info
Ongi úrslit
Eftir fleiri umfatandi ukrainsk dronu- og rakettálop 16. og 17. november rapaði ein umleið 230 metra langur stálbogi av Krim-brúnni niður í Kertsj-sundið

Putin er kroystur

Russisk herskip eru innistongd í Azovhavinum, og ukrainski forsetin hevur sambært The Telegraph givið herinum boð um at fyrireika nýggj álop, so Krim-brúgvin verður løgd púrasta í oyði

Vilmund Jacobsen
29. november 2026 kl. 21:34

Ein partur av bilbrúnni yvir Kertsj-sundið, sum knýtir Krim-hálvoynnaq til Russlands, liggur nú á havbotninum, og leivdirnar steingja siglingarrennuna millum Svartahavið og Azovhavið.

Hetta hevur ikki bara kvett eina av týdningarmestu veitingarleiðunum hjá Russlandi til krígsførsluna í Ukraina, men hevur eisini stongt fleiri russisk herskip inni í Azovhavinum og hevur skapt stórar avbjóðingar fyri vápnaflutningin.

Eftir fleiri umfatandi ukrainsk dronu- og rakettálop 16. og 17. november rapaði ein umleið 230 metra langur stálbogi av Krim-brúnni niður í Kertsj-sundið. Øll bilaferðsla um brúnna er steðgað, meðan tokbrúgvin við síðuna av bert kann brúkast við stórum avmarkingum.

Av tí, at Kertsj-sundið er sera grunt, noyðast øll størri skip at sigla gjøgnum ta einu grivnu djúpvatnsrennuna beint undir bilbrúnni. Men, sambært Hudson Institute liggja leivdirnar av brúnni nú tvørtur um siglingarrennuna, so beinleiðis skipaferðsla millum Svartahavið og Azovhavið er púrasta avskorin.

Skaðin á brúnna og stongda siglingarleiðin raka russisku vápna- og lóðurveitingarnar til deildirnar á suðurhermótinum í Ukraina meint.

Russland hevur serliga brúkt bilbrúnna og landgonguførini til at flyta stríðsvognar, kanónir, rakettir og stórar nøgdir av lóðri til Krim og víðari til hermótini í Kherson og Zaporizjzja.

Nú bæði bilbrúgvin og sjófarleiðin gjøgnum Kertsj-sundið eru stongd, er hesin skjóti flutningurin steðgaður.

Jarnbreytarbrúgvin ber framvegis partar av flutninginum, men hon er eisini skadd og tolir ikki tey tyngstu tokini við hernaðarútgerð, og hetta seinkar munandi um veitingarnar.

Russiski herurin noyðist nú at flyta vápn og brennievni eftir longu landleiðini gjøgnum hersettu økini fram við Azovhavinum. Henda leiðin liggur innan fyri økið, har ukrainsku rakettirnar og dronurnar røkka.

Tískil verða russisku veitingarnar javnan raktar, áðrenn tær koma fram til hermótið.

Stongda siglingarleiðin millum Svartahavið og Azovhavið ger, at fleiri smærri og miðalstór russisk herskip – eitt nú landgongufør og vaktarskip – nú eru innistongd í Azovhavinum.

Samstundis sleppa størru fregattirnar og kavbátarnir, sum liggja hinumegin brúnna, ikki inn í Azovhavið at verja havnirnar har.

Sambært uppgerðum hjá ukrainska verjumálaráðnum og greiningarstovninum Oryx hevur Ukraina higartil í krígnum søkt ella gjørt størri skaðar á umleið ein triðing av russiska Svartahavsflotanum.

Samstundis sum stríðið um veitingarleiðirnar heldur fram, herða bæði Russland og Ukraina loftálopini. Í dag boða ukrainskir myndugleikar frá, at í minsta lagi fimm sivilfólk hava latið lív og fleiri enn 20 eru særd í russiskum bumbu- og dronuálopum á millum annað Zaporizjzja, Odesa og Kharkiv.

Hinvegin upplýsir russiska verjumálaráðið sambært Al Jazeera, at Russland í nátt hevur skotið niður 1.017 ukrainskar dronur í 19 landslutum – onnur náttin á rað við fleiri enn 1.000 ukrainskum dronuálopum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur sambært bretska blaðnum The Telegraph givið herinum boð um at fyrireika nýggj álop, so restin av Krim-brúnni verður løgd púrasta í oyði.

Keldur til hesa grein: Hudson Institute, The Telegraph, Ukrainska Pravda, Al Jazeera, Associated Press (AP) og ukrainska verjumálaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Brøður dømdu fyrstu altjóða dystirnar

4 minuttir síðan
Tíðindi

PP og Vox hava kós móti meiriluta í Spania

43 minuttir síðan
Tíðindi

Skanderborg-Aarhus tapti greitt í Sønderborg

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Javnleikur í Kollafirði

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Soleiðis sendi liðið hjá Mattiasi meistaraheitið til Uppsala

2 tímar síðan
Tíðindi

Upptøkur vísa sjógv floyma inn í Jökull

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann á Hálsi

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Útlendsk skip kunnu fáa størri lut í íslendsku sildini

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar vunnu seg til U18 EM-enda­spælið í summar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar skoraði heili 11 mál fyri Stoholm

3 tímar síðan
Tíðindi

Centerpart­iet styðj­ar Krist­ers­son sum for­sætis­ráðharra

4 tímar síðan