higartil klárað at hildið meg burtur frá sjokulátu og grill, og [...] fór til Danmarkar. Eg ætlaði ikki, at nakar skuldi vita, at eg hevði verið í Ebeltoft, fyrr enn eg kom aftur á jólum. So eg segði við øll, at eg var farin til Holbæk at arbeiða upp á lastbilar, sigur Willy
stjóri er, at fólk, serliga menn, sum sita yvir av mær á skrivstovuni fyri ein og hvønn prís skulu hava rætt fyri ikki at missa andlit. At ásanna at fólk arbeiða meiri fyri sær sjálvum enn fyri sakini og [...] annar serfrøðingur. At tora at siga, at man ikki veit ella at man er bangin, er ein styrki. Fyrsta reaksjónin er álit - onnur síggja, at tey kunnu hjálpa og sleppa at hjálpa. Fyri ikki at gera fólk rundan [...] ongan sum helst møguleika fyri at vita, hvussu tað fór at verða at vera stjóri. Konufólk, sum hava hug til at verða við til at mynda samfelagið sum leiðarar, skulu hugsa um, at ábyrgdin sýnist tyngri í
skulu vara okkum eitt sindur. Tað er t.d. eyðsýnt, at annar føroyski eygleiðarin fyri kanningina er dóttur Atla Dam, og at hin var eykamaður á tingi fyri Jógvan Sundstein. Báðir politikararnir hava ein týðandi [...] er ósamdur við teimum sum halda, at Michael Rekling var inhabilur og tí noyddist at siga seg frá sum krivari í kanningarnevndin, sum kannar bankamáliði. Hann heldur fyri tann skyld eisini kanningarleiðarin [...] Í lagi at fáa málið lýst - Er grundarlagið undir kanningini burtur, nú so nógv rumbul er um málið? - Tað er ein politiskur spurningur, sum eg ikki kann svara, men eg haldi, at tað er í lagi, at vit fáa
Oluf sigur, at samskiftið við skipini gekst væl, og skiparar hava verið stak góðir at hava við at gera. Avstað aftur - Treyðugt so, at ikki onkur hending er at minnast aftur á. Tað kom fyri, at eg noyddist [...] kundu sleppa framat at landa. - Tá ið vit ikki megnaðu at taka ímóti, tí ov nógvur fiskur var, noyddust vit at biðja skipini fara aðrastaðni við fiskinum. Vit royndu tó at skipa so fyri, at tað ikki altíð vóru [...] og eg havi alt gott at bera teimum øllum. Fylgir væl við Hóast Jákup Oluf Joensen endaliga gavst at arbeiða á Havsbrún fyri góðum ári síðan, fylgir hann væl við øllum, sum gongur fyri seg við bryggjukantin
stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun um at taka við einum starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strandferðsluni. Trupulleikin var bert tann, at Eyðun samstundis var í ferð við at rigga seg til ein langfaratúr [...] ferðin, at Eyðun stendur við róðrið hjá Strandferðsluni. Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull 40 ár, er tíðin komin til at hann leggur hetta starvið frá sær. - Nei, eg eigi ikki bát. Eg vænti at eg [...] og Andreas Samuelsen. Fyri ein slíkan stovn hevur tað nógv at siga, at fólk verða verandi í størvum sínum í mong ár. - Tey fáa royndir í starvinum, og sum skipari kemur hesin at kenna sína farleið sum
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg havi góðar vónir fyri 2021. Fyrst og fremst, at serfrøðin klárar at basa koronu-virusinum, so heimurin letur uppaftur, fólk kunnu byrja at flyta seg aftur, og gongd [...] aftur, fer tað heila nokk at laga seg. Eg havi eisini vónir um, at vit, eftir at hjólini eru komin í gongd aftur, fara at hugsa øðrvísi, kanska meira langsiktað og harvið fara at menna okkum enn meira. Gevur [...] skipar fyri í Trongisvági á midnátt. Síðan verður farið í Ítróttarhøllina at heilsa upp á fólk. Á Tvøroyri hava vit nakrar eldsálir, ið leggja nógva orku í nýggjárshaldið. Tøkk skulu tey hava fyri tað. Tað
fingið íborið at taka við tí, sum kemur á mína leið og so koma víðari. Tað er at brúka orkuna skeivt at royna at gloyma. Hvat ynskir tú tær í 2014? - Eg ynski, at vinnulívið í Føroyum fer at merkja framgongd [...] ávirkan á kommunur og land! Haldi, at stórur vandi er í, at tað almenna veksur nógv skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferðarsamfelagið Føroyar. Annars [...] persónliga uppliving í 2013? - Havi havt eitt gott ár, og ringt er at taka nakað ávíst fram! At lenda aftur í grafisku bransjuni eftir at hava verið fýra ár burtur frá, var ein góð kensla, samstundis sum
enn í dag. Hon vísir á, at føroyingar búgva í heimsins besta landi og hava heimsins besta møguleika at velja tað góða til. Tí tørvar okkum ein politik sum ítøkiliga tryggjar, at landsins virðir koma øllum [...] góðar, eru til at læra av. Hvat ynskir tú tær í 2015? - Í 2015 ynski eg mær eitt nýtt politiskt stýrið. Eitt stýrið, sum skapar álit, tryggleika og rættvísi - eitt stýri, sum tryggjar, at livikor føroyinga [...] vera tað, sum ber okkum fram. Sirið Stenberg vísir á, at í sínum privata lívi hevur hon ikki alt, sum man kann ynskja sær, men hon leggur aftrat, at hon hevur alt tað, henni tørvar. Tað er nóg mikið, tí
um tey hava nakran at tosa við. - Svarið er mangan, at tey tora ikki at spyrja mammu ella pápa. Og vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er øðrvísi [...] ung í Føroyum havt møguleikan at ringja til Barna- og ungdómstelefonina hjá Barnabata við trupulleikum og spurningum, tey hava - ella fyri bara at hava onkran vaksnan at tosa við. Tey, ið taka telefonina [...] øvugta, at tey kenna seg ov tjúkk. - Vit liva í eini tíð, har vit fáa nógvar upplýsingar, men eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst. Kanska er tað tí, at upplýsingin er so grunn, at hon ikki
langt úti. Í tí førinum mugu dómararnir duga at skilja, at Lovisa ikki er óð inn á dómararnar, men inn á at hon sjálv hevur brent, men tað er ongin umbering fyri at tapa, sigur ein vónbrotin Svein Rógvi. Tað [...] hvat gongur gali seinasta minuttin? «Í staðin fyri at halda ferðina uppi og koma niðan á vøllin, so byrja vit at ganga hondbólt. Vit geva VB møguleikan at stressa okkum, sigur Svein Rógvi, sum annars hevði [...] meg ikki yvir at eg ikki tók time out, tí eg fekk ikki tíð at taka tað. Tað, sum eg kundi hugsað mær hendi, hendi ikki. Eg vónaði, at vit vóru meiri róligar og spældu bóltin runt heldur enn at missa hann