info
Ongi úrslit

Áki og Martin skulu hava nýggjan høvuðsvenjara

Tunga gongdin hjá Mjällby hevur fingið avleiðingar

Heri Simonsen
8. sepember kl. 16:30

Liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby er í tungum sjógvi í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan. 

Seinastu 11 dystirnir hava bert givið sjey stig. Talan er um ein sigur, fýra javnleikir og seks tap í hesum 11 dystunum. 

Liðið er fimtaftast í deildini við 20 stigum. Bert fimm stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokna kapping. Bert eitt stig er niður til triðaftasta plássið, ið merkir Play Off dystir um rættin at spæla í deildini.

Í Evropa hevur eisini gingið illa. Mjällby vann samlað á Lincoln Red Imps í øðrum undanumfarinum í Champions League. Men Mjällby tapti báðar dystirnar fyri Slovan Bratislava í triðja undanumfarinum, og teir taptu báðar dystirnar fyri Salzburg í røkk støkk umfarinum til deildarspælið í Europa League. Mjällby hevur tó bjargað sær deildarspæl í Conference League. 

Mjällby eru verandi meistarar og steypavinnarar, og tí svíða úrslitini liðið hevur havt í juli og august. Hetta hevur fingið avleiðingar fyri norska høvuðsvenjaran, Karl Marius Aksum, ið hevur fingið sekkin aftaná vánaligu gongdina. 

1-4 tapið fyri IFK Göteborg á heimavølli ígjár gjørdist dropin. Martin fekk ikki spælitíð í dystinum, og Áki hevur verið uttanfyri við skaða, men er klárur at tørna til aftur nú. 

Andreas Brännström hevur tikið við sum høvuðsvenjari hjá Mjällby. Sáttmálin er fyribils galdandi til 31. desember við møguleika at leingja sáttmálan, um úrslitini eru nøktandi. 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Mjällby dyst á útivølli móti BK Häcken. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

18 minuttir síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

29 minuttir síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

24 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

28 minuttir síðan
Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

44 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

4 tímar síðan