Á fundi umborð á sluppini Høganesi 3. juni 1996 varð avgjørt at stovna áhugafelag, sum kundi stuðla upp undir kappsigling við føroyskumbátum.
Undirskriftir vóru savnaðar á stevnunum, og talið á áhugaðum vaks alsamt. Limatalið er í dag komið upp um 50.
Felagið fekk navnið »Seglið« - áhugafelag fyri sigling.
Ætlanin var ikki at hava eitt stórt og serliga virkið felag, men heldur javnt og hóliga at náa endamálinum, sum er:
- at skapa áhuga fyri sigling,
- at breiða út kunnleika um føroyska bátin,
- at stuðla siglarum og hjálpa nýggjum siglarum í gongd,
- at vera við til at skipa fyri siglistevnum og kappsigling á bygdastevnum,
- at samansjóða ymisk áhugamál viðvíkjandi sigling.
Týskvøldið 1. oktober skipaði nevndin seg við hesum monnum:
Formaður Regin Debess, á Toftum tlf. 48587, tiltakslimur Hermann á Líknagøtu, Saltangará tlf. 47266. Næstformaður Jógvan Mørkøre í Hósvík tlf. 22148, tiltakslimur Kristian Hansen í Hósvík. Kassameistari Óli Mikkelsen í Havn tlf. 14080, tiltakslimur Jóan Jacob Andreassen í Kollafirði tlf. 21633. Hjalmar Joensen á Strondum tlf. 47196, tiltakslimur Jørleif Bech á Skála tlf. 41161.
Á aðalfundinum 25. apríl 97 fekk sama nevnd heimild at halda fram við virkseminum:
- at skipa fyriupplýsandi fundum og fyrilestrum um sigling,
- at hjálpa til við kappsiglingum á bygdastevnunum í summar,
- at fáa greiðar reglur fyri kappsigling, so at støðið verður hækkað og javnskipað,
- at royna at skaffa fíggjarligan stuðul til virksemi.
Nakað av tí fyrsta, sum vit ætla at gera, er at fáa til vega fløgg og vimplar, sum bera frámerkið hjá »Seglinum«. Tað kemur at prýða um og síggja eitt sindur festligt út á stevnunum við nógvum fløggum og vimplum. Fyri at siglararnir betur skulu kunna síggja, hvar ið siglingarleiðin er, ætla vit at fáa stangarboyur við serligum fløggum og frámerki. Á tann hátt merkja vit siglingarøkið betur av, og fólk sum byggja at, kunnu eisini betur fylgja við kappsiglingini. Tær siglingarreglur, sum Lions hevur í bókini »Kappsiglingin á Skálafirði 1994« verða galdandi fyri tær siglingar, sum felagið »Seglið« skipar fyri.
Tað hevur verið so, at ítróttarfeløgini hava skipað fyri siglingunum, handan av steypum og øðrum í tí sambandi, men nú vit hava fingið eitt áhugafelag, verður tað væl so, at felagið kemur meira uppí og hjálpir til at skipa fyri kappsiglingum á stevnunum.
Vilja stuðla føroyska bátinum
Eitt aðalmál hjá felagnum er at stuðla upp undir, at tann føroyski báturin verður brúktur til ymsan ítrótt. Tað er tó ikki okkara ætlan at broyta skapið á bátinum ella smíðingarlagið hjá bátasmiðunum. Tann siðaarvur, sum knýttur er at bátinum og øllum umhvørvi hansara, hevur prógva sítt virði gjøgnum øldir og eigur tí at verða varðveitt, eisini í okkara framkomna samfelagi.
Og tað hendir nógv áhugavert á bátaøkinum. Nýggjur seksæringur varð sjósettur á Tvøroyri leygardagin 31. mai sama dag, sum vágbingar róðu og sigldu við teirra gomlu grindabátum. Tá ið »Nadoddur« kom til Havnar var »Greipur«, seksæringurin í Havn úti í Nólsoyarfirði og tók ímóti tvøramonnunum. Hesir báðir eru í løtuni størstu árabátar í føroyska flotanum.
Vit hava frætt, at kappsiglingin hjá Lions verður í ár sunnudagin 24. august. Tað er vanliga tann síðsta kappsiglingin í árinum og eitt slag av einum endabresti.
Leygardagin 7. juni var so ársins fyrsta kappsigling. Tað var á Strondum í sambandi við bygdarstevnuna har.
Annars er ætlanin at hava einar 3 kappsiglingar í summar. Tann fyrsta verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði sunnudagin 15. juni. Onnur verður á Skálafjarðarstevnuni í Runavík sunnudagin 22. juni, og møguliga verður ein kappsigling í Havn stutt fyri ólavsøku.
Felagið »Seglið« hevur fingið innbjóðing úr Vági til at verða við í »Suðuroyar Siglingini 97«, har grindabátarnir í Vági og aðrir bátar fara at sigla kring oynna. Tað verður fríggjadagin 4. juli og leygardagin 5. juli.
Sigast kann, at tað er alsamt vaksandi áhugi fyri sigling og fyri tí føroyska bátinum. Bátasmiðir hava ein vaksandi eftirspurning eftir vanligum træbátum. Træið er tað meiri náttúrliga tilfarið, tað hevur líka sum eina sál og talar meiri beinleiðis til sálina í mannabørnum, heldur enn annað kunstigt tilfar. So latið okkum vóna at báturin, siglingin og »Seglið« og onnur at sjónum knýtt áhugafeløg hava eina virkna og ljósa framtíð. Tað kann verða til gagns og upplivingar bæði hjá fólkinum í landinum og teimum vitjandi, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum.