fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka verandi møguleikar, havnir [...] havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam. Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava verið yvir 100 skip í Føroyum, sigur [...] Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk [...] eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini
Egill á bonkinum onkrar dystir í ár. Eingin uttan NSÍ Gøtumenn hava sett kós móti 2. deild, har teir áður hava spælt, og teir eru í løtuni fýra stig frammanfyri næsta liðið í røðini. Hetta liðið er NSÍ, sum [...] GÍ. Í kvøld fer NSÍ á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, og tá fæst so at vita, um runavíkingar framvegis skulu hótta gøtumenn í oddinum. Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað. Tað hongur í luftini [...] tikið støðu í málinum, og teir søgdu seg ikki hava stundir at viðgera skrivi frá NSÍ í síðstu viku. Men framvegis vóna feløgini, sum hava 1. og 3. deild, at tað fer at bera til, at fáa kappingina í »rættlag«
stóra dystin í kvøld. Johannes Joensen er leikbannaður og kann ikki vera við. B36 allar mans tøkar Grannarnir hjá HB, B36, hava verið í stórformi í ár, og teir eru langt á odda í landskappingini. Í kvøld møta [...] Joensen við Ítróttarsosialin. Oddbjørn hevur í fýra ár vant 2. lið hjá HB. Hann var hjálparmaður hjá Jóannesi Jakobsen í tvey ár, og var komin væl áleiðis í næsta árinum sum hjálparmaður hjá Johan Nielsen [...] Oddbjørn Joensen er 24-ára gamal og úr Klaksvík. Hann spældi í nógv ár í KÍ, áðrenn hann flutti til Havnar. Lættari at venja 1. lið Týskvøldið í síðstu viku var Oddbjørn spurdur um hann vildi taka við sum
seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni størstu árabátar í føroyska flotanum. Vit hava frætt, at kappsiglingin hjá Lions verður í ár sunnudagin 24 [...] Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. Kassameistari Óli Mikkelsen í Havn tlf. 14080, tiltakslimur Jóan Jacob Andreassen í Kollafirði tlf. 21633. Hjalmar [...] kappsiglingar í summar. Tann fyrsta verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði sunnudagin 15. juni. Onnur verður á Skálafjarðarstevnuni í Runavík sunnudagin 22. juni, og møguliga verður ein kappsigling í Havn stutt
ógiftur. Í mong harrans ár sigldi og ferðaðist hann úti í tí stóru verð. Í tjúgu ár hoyrdi ongin frá honum, og fólk hildu hann vera deyðan. Tí varð hann uppkallaður. Men brádliga stóð Martinus aftur í túninum [...] stendur fyri framman. Longu í morgin byrja fyrstu tiltøkini í Kollafirði. Vit sita inni í hugnaligu stovuni hjá Hendrikki og Vilhelminu Joensen á Mørk í Kollafirði. Vit hava leitað Hendrik upp, tí hann [...] vitjaði Frammið við Gjónna á hvørjum ári í nógv ár. Hesin onglendingurin var so ógvuliga spentur og áhugaður í tirnum. So hann var nærum hvønn dag í haganum, og leitaðu eftir føgrum tirnum. Hetta visti Martinus
Havi nú í eina tíð búð í Grønlandi og havi har brúkt Internet áðrenn eg kom aftur til Føroya. Nú havi eg roynt hesa tænastu í Føroyum og hon er einki annað enn út av lagi vánalig. Ein hoyrir ikki nakað [...] einki annað hava at samanbera við og kunnu tí ikki gera vart við støðuna. Um kvøldið er næstan ikki hugsingur um at koma ígjøgnum, tá ringt verður upp til skipanina. Hetta hendi seg næstan ikki í Grønlandi [...] skuldi verið at fingið hetta at virkað í einum lítlum landi sum Føroyum og tí kann hetta ikki góðtakast. Eg ætli mær ikki at fara longur við hesi skipan og fari at bíða til verandi internet umboð ella onkur
rutuna hjá Norrønu, ber so aftur í sær, at stundir verða ikki at sigla til Esbjerg í Danmark. Tí verður gamla siglingin til Hanstholm tikin uppaftur. Tvs, at komandi ár fara vit aftur til ta upprunaligu [...] á hjólum og í fýra tímar koyrir tú væl suður um Esbjerg. Ikki kroystir Tit siga, at hetta er í samráð við landsstýrið. Eru tit kroystir at taka Hetlandssiglingina uppaftur? Ja, hetta er í samráð við [...] landsstýrið. Men tað er bara tí, at vit hava viljað upplýst landsstýrið um okkara ætlaninir og vit hava viljað fingið at vita frá teimum, hvørjar ætlanir teir hava. Nei, vit eru ikki kroystir á nakran
fundi í ICES. Eisini hevur Jean Jacques Maguire bæði í 1996 og 1997 luttikið fyri Føroyar í arbeiðsbólkinum í ICES, sum hevur mett um stovnarnar undir Føroyum. Hann varð í fjør valdur til formann í ráðgevandi [...] gevur endaligu ráðini frá ICES. Og hann hevur tí í ár og trý ár fram ábyrgdina av ráðunum frá ICES um hvussu allir fiskastovnar í ICES økinum eiga at troytast í komandi árum. ICES hevur tí, eins og Fiskira [...] fyri ICES í 1995. ICES metti, at hóast glottan í yvirlitstrolingini, so var vandin fyri stovninum enn alt ov stórur til, at teir kundu mæla til ein linna í reguleringini. Víst var til, at í eina líknandi
tær báðar. Tær báðar eru als ikki í iva. Dagrøktarmammurnar skulu hava somu kor og rættindi, sum hinir limirnir í felagnum, men hesum er leiðslan í býráðnum ikki samd í. Tað einasta, býráðið hevur góðtikið [...] av lønini, soleiðis at ein dagrøktarmamma í farloyvi einans fær 80% av hesum - umleið 3-4.000 krónur í dagpeningi, um hon fer í barnsburðarfarloyvi. Eitt annað krav hjá dagrøktarmammunum er at fáa somu [...] fáa. Tey kunnu vera heima hjá børnum í tíggju dagar um árið, gerast børnini sjúk. Vit fáa illa tikið frísk børn í heim okkara at ansa, tá vit hava gingið uppi í nætur við okkara egna sjúka barni, siga