info
Ongi úrslit

35 ára gomul róði einsamøll um Atlantarhavið

Linda Evenstad Emilsen róði gjøgnum fleiri stormar, og á ferðini um Atlantarhavið koppaði árabáturin hjá henni tvær ferðir.

Vilmund Jacobsen
6. apríl 2023 kl. 22:58

Norska kvinnan, 35 ára gamla, Linda Evenstad Emilsen, er onnur kvinnan úr Noregi, sum einsamøll hevur róð teinin um Atantarhavið.

Ferðin hjá henni um hav í átta metrar langa árabátinum tók 113 samdøgur.

Á myndini ovast veittrar hon við norska flagginum, eftir at hon er komin til karibisku oynna, Antigua, sum eisini var málið hjá henni.

- Føtur mínir vóru ógvuliga tungir. Tað var, sum hevði eg betongklossar á føtrunum. Tað mól ikki fyri mær, men eg var ikki í javnvág, tá eg kom til lands.

Soleiðis lýsir Linda Evenstad Emilsen løtuna, tá hon setti føtur sínar á land eftir 113 dagar á havinum.

Norska kvinnan hevur verið við í kappingini "Talisker Whisky Atlantic Challenge", har luttakararnir skulu rógva úr sponsku oynni La Gomera til oynna, Antigua, í Karibia. Hetta er ein teinur á næstan 4700 kilometrar.

Myndin er ikki tøk

Tá hon kom til lands í Antigua, varð hon hjálpt upp úr árabátinum.

Linda Evenstad Emilsen hevur róð gjøgnum fleiri stormar, og á ferðini koppaði báturin hjá henni tvær ferðir. Hon hevði fýra árar við sær, tá hon loysti, og á ferðini misti hon tvær árar.

- Á triðja degi brotnaði tann fyrsta árin, og á trettanda degi brotnaði onnur. Tíbetur breyt eg onga ár aftrat, tí eg hevði bara fýra árar við mær á ferðini, sigur hon.

Meira um norsku kvinnuna, sum einsamøll hevur róð um Atlantarhavið, kann lesast á heimasíðuni hjá norska kringvarpinum - www.nrk.no

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

14 tímar síðan

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj lon reist á Mølini í Skálavík

49 minuttir síðan
Tíðindi

Allir skúlar í Portugal steingja vegna illveður

1 tími síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar komm­unur um­hugsa fel­ags inte­gra­tións­sam­skipara

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil hava verjuverkætlan til Keypmannahavnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vind­myllur set­ast upp í Kliva­løks­haga

2 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðarprísir hækka fram­vegis – á­bend­ing­ar um broyt­ingar

3 tímar síðan
Tíðindi

Norska kongshjúnini verða signað í Nidarosdóminum

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

4 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarvirðið hjá Nvidia fall 2.600 milliardir krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Átta klipp í Eyst­ur­oy – sjey fyri ferð og eitt fyri fartelefon

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólkatalið vaks við 881 – flyt­ing­in stend­ur fyri mesta vøkstri­num

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza trívist undir trýsti

6 tímar síðan